fríggjadagur 2. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 2. apríl 2004
21
Meistararnir funnir
Dánjal Pauli Mohr og
Per Kallsberg gjørd-
ust føroyameistarar,
tá finalan í FM-kapp-
ingini fyri pør var á
skránni um viku-
skiftið
BRIDGE
Bogi Simonsen
Leygardagin 27. mars varð
finalan fyri FM Pør í
Bridge leikt í Bridgehúsin-
um í Tórshavn. 20 pør
høvdu ognað sær rætt at
luttaka í finaluni umvegis
eina semifinalu. Kappingin
var sera væl fyriskipað og
eiga fyrireikarinir stórt rós
fyri hetta.
Finalan gjørdist ein av
teimum meira spennandi,
og alla tíðina skiftust tvey
pør um at liggja á odda. Tey
vóru, Høgni Vesturklett -
Gunnar Mouritsen og Dánj-
al Pauli Mohr - Per Kalls-
berg, og fall avgerðin ikki
fyrr enn í síðsta umfarið.
Og umframt tey bæði
fremstu pørini, vóru eisini
trý onnur, sum alla tíðina
lógu klár at taka yvir, so ráð
vóru ikki at lora nakað sum
helst.
Nógv mundu tey vera,
sum vónaðu at ungu havna-
menninir, Høgni Vestur-
klett og Gunnar Mouritsen,
fóru at vinna, hetta tí teir
enn ikki hava vunnu nakað
FM Heiti. Men hetta eydn-
aðist teimum so ikki. Ístað-
in gjørdist tað sigursvanda
parið við Dánjal Paula
Mohr og Per Kallsberg,
sum streykt avstað við sigr-
inum
Spæl
Fyri at vinna eina FM-Fin-
alu fyri pør, skal ein spæla
sera væl. Hetta spælið er
eitt gott dømi uppá tað frá-
líka spælið teir báðir Dánjal
Pauli
og
Per
vístu
leygardagin.
17
BT75
N/-
K52
K72
975
KD3
E862
B97
86
643
EBT95
KD43
62
94
EDT43
D8
EBT8
N
E
S
V
Per
Dánjal Pauli
pas
pas
1hj
pas
1sp
2rú
3kl
3rú
pas
pas
Dbl
A.p.
Suður spældið spar 4 út,
kongurin tók stikkið. Rútar
3 gekk via bóndan til dam-
una hjá sunnan, sum spæld-
ið spar 9 aftur, ið daman á
borðinum fekk. Eystan
spældi síðani ein rútara frá
borðinum til rútar 10, sum
tók stikkið. Nú kundi eyst-
an spæla spar ess og spar til
tann síðsta trumfin á borð-
inum og fáa síni 9 stingir og
ein reinan top.
Tað gjørdust sigursvandu Dánjal Pauli Mohr og PerKallsberg, sum vunnu FM-kappingina fyri
pør, men teir fingu alla tíðina sera harðan dyst
Endaliga støðan
Par
Stig
Pláss
Per Kallsberg - Dánjal Pauli Mohr
146
1
Høgni Vesturklett - Gunnar Mouritsen
116
2
Hedin Mouritsen - Jóannes Mouritsen
102
3
Bogi Simonsen - Símin Lassaberg
85
4
Magni Jøkladal - Allan Dal-Christiansen
62
5
Reimund Langgaard - Vilhelm Nygaard
30
6
Salomon Johansen - Zakaris Joensen
2
7
Eydun Jensen - Niels Nielsen
-4
8
Jógvan Juel Rasmussen - Rói á Rógvu Joensen -7
9
Mortan Rasmussen - Marjun Restorff
-10
10
Dia Petersen - Hans Egil Joensen
-15
11
Høgni Jacobsen - Finn Ougaard
-18
12
Eilif Petersen - Petur A. Johannesen
-22
13
Peter Sigurd Rasmussen - Hannis Jacobsen
-24
14
Ingibjørg Hansen - Oddmar Danielsen
-32
15
Dia Jacobsen - Marner Joensen
-40
16
Kaj Alstrup - Høgni Hansen
-42
17
Súsanna Dam - Jórun Johannesen
-75
18
Eydun Jakobsen - Pól Joensen
-124
19
Jógvan H. Andreasen - A. G. Nielsen
-131
20
Fríggjakvøldið varð árliga
Konto-Inn flogbóltskapp-
ingin hjá ÍF hildin.
