mikudagur 5. desember 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg kann altíð
blíva betri
Virðismettir matjournalistar rósa honum og hansara kreativa máta at ganda fram forkunnugar
rættir. Kortini er hann sjáldan heilt nøgdur við tað, hann ger. – Eg vil altíð gera alt betur, og
júst henda tráanin drívur verkið, sigur nýskapandi gourmetkokkurin Leif Sørensen
Rannvá G. Fossaberg
Hann er kendur sum kokkurin,
ið gongur egnar og nýggjar leiðir,
og torir at skapa nýggjar rættir
við føroyskum rávørum. Summi
hálova hansara kreativu evnum,
meðan onnur halda, at tað als ikki
er matur, hann ger.
– Tað kemur fyri, at onkur sig
ur við meg, at tað, sum eg geri, er
nakað fjas, sigur Leif Sørensen,
høvuðskokkur á gourmetmat
stovuni Koks á Hotel Føroyum.
Men heimsins bestu kokkar
og nakrar av teimum kendastu
matjournalistunum eru als ikki í
iva um at tað, sum Leif ger, er heilt
serstakt og týdningarmikið. Ein
av mongu matjournalistunum,
ið hevur stóra virðing fyri rætt
unum, ið Leif skapar, er Bent
Christensen. Hann hevur í mong
ár verið redaktørur fyri Den
Danske Spiseguide, sum hvørt
ár fortelur um bestu matstøðini í
danska ríkinum.
Nú hevur hann skrivað eina
bók á næstan 300 síður um Leif
Sørensen og teir rættirnar, sum
hann gandar fram úr føroyskum
rávørum.
Bókin er ein viðurkenning
At ein bók er skrivað um Leif
Sørensen og hansara kokkakynst
ur er nakað, sum høvuðspersón
urin sjálvur fegnast um.
– Hetta er so at siga ein doku
mentatión upp á tað, eg geri dag
liga, og tað eri eg glaður fyri. Eg eri
serliga fegin um myndirnar, sum
eru í bókini, tí tær siga meir enn
alt annað. Myndir lúgva ikki, sigur
Leif Sørensen. Hann sær bókaút
gávuna sum ein stóran heiður, tí
sjálvur hevur hann stóra virðing
fyri rithøvundanum og mynda
manninum.
– Hetta eru tveir menn, sum
hava gjørt bøkur um heimsins
bestu matstøð, og øll innan mína
vinnu vita, hvørjir teir eru. Bent
Christensen er ein maður, sum
hevur etið á teimum allarbestu
matstovunum, so tað, at hann
heldur meg og mína matger vera
áhugaverda, er stórt. Eg kundi
neyvan fingið eina betri viður
kenning enn hesa, sigur Leif
Sørensen.
Tað var tó ikki ætlanin av
fyrstan tíð at skriva eina bók um
Leif Sørensen og matin á Koks.
- Teir vóru í ferð við at skriva
eina bók um fleiri skandinaviskar
matstovur, men tað bleiv av
ongum, fortelur Leif Sørensen og
heldur fram:
– Teir spurdu so okkum, um
teir ikki kundu gera eina bók um
Koks. Hetta er ein fantastiskur
máti at vísa bæði føroyingum, út
lendingum, matjournalistum og
kokkum, hvussu vit á Koks hava
valt at brúka føroysku rávørur
nar, sigur Leif Sørensen.
Vil altíð vera betri
Hóast matjournalistur og onnur
serkøn innan gourmet geva Leif
Sørensen góð skoðsmál, missir
hann ikki fótafestið ella tekur sær
av løttum.
– Eg eri rættiliga harður við
meg sjálvan, og í roynd og veru
eri eg ongantíð hundrað prosent
nøgdur við tað, eg geri. Eg veit,
at eg kann gera tað betri, sigur
Leif Sørensen, sum hevur fingið
útbúgving og arbeiðsroyndir frá
nøkrum av teimum bestu í Dan
mark, so sum Kommandenten
hjá Francis Cardenau og Brian
Funder á Marie Grubbe á Tjele
Gods. Lítillátin greiðir hann frá,
at hann gjøgnum árini hevur
fingið bjóðað størv á nøkrum av
teimum bestu matstovunum í
Norðurlondum, men altíð hevur
takkað nei til hesi tilboðini.
– Tá eg fór niður til Danmarkar
at læra, visti eg altíð, at eg skuldi
aftur til Føroya, tí eg vildi broyta
matmentanina í Føroyum og
royna at eksperimentera við rá
í meldrinum
Fólk eru bangin fyri, at tað er ov dýrt, tey blíva ikki
mett, tey halda seg ikki vita, hvussu tey skulu bera
seg at á eini fínari matstovu og so framvegis
...framhald á síðu 6