Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Á tíðindafundi í gjára­ morgun­in legði landsstýrið fram ein sonevndan av­riks­ lista, har øll tey mál, sum hend­an samgongan hevur sett sær fyri, at fáa frá hond­ ini hetta valskeiðið. Listin er býttur upp í høvuðs­ra­ð­festingar, og undir raðfestingar fyri hvørt ráð­ið sær. Eingin av hesum høvuðs­raðfestingum eru framd­ar enn, men skjøtil er sett­ur á fleiri teirra. Tá tað kemur til einstøku ráð­ini er støðan ein onnur, tí har er nógv av tí, sum sett er út í kortið, framt. Serliga hjá Fíggjarmálaráðnum eru fleiri mál framd, seks út av 16. Fiskimálaráðið, Menta­ mála­ráðið, Al­man­na­mála­ ráð­ið og Innlendismálaráðið hava somuleiðis framt fleiri av teimum málum, sum sett eru út í kortið. Og teir fýra floks­for­menn­ inir, sum leiða sam­gongu­ flokk­arnar, vóru rættiliga væl nøgdir við gongdina og tað, sum er avrikað higartil í val­skeiðinum. Jenis av Rana segði, at hóast hann ofta var ósamd­ur við teirri kós, sum sam­gong­an stýrdi fyrst í val­skeiði­num, fegnaðist hann kort­ini um, at Miðflokkurin fram­veg­is er ein partur av sam­gongu­ni. - Eitt av aðalmálinum var at fáa fleiri hendur í arbeiði, og hetta hevur eydnast, ikki minst tá talan er um makrelin. Besta dømi um hetta er uppsjóvarvirkið á Tvør­oyri, segði Jenis av Rana. Hann helt, at tað var gott at halda aftur í útreiðslu­ num, men ávaraði sam­ stund­is ímóti, at høgga brems­ur­nar alt ov hart í. Hin­vegin fegnaðist hann um, at Heilsumálaráðið hevði megn­að at gjørt sítt higartil. - Ungar kvinnur hava fing­ið møguleikan at verða vaks­ineraðar móti lív­móð­ur­ krabba, og tað er stórt fram­ stig, segði Jenis av Rana. Yvirtaka útlendingamál Kári P. Højgaard er eisini nøgd­ur við avrikini higartil. Hann vísti á, at hóast vit hava eitt - minkandi – arbeiðs­loysi, so vanta vit arbeiðs­megi á ávísum økjum. - Vit hava eisini fingið eina nýggja byggilóg, sum tek­ur atlit av føroyskum við­ ur­skiftum. Hetta er eitt mál, sum fleiri royndir hava ver­ ið gjørdar at fremja, og tí er tað at fegnast um, at tað nú er veruleiki, segði Kári P. Høj­ gaard. Eitt annað mál, sum verð­ ur arbeitt við, er yvir­tøkan av út­lend­inga­málum. - Hetta er eitt mál, sum vit rokna við at yvirtaka í august komandi ár, sigur Kári P. Højgaard. Eisini viðvíkjandi Skála­ fjarð­ar­tunlinum er ljós fyri framm­an. - Eitt prospekt er gjørt og verður klárt at leggja fram um hálvan desember, segði Kári P. Højgaard, sum tó mátti stað­festa, at eingin kom­mu­ nu­samanlegging verð­ur í hesum valskeiðinum. - Men tað forðar tó ikki fyri, at øki kunnu leggjast út til kommunurnar, nú má tað bara gerast í einum kom­ mu­nu samstarvi heldur enn í størri kommunueindum, segði Kári P. Højgaard. Búskapurin Jørgen Niclasen, fíggjar­ mála­ráðharri, segði, at størs­ta avbjóðingin hjá sam­ gongu­ni er at fáa javnvág á fíggj­ar­lógina í 2016. - Okkara fremsta mál er at halda aftur í útreiðslunum so­leið­is, at inntøkurnar kunnu koma upp á sama støði sum útreiðslurnar. Tað gera vit við at brúka sama krónutal í 2013 sum vit brúktu í 2012, segði Jørgen Nicla­sen. Eitt av amboðunum er at økja um íløgurnar, fyri at skapa størri virksemi í landi­num, men hetta slær ikki heilt ígjøgnum fyrr enn í 2013. - Føroyingar hava for­ vunn­ið 300 milliónir krónur meira í ár, sammett við í fjør, og kommunurnar hava fing­ ið munandi størri inn­tøku­r. Eisini síggja vit eina økta inntøku í MVG, sjálvt um vit ikki reiðiliga eru komnir har­ til, sum vit vilja verða, segði Jørgen Niclasen. Hann segði, at hjólini eru farin at mala aftur, skatt­a­ inn­tøk­urnar fara at halda, og MVG-inntøkurnar eru øktar 10% í mun til í fjør. - Vit hava higartil fingið 1166 milliónir krónur í MVG, og tað mangla 120 milliónir í, men árið er ikki farið enn, segði Jørgen Niclasen. Hann heldur, at optimis­ man er farin at breiða seg í før­oy­ingum aftur, og tað er eitt stig rætta vegin. Avrikslisti skal skapa opinleika Sum nakað heilt nýtt hevur hetta landsstýrið sett upp ein avrikslista, sum sambært løgmanni skal skapa opinleika og gjøgnumskygni, so allir føroyingar kunnu síggja, hvar ymsu málini liggja Teir fýra floksformenninir í samgonguni vóru væl nøgdir við fyrsta árið av hesum valskeiðinum Mynd: Eirikur Lindenskov