Hetta er kapping fyri
gentur og dreingir 14, og
fór kappingin sjálvandi
fram í Høllini á Kambsdali,
har flogbólturin hjá ÍF
vanliga heldur til.
Endaligu úrslitini vóru,
at SÍb tók sær av dreingja-
kappingini, meðan KÍFa
tók sær av genturøðini, og
niðanfyri prenta vit myndir
av teimum báðum vinnandi
liðunum.
- jm
Flogbóltskapping á
Kambsdali
Øll svimjifeløgini í
landinum verða um-
boðað, tá teir báðir
yngstu bólkarnir fara
at kappast í Vági
SVIMJING
tíðindaskriv
SUM Smáunglingameist-
arakappingin í svimjing
verður leygardagin 3 apríl í
Vági
Hetta er meistarakapp-
ingin fyri yngstu svimjar-
arnar. Altso tey, sum taka
lut í bólkunum 1 og 2.
Bólkur 1 er tey ið árg 95
og yngri, og bólkur 2 er árg
93 og 94.
34
kappingar
verða
svomnar og tað verða íalt
490 startir.
Luttøkan er stór, 111
svimjarar leypa útí til upp-
hiting klokkan átta leygar-
morgunin, og sjálv kapp-
ingin byrjar so klokkan
níggju. Um middagsleitið
verður ein steðgur, og
kappingin verður tikin upp-
aftur klokkan trý seinna-
partin leygardagin.
Seinni um kvøldið verður
so ein lítil hugnaløta, og
um hálvgum níggju tíðina
hittast øll í Auluni í Vágs
Skúla, har heiðursmerki
verða latin vinnandi svimj-
arunum, umframt at luttak-
ararnir so eisini hava
møguleika at hugna sær
saman ein løtu, uttan at
skula hugsa um, hvør
svimur so og so skjótt.
111 Svimjarar hittast í Vági
Hjá dreingjunum varð tað SÍb, sum streyk avstað við sigrinum
Genturnar hjá KÍF vunnu
sína kapping
111 svimjarar úr øllum landinum far at taka lut, tá yngstu bólkarnir fara at kappast í Vági
Mynd: Øssur Mohr
21
Norðurlendsku fót-
bóltssambondini
høvdu í seinastu viku
fund, har greitt varð
frá arbeiðinum við at
fáa altjóða góðkenn-
ing til graslíkisvallir
GRASLÍKI
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hesa seinastu tíðina hevur
alt meira verið skrivað um,
at sonevndu triðja ættarliðs
graslíkisvallirnir
skjótt
kunnu fáa altjóða góðkenn-
ing.
Umframt at altjóða fót-
bóltssamgongurnar arbeiðir
við hesum, so hava norður-
lendsku fótbóltssambond-
ini eisini skipað seg í einum
áhugabólki, og í seinastu
viku høvdu hesi fund í
Reykjavík, har kunnað varð
um, hvussu arbeiðið við
hesum gekk.
Umhvørvisatlit
Og sum heild tykjast útlit-
ini vera góð. Ein partur av
kunningini var, at talan
væntandi verður um eitt
gjøgnumbrot á økinum
seint í ár, men áðrenn tað
kemur so langt, eru tó nógv
krøv, sum skulu lúkast.
Eitt nú hevur ikki tað ikki
verði so nógv frammi, at
umhvørvisligi parturin av
graslíkinum skal vera í lagi,
áðrenn altjóða góðkenning
kann koma upp á tal.
Í svenska høvuðsstaðnu,
Stockholm, eru hópur av
graslíkisvallum, og her eru
tey í løtuni í ferð við at
kanna, hvørt hetta kann
hava
nakra
ávirkan
á
grundvatnið, eins og kann-
ast skal, hvørji árin verður-
lagsbroytingar v.m. kunnu
hava á granulatkúlurnar,
sum eru í vallunum.
Kanna skaðatíttleika
Sæð úr einum fótbólts-
sjónarhorni, so er eitt hitt
týdningarmesta
tó,
at
vallirnir so vítt gjørligt eru
líkit vanligum grasi. Ikki
bara tá tosað verður um
sjálvt fótbóltsspælið, men
so sanniliga eisini, hvat
skaðum viðvíkur.
