Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. apríl 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 65 - 2. apríl 2004 Dupult gull til Havnina Havnar Telvingarfel- ag vann greipuna, tá finalurnar í ung- dómstelving vóru á skránni TALV tíðindaskriv Leygardagin 27. mars 2004 skipaði Talvsam- band Føroya fyri finalu í ungdómstelving fyri lið. 4 telvarar eru á hvøjum liði og umhugsingartíðin er 10 minuttir í part til hvørt talvið. Klaksvíkar Talvfelag hevði finaluna í Ósáskúl- anum og var finalan hegnisliga løgd til rættis og avgreidd undir sera góðum umstøðum. Kapping er skipað so- leiðis, at telvararnir eru býttir í tveir aldursbólkar. Yngri aldursbólkurin er telvarar til og við 4. skúla- flokk, meðan eldri bólk- urin fevnir um telvarar frá 5 – 10 flokk. Undankappingar hava verið í Vestmanna og á Argjum í mars mánað 2004. Í eldra bólkinum kvalifiseraðu 6 lið seg til finaluna, meðan undur- tøkan hjá teim yngru bert rakk til ein finalubólk uppá 3 lið. Umframt fin- alubólkinum var eisini opin bólkur hjá teim eldru fyri liðum, sum ikki høvdu kvalifiserað seg til finalubólkin. Eins og í 2003 fór Havnar Telvingarfelag av- stað við gullinum í báðum bólkunum. Úrslit — 5. flokk og eldri: HT1 33,5 KTF1 25,5 KTF2 18,0 HT2 17,0 KT1 13,5 HT3 12,0 HT1 vann finaluna sann- førandi og KTF1 var eis- ini greitt á øðrum plássi. Undankappingarnar vístu sama mynstrið – Havnar Telvingarfelag nr. 1 og Klaksvíkar Talvfelag nr. 2. Tó vann HT innanhýsis dystin í finaluni tepurt, við 4,5 móti 3,5. KTF2 tryggjaði sær 3 plássið við m.a. at vinna innan- hýsis dystin ímóti KTF1 við 5 stigum ímóti 3. Á vinnandi havnaliðn- um vóru: Helgi Ziska, Rógvi Mortensen, Margar Berg og Hjalti Toftum Jógvansson. Havnar Telv- ingarfelag vann undan- kappingarnar sera sann- førandi — felagið vann 86 talv út av 88 møgu- ligum. Helgi og Hjalti megnaðu at telva undan- kappingar og finalu uttan at tapa nakað talv. Helgi fekk samanlagt 31,5 út av 32 møguligum, meðan Hjalti telvdi 3 javnleikir. Í opna bólkinum vann TT sannførandi. TT fekk 3 pláss í fyrstu innleið- andi kappingini, men lut- tók ikki í næstu kapping- ini á Argjum og rakk tískil ikki finalubólkin. TT 23,5 Rókur1 13,5 KTF3 7 HT5 2 Á vinnandi Toftaliðnum vóru: Arnhold Jacobsen, Jógvan Juul Olsen, Andri- as W. Danielsen og Oddur Højgaard. Úrslit — 4. flokkur og yngri: Úrslitið í yngra finalu- bólkinum gjørdist neyvt hitt sama sum í undan- kappingunum. HT4 10,5 VT 7,5 Rókur 6,5 Á vinnandi havnaliðum vóru: Heiðrikkur Jacob- sen, Olaf R. Samuelsen, Eli Nolsøe Leifson og Tóri Jacobsen. og Dánjal P. Nielsen. FM á Toftum Í døgunum 3. – 10. apríl fara nógvir av ungu telv- arunum at royna seg í FM fyri einstaklingar sum í ár er á Toftum. Ungdóms- telvingin er í menning og áhugin fyri kappingini er sera stórur — 37 ungling- ar hava teknað luttøku og er hetta nærum ájavnt metinum í unglingabólk- inum sum var sett tá FM kappingin var í Havn 2003 – tá luttóku 41 ung- lingar. Tað eydnaðist Havnar Telvingarfelag at vinna bæði 4. og 5. flokk, tá kappast varð í Ósáskúlanum í Klaksvík um vikuskiftið Bæði Støkk og Fok høvdu framsýning um vikuskiftið FIMLEIKUR Jákup Mørk Hetta er tíðin, tá venjingar- nar hjá ymsu fimleikafel- øgunum kring landið fara at halla. Sum siður hevur verið í heilt nógv ár, so verður hetta eisini markerað við eini framsýning, har íðkar- arnir í ymsu feløgunum sýna fram nakað av tí, sum tey hava lært í vetur. Í Eysturoynni hevur fim- leikurin havt stóra fram- gongd seinnu árini. Annars hevur tað leingi verið so, at fimleikur í Eysturoynni var nakað, sum fólk settu í samband við Støkk, men seinnu árini eru fleiri onnur fimleikafeløg eisini komin til har um leiðir. Millum tær framsýning- ar, sum vóru um vikuskiftið, var tann hjá Fimleikafelagnum Fok úr Gøtu. Framsýningin hjá teimum varð hildin í Høll- ini á Kambsdali, har hópur av áskoðarum fylgdu við, tá fimleikararnir sýndu kynstir síni fram. Eisini Støkk hevði sína framsýning um vikuskiftið. Hetta var sjálvandi í Ítrótt- arhøllini í Runavík, har felagið framvegis hevur sínar sýningar, tó at sjálvar venjingarnar aloftast fara fram í Støkk-høllini á Glyvrum, har Støkk eisini hevur heima. Myndafólk okkara vóru á staðnum, tá sýningarnar fóru fram, og sum lesarin her kann staðfesta, so er tað eitt sindur av hvørjum, sum íðkararnir hava lært í vetur. Fimleikur í Eysturoynni Í Høllini á Kambsdali var spenningurin á fimleikarunum stórur, tá