fríggjadagur 2. apríl 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 65 - 2. apríl 2004
Nr. 65 - 2. apríl 2004
19
Buldrandi og sparkandi tónar
– komu bóltandi við
fullari ferð frá Marg-
arinfabrikkini leygar-
kvøldið
UMMÆLI
Eyðun Müller Thomsen &
Andreas Dalsgaard
Fyrsti bólkurin á tí vælum-
tókta rokk pallinum á Marg-
arinfabrikkini vóru ungu
harrarnir í nýggja bólkinum
»The Story Ends«. Bólkurin
legði fram viðlagnum, »Mín
pullhundur er einsamallur«.
Tónleikurin, teir spældu,
var »straight up alternative
punk ass«..... stutt sagt.
Bólkurin átti pallin hetta
kvøldið, og teir tóku áskoð-
aranir á bóli við teirra
»KICK ASS« framførslu.
Bólkurin er sera nýggjur og
hevur síni ting at hyggja
nærri uppá. Tað einasta eg
saknaði var samanspæli,
men tað var skíti líka mikið.
Teir rockaðu, suckaðu og vit
brokkaðu ikki. Í bólkinum
eru. Philip (Guitar, sang) -
Hanus (Guitar, bass, crazy)
Heini Mohr (Bass, guitar)
Andreas (Trummur). Hetta
var fysta konsertin hjá
bólkinum í tórshavn men als
ikki tann seinasta.
Rakettin tendraði og for við
fullari ferð uppeftir. »thumbs
up« til The Story Ends
Lama sea
Næsti bólkurin var Lama
sea. Teir framførdu fýra løg
og vóru tvey av teimum
sjálvgjørd, og hini tvey løg
hjá Led Zepplin og The
White Stripes. Teir byrjaðu
við lagnum »Hill Billy«
sum var eitt ógvuliga feitt
lag við ordiligum futti í! Og
Janus Rasmussen, sum eis-
ini syngur í Speaker, sang
og spældi guitar og sang
sum ikki einaferð ótrúliga
væl! Lama sea var bólkurin
sum hevði besta saman-
spælið leygarkvøldið. Tað er
heilt sikkurt. Síðsta lagið
teir spældu »Fell in love
with a girl« hjá The white
stripes, var nakað av tí mest
ófantaliga og feitasta eg
havi hoyrt! Røddin skuldi
slítast og guitarirnir spælast
úr stemmu, simpulthen bara
»eg sk*** á tað« tónleikur!
Lama sea vóru bara ófan-
taligur 70´ara rokk/punkur
fyri allar pengarnar og tað
var ótrúliga feitt! Í hvørfall
mín yndisbólkur av teimum
trimum leygarkvøldið.
Side Effect
Side Effect var triði og síðsti
bólkurin sum fór á pallin.
Teir eru tríggir mans í talið
og eru teir millum annað
kendir frá Prix Føroyum.
Side Effect er simpulthen
bara hart rokk/tekno um
man kann kalla tað so! Um
man er til tað slagið av
tónleiki so fæst einki betur
enn Side Effect, og eg haldi
at tað er feitt at sovorin
tónleikur eisini kemur fram
í Føroyum. Sangirnir vóru
rættuliga langir og kanska
eri eg ov gamal, men tað
bleiv eitt sindur ov hart at
lurta eftir til endans. Tón-
leikurin er kanska betur
egnaður til eitt stað sum er
betur pláss, so fólkini ordi-
liga kunnu flippa út! Men
teir duga ómetaliga væl at
kompunera tónleik og kom-
binatiónin av guitarinum og
sanginum saman við elektr-
iska tónleikinum, var bara
super! Tað ljóðaði ótrúliga
feitt hjá teimum og teir
høvdu eitt feitt »show«!
Konsertin var til frama
fyri Speaker og 48 Pages,
sum skulu til Íslands at
spæla í summar. Eg vil siga,
ein feit konsert og gott at fitt
av fólki tók undir, og tað er
sera gott at vit hava eitt stað
sum
margarinfabrikkina,
sum ger eitt gott arbeiði at
hjálpa
ungum
tónleik-
arum/bólkum at koma fram.
Stórt herðaklapp til tað!
Leygardagin var lang-
ur leygardagur í Mið-
býnum í Havn. Aftur-
við hesum komu
svingandi tónar frá
vaglinum, ið Speaker
og 48 pages stóðu fyri
UMMÆLI
Eyðun Müller Thomsen
Tað var langur leygardagur
og lukturin av køkum og
heitum kakao spreiddi seg
yvir miðbýin. Komst tú
nærri við vart tú meira hug-
tikin av tí spennandi tón-
leikinum, sum sveimaði í
luftuni. Tónleikabólkarnir
Speaker og 48 pages høvdu
lagt fram eina deiliga skrá
fyri vaglinum leygardagin
um 14.00 tíðina. Millum
annað seldu teir køkur,
kaffi, kakao við meira,
samstundis, sum teir løgdu
fram eitt sindur av teirra
egna tónleiki. Veðrið var
fínasta slag og fitt av fólki
var eisini og stuðlaði tiltak-
inum. Tiltakið var til frama
fyri einari ferð til Íslands,
sum Speaker og 48 pages
standa við. Túrurin verður í
juli mánaði og bólkarnir
arbeiða sanniliga hart fyri
sínari sak.
Tiltakið eydnaðist bara
væl og er hetta ikki tað
seinasta av sínum slag.
Ungu tónleikarinir hava
nógvar spennandi ætlanir
fyri framman.
