mikudagur 5. desember 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
piddamálið
2011
3. november
15.33: Vakmyndir av Pidda
í Rúsuni
Á nátturða: Piddi etur
búffar og piparsós saman
við hýruvognsførara. Hesin
fer til hús millum 19 og
20, ella í hvussu er áðrenn
klokkan 22.00
4. november
03.12: Piddi ringir til
persón, hann ikki hevur ringt
til áður. Samtalan varar bert
ein til tveir minuttir
Eftir 03.12: Piddi verður
dripin í sovikamari sínum
av ákærda Milan Kolovrat,
sum nýtir eina steikipannu
at sláa Pidda í høvdið
við. Milan dragsar Pidda
úr sovikamarinum niður í
Skodabilin. Milan vaskar tað
ringasta av blóðinum burtur.
03.12-07.50: Piddi verður
koyrdur í Skodabilinum
til Norðoyatunnilin, har
hann verður lagdur aftur
um pumpuhúsið í øðrum
víkiplássi Leirvíksmegin frá
03.30-05.00: Milan
Kolovrat sigur, at
Skodabilurin er stolin,
fylgir eftir honum til
Norðoyatunnilin. Tríggir
persónar eru í bilinum, tá
hann koyrir inn í tunnilin,
tveir, tá bilurin kemur út
aftur.
07.50: Milan Kolovrat koyrir
børnini hjá fyrrverandi konu
Pidda í skúla
08.54: Milan Kolovrat er
aftur í Norðoyatunlinum á
veg út Leirvíksmegin
09.17: Telefonin hjá Pidda
aftur á Gerðisvegi
10.59: Telefonin hjá Pidda í
Nesi, verður sløkt
13.00: Milan Kolovrat og
unnustan (fyrrverandi kona
Pidda) fara inn í húsini á
Gerðisvegi
5. november
Fyrrapart fara Milan
Kolovrat og unnustan inn á
Gerðisvegi 34 at vaska og
rudda. Eru har allan dagin.
8. november
00.13-20.26: Fyrrverandi
kona Pidda roynir at ringja
til Pidda sjey ferðir, og lánti
fartelefonina hjá Milan
Kolovrat at ringja eina
seinastu ferð (20.26)
18.00: Dánial Petur
Hansen verður eftirlýstur í
útvarpinum
9. november
Um náttina: Milan Kolovrat
sigur, at Skodabilurin verður
stolin fyri aðru ferð, men
hesaferð er eingin bilur at
elta Skodabilin við
Fyrrapart-13.33:
Fartelefonin hjá Pidda opin,
móttekur fleiri sms. Sløkt
aftur klokkan 13.33
12. november
Milan Kolovrat smellur
um og verður koyrdur á
Landssjúkrahúsið
13. november
Milan Kolovrat avhoyrdur
tvær ferðir
14. november
Skodabilurin kannaður í
einum bilhúsi hjá politinum.
Blóðspor funnin á vinstru
hurð og á speedaranum,
umframt nógv blóð aftan
15. november
12.00: Milan verður
útskrivaður av
Landssjúkrahúsinum, verður
førdur á politistøðina til
avhoyringar
18.00: Milan Kolovrat
verður skuldsettur fyri dráp
á Pidda Hansen
Húsini á Gerðisvegi verða
avbyrgd og politiið hevur
vaktarhald
16. november
16.00:
Grundlógaravhoyring,
Milan Kolovrat
varðhaldsfongslaður í fýra
vikur
17. november
Rejseholdet kemur inn í
málið. Rannsóknir gjørdar á
Gerðisvegi 34 og á Nesvegi
73. Blóð verður funnið á
Gerðisvegi 34, og blóðuguta
dýnuvorið við dýnu, kodda,
Diadorajakka og steikipannu
verður funnið á Nesvegi 73
18. november
Telefonkort verður funnið
í Skodabilinum við PIN og
PUK kotu til telefonina hjá
Pidda
19. november
Politiið biður um upplýsingar
um Skodabilin
22. november
Rejseholdet avhoyrir Milan
Kolovrat, sum á fyrsta sinni
nevnir, at Skodabilurin er
stolin 4. november.
7. desember
Milan sigur, at tríggir
persónar vóru í
Skodabilinum, tá hann fór
inn í Norðoyatunnilin.
13. desember
Avhoyring, men tá vil
Milan einki siga um talið á
persónum í Skodabilinum
18. desember
Avhoyringsleiðarin hjá
Rejseholdet fer niðan í
arrestina at ynskja gleðilig
jól. Tá sigur Milan, at tríggir
persónar koyrdu inn í
Norðoyatunnilin, men bert
tveir komu út aftur
2012
17. januar
Rejseholdet koyrir rutuna,
sum Milan sigur Skodabilurin
hevur koyrt fríggjanáttina 4.
november
2. februar
10.15: Funnið verður eitt
visakort hjá svoginum á
Nesvegi 73.