tey gjørdu seg til at sýna ymsu kynstrini Mynd: Jonhard Hammer Fimleikararnir hava lagt nógv fyri í vetur, og fyri áskoðararnar var framsýningin um vikuskiftið hugtakandi Mynd: Jonhard Hammer Mong mundu tey avvarandi vera, sum fylgdu spent við, tá yngstu Støkk-genturnar sýndu sína seriu fram Mynd: Maria Olsen Og sjálvandi var so eisini pláss til teirra, sum hava vant fimleik í nøkur ár. Nakað sum eisini sást aftur í avrikunum Mynd: Maria Olsen Støkk hevur leingi verið í føroyska fimleikaoddinum, og hetta er ikki ein støða, sum tykist skula broytast alt fyri eitt Mynd: Maria Olsen Eisini yngstu fimleikararnir sluppu framat á Kambsdali Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 22 Nr. 65 - 2. apríl 2004 23 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3747 Navn: Sp/f Saltkeyp Adressa: 510 Gøta Kommuna: Gøtu Kommuna Stovningardato: 24.03.2004 Viðtøkudato: 24.03.2004 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100 Stovnari: Heri Thomsen, 510 Gøta. Stjórn: Tórhallur Thomsen, 510 Gøta. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Grannskoðari: P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 24.03.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka keyp og sølu og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 30. mars 2004 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3748 Navn: Sp/f MSP Adressa: Oman Hoydalar 3, 188 Hoyvík Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 26.03.2004 Viðtøkudato: 26.03.2004 Kapitalur: Kr. 290.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 290.000,00 í øðrum virðum til kurs 1,310. Stovnari: Magnus S. Petersen, Oman Hoydalar 3, 188 Hoyvík. Stjórn: Magnus S. Petersen, Oman Hoydalar 3, 188 Hoyvík. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Grannskoðari: P/F Rasmussen & Weihe, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.01.2004 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi innan ídnað, handil og íløguvirksemi og annað yrki í hesum sambandi. Felagið er stovnað við umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 30. mars 2004 Kristin Balle _______________________ Mentamálaráðið Fólkaskúladeildin Niðanfyri nevndu størv eru leys at søkja: Fyribilssettur varaskúlastjóri í Tofta skúla í tíðarskeiðnum 1. august – 31. desember 2004 Fyribilssettur varaskúlastjóri í Sankta Frans skúla í tíðarskeiðnum 1. august 2004 – 31. juli 2005 Varaskúlastjóri í Vestmanna skúla frá 1. august 2004 Fyrstilærari í Viðareiðis skúla frá 1. august 2004 Størvini eru lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum sett/- ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Víst verður annars til nærri lýsing av hvørjum starvi sær á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo Umsóknirnar skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi týs- dagin 6. apríl 2004. Umsóknarblað liggur á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. Um tú ynskir fleiri upplýsingar um størvini, kanst tú ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus Jespersen, deildarstjóra. Tórshavn,23.mars 2004 Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 - 110 Tórshavn Telefon 355050 - Fax 355055 - e-postur: MMR@MMR.fo F Ø R O Y A L A N D S S T Ý R I Faroe Dive pdf Kanst tú gera rammu? Húsavørður til Mentanarhúsið í Fuglafirði Søkt verður eftir húsavørði. Arbeiðstíðin kann verða skeivar tíðir. Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum: - At taka sær av praktiskum uppgávum í húsinum.T.d. seta stólar upp/niður. - At gera ábøtur og viðlíkahald. - Annað fyrifallandi arbeiði. Vit síggja fegin at tú: - Hevur handverkara-førleika. - Hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt. - Ert álítandi og raskur. - Hevur evnir at samstarva og at vera fyrikom- andi. - Hevur koyrikort. Vit bjóða: - Spennandi og sjálvstøðugt arbeiði í tøttum samstarvið við leiðaran. Løn og setanartreytir: - Løn sambært avtalu við nevndina. - Starvið verður at seta skjótast tilber. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sólarn Solmunde, leiðara, á tlf. 444950. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. apríl 2004. Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m. skal sendast til: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag Karvatoftir 5 Boks 14 530 Fuglafjørður brævbjálvin skal viðmerkjast: »umsókn húsa- vørður« www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo 23