mikudagur 5. desember 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
vørunum. Enn tann dag í dag
kundi eg ikki hugsað mær at
arbeitt aðrastaðni, fortelur Leif
Sørensen.
Ein av orsøkunum til at hann
fór undir at fáast við gourmet
rættir er ein uppliving hann
hevði í Danmark.
– Eg fór út á eitt fínt matstað,
har eg fekk eina fantastiska
heildaruppliving. Alt gekk upp
í eina hægri eind, frá tí eg trein
inn um dyrnar, til eg fór út
aftur. Frá tí løtu visti eg, at hetta
slagið av uppliving var nakað, eg
eisini vildi bjóða øðrum fólkum
– og føroyingum, greiðir Leif
Sørensen frá.
Føroyingar tora
betur og betur
Eitt er at útlendskir matjourna
listar og kokkar hálova forkunn
ugu
rættunum,
sum
Leif
Sørensen ger, men misjavnt er,
hvat føroyingar halda um eitt
nú ræst kjøt, garnatálg, turran
fisk, tá tað er latið í nýggjan
ham og serverað við annarleiðis
samansetingum.
– Tað eru onkrar mýtur um
gourmetmat,
sum
framvegis
liva væl í okkara landi. Fólk eru
bangin fyri, at tað er ov dýrt, tey
blíva ikki mett, tey halda seg ikki
vita, hvussu tey skulu bera seg
at á eini fínari matstovu og so
framvegis, sigur Leif Sørensen,
sum samstundis vísir á, at lítið
hald er í hesum pástandunum, ið
summir føroyingar hava um fine
dining, sum hann sjálvur kallar
tað.
– Í flestu førum er tað soleiðis,
at tá tey hava roynt gourmetmat,
gerast tey positivt ovfarin og
koma síðani aftur. Tey finna útav,
at tað er ikki neyðturviliga dýrari
at eta gourmet, enn tað er at eta
á eini meira vanligari matstovu
í býnum. Og so síggja tey eisini
máltíðirnar sum eina heildar
uppliving, sigur Leif Sørensen.
Sambært gourmetkokkinum eru
føroyingar farnir at tora betur
at royna nýggjar og annarleiðis
rættir.
– Fyri nøkrum árum síðani
var tað óhugsandi at borðreiða
ein høvuðsrætt uttan epli og
uttan sós. Soleiðis er ikki í dag.
Fleiri og fleiri fólkum dámar at
royna nýggjar rættir, eisini teir
føroysku, har samansetingin er
ein onnur enn tann, tey eru von
við.
Kendari í útheimi
Hóast rákið í Føroyum innan
gastronomi er broytt nakað sein
astu árini, dylir Leif Sørensen
ikki, at tað er tungt at reka eina
gourmetmatstovu.
Orsøkirnar
eru fleiri.
– Tað er upp á ongan máta lætt
at reka eitt matstað í Føroyum,
sum borðreiðir tann matin, vit
gera á Koks. Ynskiligt hevði ver
ið, um politiska skipanin var ein
viðspælari, men sum støðan er,
ger hon tað upp á ongan máta
lættari, sigur Leif Sørensen og
leggur afturat:
– Í øðrum londum hevur mann
til dømis hjálpt hesi vinnuni so
leiðis, at MVG á mati er sett niður.
Øll hesi londini blóma veruliga,
greiðir Leif Sørensen frá.
Hann heldur tað vera spell,
at rættir hansara úr føroyskum
rávørum eru kendari úti í heimi
enn í Føroyum.
– Ein partur av føroyingum
dugir ikki at síggja, at matur
kann vera annarleiðis og geva
eina serliga uppliving. Tað haldi
eg, er ein rættiliga trongdskygd
hugsan. Útlendingar hava langt
síðani sæð dygdirnar í føroysku
rávørunum, og vit vita, at fleiri
matáhugað ferðafólk, hava hug
til at ferðast higar, bert fyri at fáa
eina gastronomiska uppliving.
Sum nú er, eru vit kendari í út
heimi enn í Føroyum, og tað er
harmuligt.
Góðskan er framúr
Tað, sum eyðkennir rávørurnar
í Føroyum, og sum ger matin til
nakað heilt serstakt, er góðskan.
Sambært Leif Sørensen er tað
júst hetta, sum fær føroyska
gourmetmat á eitt høgt støði.
– Útlendingarnir, ið koma her,
eru púra ovfarnir av kvalitetinum
av serliga fiski og kjøti, tí tað er
so frískt. Vit tosa um kvalitet, tú
ikki finnur aðrastaðni, fortelur
Leif Sørensen. Sum dømi vísir
hann á føroyskan tosk, sum er
nógvar ferðir fastari í tí, hevur
betri lit og ein meira intensan
smakk enn toskur aðrastaðni.
Sjálvur er hann ikki bangin
fyri
at
eksperimentera
við
dygdarvørunum.
– Innan hesa matgerðina so at
siga spæla vit okkum fram til tað
endaliga úrslitið, so ja, tú kanst
gott siga, at eg og mítt team í køk
inum tora at ganga nýggjar leiðir,
sigur Leif Sørensen.
At gera ein nýggjan rætt kann
taka rættiliga drúgva tíð, um
samansetingin skal vera full
komin.
– Tað er ymiskt, hvussu vit
gera. Onkuntíð stingi eg út í
kortið, og so royna hinir kokk
arnir at skapa rættin. Aðrar tíðir
kemur onkur kokkur ella kokka
lærlingur við einum hugskoti,
sum eg so royni at gera. Tað kann
taka nokkso langa tíð at finna
fram til perfekta rættin, greiðir
Leif Sørensen frá. Í royndunum
at skapa nýggjar, forkunnugar
rættir úr føroyskum rávørum
hevur hann roynt eitt sindur
av hvørjum. Sum royndarkanin
heldur hann seg ikki hava
smakkað nógvar løgnar rættir
hóast alt.
– Í dag havi eg allar smakkirnar
programmeraðar í høvdinum, og
so seti eg saman út frá tí. Higartil
hevur
tann
leisturin
riggað
væl, so nei, sum gastronomisk
royndarkanin havi eg ikki havt
tað strævið, sigur Leif Sørensen
og flennir.
í meldrinum
Útlendingar hava langt síðani sæð dygdirnar í
føroysku rávørunum, og vit vita, at fleiri matáhugað
ferðafólk, hava hug til at ferðast higar, bert
fyri at fáa eina gastronomiska uppliving