Fantastiskir
tónar á
Vaglinum
Tey seinastu trý árini
hava jødar og jødiskir
stovnar í Evropa verið
fyri veksandi ágangi.
Serliga í Fraklandi
eru jødarnir minni og
minni avhildnir
JØDAHATUR
Árni Joensen
Evropeiskir jødar verða
happaðir á gøtuni, anti-
jødisk tekin verða málað
upp á húsaveggir, og á
alnótini eru heimasíður, ið
eggja fólki til at seta seg
upp ímóti jødunum.
Tað stendur at lesa í
einari nýggjari frágreiðing,
sum tann serliga rasismu-
deildin hjá ES almanna-
kunngjørdi
fyrradagin.
Men hetta er ikki allur
ágangurin.
- Vit hava fleiri dømi um,
at jødar í Evropa hava verið
fyri likamligum ágangi, og
at eldur er settur á jødiskar
bygningar, stendur í frá-
greiðingini. Rasismudeild-
in sigur, at málið er sera
álvarssamt. Tað halda teir
evropeisku jødarnir eisini.
- Tann gamli svullurin er
farin at gera um seg aftur.
Jødar í Evropa sleppa ikki
at liva eitt vanligt lív, og tað
kunnu vit ikki góðtaka. Her
má broyting koma í, sigur
formaðurin í evropeiska
jødafelagsskapinum, Kobi
Benatoff.
Stjórin á rasismudeildini
hjá ES, Beate Winkler,
heldur frágreiðingina vera
ræðandi.
- Niðurstøðan í frágreið-
ingini er nóg mikið til at
elva til ræðslu ímillum teir
1,2 millión jødarnar í
Evropa, sigur hon.
Í frágreiðingini sæst, at
talið á tilburðum við ágangi
ímóti jødum í Fraklandi
varð seksfaldað frá 2001 til
2002, og í Bretlandi hava
tilburðirnir eisini verið væl
fleiri enn undanfarin ár. Tað
sama er galdandi í Týsk-
landi, Belgia og Niðurlond-
um, meðan jødarnir tykjast
fáa frið í Spania, Italia,
Eysturríki og Grikkalandi.
Rasismudeildin hjá ES
mælir limalondunum til at
herða lóggávuna sum lið í
stríðnum ímóti tí veksandi
jødahatrinum.
Amerikanararnir
hava ikki gloymt
myndirnar av tí deyða
amerikonska her-
manninum, sum varð
drigin ígjøgnum
gøturnar í somaliska
høvuðsstaðnum
Mogadishu fyri ellivu
árum síðani. Miku-
dagin hendi tað sama
í irakska býnum
Falluja
KRÍGGJ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tilburðurin, tá fýra ameri-
kanarar í tveimum bilum
vórðu álopnir í Falluja, var
ikki nakað serstakt, tí júst í
hesum býnum hevur mót-
støðan ímóti fremmanda
hersetingarvaldinum verið
serliga stór. Men tað, sum
hendi aftaná, gav eina
higartil ósædda og ræðuliga
mynd av mótstøðuni.
Beint eftir at teir báðir
bilarnir vóru álopnir, og
eldur var komin í teir,
savnaðust irakar í stórum
tali rundan um teir. Tey fýra
líkini vórðu drigin út úr bil-
unum og illa viðfarin. Tíð-
indafólk á staðnum vistu at
siga, tvey av líkunum vórðu
bundin upp í bilar og drigin
ígjøgnum gøturnar, meðan
hini bæði vórðu hongd upp
undir eina brúgv um Tigris-
ánna, har uppøstir irakar
steinaðu tey.
- Falluga er amerikanar-
anna kirkjugarður. Leingi
livi Islam. Vit hevna Sad-
dam, róptu teir uppøstu
irakarnir.
Ikki afturtøka
hesaferð
Sjónvarpsfólk avmyndaðu
tað, sum hendi í gøtunum í
Falluja, men myndirnar
vóru so ræðuligar, at sjón-
varpsstøðirnar valdu at gera
tær ótýðiligar. Tær fingu
kortini amerikanararnar at
minnast tað, sum hendi í
Mogadishu í Somalia í
1993, tá líkið av einum
amerikonskum hermanni
varð drigið ígjøgnum gøt-
urnar.
Tá gjørdi USA av at taka
seg aftur úr Somalia, men
hesaferð verður ikki talan
um afturtøku.
- Hetta eru fólk, sum vilja
venda aftur til tíðina hjá
Saddam Hussein við hóp-
gravum og píningarrúmum.
Vit eru ikki komnir higar at
hjálpa hesum. Teir verða
tvørturímóti tiknir til fanga
ella dripnir, segði talsmað-
urin á sivilu amerikonsku
umsitingini í Bagdad, Dan
Senor.
Amerikanska herleiðslan
kunngjørdi seinni, at teir
fýra menninir í teimum
báðum bilunum vóru ikki
hermenn, men menn, sum
vóru komnir til Irak í sam-
bandi við byggiarbeiði.
Tíðindafólk í Falluja siga,
at menninir vóru vápnaðir,
og at teir vóru í skottrygg-
um búna.
Við teimum fýra doyðu
tólv sivilir útlendingar í
Irak í síðsta mánað. Miku-
dagin doyðu eisini fýra
amerikanskir hermenn av
einari bumbuspreinging, so
nú hevur USA mist 600
hermenn í Irak.
Ein likamslutur av einum av
teimum fýra monnunum
varð hongdur upp í eina
elleiðing
Mynd: Reuters
Veksandi jødahatur í Evropa
UTTAN ÚR HEIMI
So hendi
tað aftur
C
M
Y
K
19
18