10.18: Passið hjá Pidda
verður funnið saman við
einum boarding-korti og
viðføristags
11.27: Ein Nokia 2700
fartelefon, sum vísir seg at
verða tann hjá Pidda, verður
funnin á einum bita undir
isoleringini í kjallaranum á
Nedsvegi 73
11.42: Ein Nokia 1800
fartelefon, sum vísir seg at
vera tann hjá North Atlantic
Fish Fare, verður funnin á
einum bita undir isoleringini
í kjallaranum á Nesvegi 73
12.32: Politiið fer aftur av
Nesvegi 73
5. november
09.15: Rættarmálið móti
Milan Kolovrat byrjar
3. desember
22.30: Nevningarnir siga
Milan Kolovrat sekan í øllum
týðandi ákærum, serliga í
viljaðum mannddrápi
5. desember
09.15: Prosedura um
revsiásetingina
6. desember
10.00: Revsiásetingin
kunngjørd
borið so í bandi, at Piddi skal
vera úti úr húsunum í sein
asta 1. november 2011.
Men 1. november kemur
og fer, og einki hendir. Hetta
fær
unnustuna
at
seta
spurnartekin við støðuna, og
tá sigur Milan henni, at hann
hevur avtalað ein fund við
Pidda saman við sakførara
sínum tann 3. november,
og fer Piddi ikki út, kemur
politiið upp í leikin og tveitir
Pidda út.
Nú er Milan Kolovrat so
kroystur, sambært ákæru
valdinum, at hann sær ongan
annan útveg, enn at gera av
við Pidda.
Torir at fara inn
Fríggjanáttina 4. november
eftir klokkan umleið 03.15
fer Milan Kolovrat inn í hús
ini á Gerðisvegi 34, har hann
helst finnur Pidda í sovi
kamarinum í fasta svøvni.
Kroatin tekur nú tað, ið
liggur fremst fyri – og tað
er so umrødda steikipannan
– sum vápn, og við henni í
hond drepur hann Pidda,
meðan hann liggur í egnu
song síni.
Nú kemur eitt stríð fyri
hjá Milan Kolovrat, sum tó
fær baksað 110 kilo tunga
mannin niður í garasjuna og
inn í Skodabilin.
Um Milan hevur vaskað
tað ringasta burtur beinan
vegin, ella hann hevur koyrt
Pidda
í
Norðoyatunnilin
fyrst, liggur ikki greitt, og er
eisini fyri so vítt líka mikið.
Eftir hvat ákæruvaldið
leggur hendingina út, liggur
Piddi eftir øllum at døma í
Norðoyatunlinum heilt fram
til 9. november, tá Skoda
bilurin sambært Milan Kolo
vrat aftur verður stolin. Men
hvar Piddi síðani endar, veit
ákæruvaldið ikki at siga.
Í vissuni um, at eingin
møguleiki nú er at renna
seg í Pidda, avtalar Milan so
við unnustuna, at tey skuldi
fara in í húsini á Gerðisvegi
fríggjadagin klokkan 13.
At Milan hevur lagt dráp
ið til rættis skilst eisini av, at
hendan avtalan varð gjørt
hósdagin, og at Milan tí
longu tá hevði tikið avgerð
um at drepa Pidda.
Tað hevur tó staðið ógvu
liga nógv á drápsmanninum,
tí hann small um ikki færri
enn tvær ferðir, og seinnu
ferð varð hann lagdur inn á
sjúkrahúsið í Havn.
Har var hann so avhoyrd
ur fyrstu ferð, og tá hann
varð útskrivaður týsdagin
15. november 2011, varð hann
biðin um at koma á politi
støðina til framhaldandi av
hoyring.
Klokkan 18 sama dag
varð hann so skuldsettur
fyri drápið á Pidda, og síðani
hevur hann sitið varðhalds
fongslaður fram til í dag, nú
hann kann síggja fram ímóti
drúgvum áramáli handan
rimar.
Nevningarnir tóktust ikki
at rista á hondunum, men
fylgdu próvtilfarinum og
dømdu 33 ára gamla Milan
Kolovrat sekan í manndrápi.
Og so manglar bara revsiá
setingin, sum verður kunn
gjørd hósdagin.
33 ára gamli kroatin, Milan Kolovrat, er
kendur sekur í viljaðum manndrápi á Dánial
Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi
Sambært ákæruvaldinum
er Piddi dripin
fríggjanáttina 4.
november einaferð
eftir klokkan 03.15, og
burturbeindur somu nátt
Nevningarnir brúktu níggju tímar at gera av, at
ákæruvaldið hevði lyft próvbyrðuni, og at tað
var Milan Kolovrat, sum hevði beint fyri Pidda
Tekning: Janus Dam Guttesen