Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað er neyvan nakar ivi mill­ um teirra, sum hava fylgt sak­ar­málinum móti Milan Kolov­rat, at kroatin er sekur í manndrápi. Tað finst stutt sagt eingin onnur logisk frá­ grei­ð­ing. Eingin annar hevði minsta dism av motivi at gera enda á Dánial Peturi Han­sen. Tað skilst á øllum brøgd­ um, at Milan Kolovrat fram til summarið 2011 hevði ver­ ið ein rættiliga álítandi ar­ beiðs­megi á Bakkafrost, men eftir at hann hetta summarið hevði hitt fyrrverandi konu Pidda, broyttist atferð hans­ ara munandi. Tað byrjaði við, at Milan Kolov­rat byrjaði at elta fyrr­verandi konu Pidda, og tað helt hon var eitt sindur ótespi­ligt. Men tey hittust og gjørd­ust góð. Hetta var eftir øllum at døma eisini startskotið til ein hamskiftan Milan Kolovrat. Tað var um hetta mundi, at Milan tiltuskaði sær at­ gongd til visakortið til eldra mannin á Nesi, sum hann royn­di at taka pening út við, og sum hann royndi Eik Banka at fáa at lata sær pin- kotu­na til. Seinni hevur so eydnast at fingið fatur á pin-kotuni, tí ein long røð av úttøkum frá peningaautomatum varð framd í september og okto­ber 2011, tilsamans yvir 60.000 krónur. Tað er eisini um hetta mundi, at Milan Kolovrat byrj­ar at lúgva fyri Guði og hvørj­u­m manni um líkt og ólíkt. Ikki minst byrjar hann at lúgva fyri sínari nýggju unnus­tu, sum – sambært egnu dóttir hennara – var alt ov góðtrúgvin. Húsakeyp Sambært Milan Kolovrat sjál­vum lýgur hann fyri unnustuni, at hann skal hava fingið eitt húsakeyp í lag á Mýravegi 17, nakað, sum eigar­ar­nir als einki vistu nak­ að um. Kroatin fór so langt sum at billa nýggju unnustuni inn, at keypið – við góðari hjálp frá »Big Boss«, sum skuldi vera stjórin á Bakka­frost – var gingið í lagi, og at Big Boss skuldi geva honum lykil­in til húsini, so teir í felag kundu hyggja nærri at teim­um. Síðani bilti hann unnu­ s­tu­ni inn, at ein sakførari skuldi møta við húsini á Mýra­vegi við lyklinum, so unnu­stan skuldi sleppa inn at síggja húsini. Sjálvandi møtir eingin sak­førari og endin er, at Milan sjálvur kemur við ein­ um lyklum, sum onga­stað­ni passa í. Seinni umber Milan seg so við, at onkur í familjuni ikki vildi, at ein útlendingur skuldi flyta inn í húsini. Fokus verður so skift frá Mýravegi til húsini á Gerðis­ vegi 34, har Piddi býr. Nú billar Milan Kolovrat unnu­stuni inn – og tað við­ gong­ur hann sjálvur – at hann saman við sakførarum og »Big Boss úr Havn« - hevur piddamálið Djarvir nevningar fylgdu prógvunum Tað lá ein stór ábyrgd á herunum á teimum 14 nevningunum, sum seinasta dagin vórðu skornir niður í teir upprunaligu 12. Men teir vístu seg sína uppgávu vaksnar og fylgdu framløgdu prógvunum