Áður hevur ofta verið
nevnt, at leikarar – ið spæla
á graslíki – í størri mun eru
í vanda fyri at fáa liðbands-
skaðar, men vónirnar eru í
øllum førum, at nýggja ætt-
arliðið av undirlagi hevur
broytt hetta.
Í løtuni fara kanningar
fram hesum viðvíkjandi, og
eitt nú eru donsku super-
ligufeløgini Brøndby, FCK
og OB við í eini kanning,
har ætlanin er at staðfesta,
hvørji árinini eru í so máta.
Hartil verða serligir renni-
testir í løtuni framdir í Öre-
bro, soleiðis at staðfestast
kann, hvørt krøvini til hvíld
v.m. eru størri á graslíki
enn á vanligum grasi.
Føroyska
umboðið
í
norðurlendska samtakinum
er Rúni Heinesen. Hann
kom upp í nevndararbeiðið
hjá FSF fyri tveimum árum
síðani, men undan hesum
hevur hann oftani verið
eftirspurdur, tá avgerð um
graslíki skuldi takast.
Vónir um graslíki í 2005
Nr. 65 • fríggjadagur • 2. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Alt fleiri vallir av nýggja slagnum verða gjørdir í Føroyum. Eitt nú í Vági, har arbeiðið er komið væl áleiðis
Mynd: Álvur Haraldsen
HB er í fullari ferð
við at markera 100
ára dagin, og hósdag-
in gav felagið út
nýggja fløgu, har ein
nýggj rundferð sjálv-
andi er partur av
innihaldinum
FÓTBÓLTSFLØGA
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta er triðju ferð, at HB
gevur út tónleikaútgávu.
Fyrstu sangirnir komu á
eini EP í 1979, tá felagið
fylti 75, og tað er einki at
ivast í, at sangirnir á hesari
framvegis teljast millum
stóru føoysku klassikarnar,
tá tosað verður um fót-
bóltssangir.
Eisini undan jólum í
1993 – tá 90 ára dagurin
skuldi markerast – kom
nýggj útgáva, og nú er
triðja
HB-útgávan
á
marknaðinum.
Ikki bara fótbóltur
Sum ikki einaferð, so er
tað Heri Nolsøe, sum er
drívmegin aftan fyri sang-
irnar á fløguni, sum eru 14
í tali. Afturat sær hevur
Heri tó eisini havt aðrar
góðar kreftir, so sum Una
Arge og Eyfinn Jensen,
meðan fleiri nøvn, sum
ikki hava verið á nakrari
HB-fløgu áður, eru at
hoyra millum mongu rødd-
irnar á fløguni.
Og tað er lítið at ivast í,
at eitt hitt heitasta lagið á
fløguni er eitt nýtt fótbólts-
kvæði, har sangarar úr
ymsu økjunum í landinum
fara á ferð kring fótbólts-
vallirnar í landinum. Menn
sum Robert McBirnie,
Ronnie Nielsen, Sámal
Ravnsfjall, Karl Martin
Samuelsen, Einar Jacobsen
og Elis Poulsen fara her at
syngja um vallirnar við
heimstaðin.
Og so kann eisini skoyt-
ast uppí, at talan ikki bara
er um eina fløgu til fót-
bóltsfjepparar. Talan er um
sangir, sum eru bæði ný-
mótans og stillir, og inni-
haldið spennir víða um.
Frá fótbólti – sjálvsagt – til
sangir um tónleik og kær-
leika, so tað skuldi verið
eitt sindur av hvørjum. Og
verður talan aftur hesaferð
um ta góðsku, sum HB-út-
gávurnar
higartil
hava
havt, so er einki at ivast í,
at eisini hendan útgávan
verður ein av teimum, sum
fer at liggja frammi í heilt
nógvum heimum komandi
tíðina. Eisini hjá teimum,
ið ikki hava HB sum sítt
felag.
Rundferð í nýggjum hami
Heri Nolsøe og Uni Arge við nýggju HB-útgávuni, sum
sjálvandi hevur nakað við bólt at gera – men ikki bara
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
20