Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Sev hevur stórar ætlanir um at byggja vindorkuna út. Ein møguleiki, sum verð­ ur umrøddur í hesum sam­ bandi, er, at privatar fyri­ tøk­ur fáa høvi at ogna sær vind­myllur frá SEV at reka. Tað sigur Jákup Suni Laurit­sen, nevndarformaður í SEV. Hetta er ein av nógvum spurn­ingum, sum verða við­ gjørdir í tveimum. ar­beiðs­ bólkum, sum eru mann­aðir við umboðum fyri SEV, kom­ mu­nu­rnar og lands­stýrið. Tekniskt og fíggjarligt Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at longu í 2020, skal 80% av allari okkara orkunýtslu vera frá varandi orkukeldum. Og í hesum sambandi verður nógv hugsað um vind­orku, umframt um sjóv­ ar­fals­orku og vatnorku. Men Landsstýrið sigur onki um, hvussu hetta málið skal røkkast og, hvussu íløg­ an skal fíggjast Hinvegin hava røddir í SEV verið frammi um, at skal endamálið røkkast, má tað vera í samstarvi ímillum lands­myndugleikarnar og el­ feløg­ini. Tí er ein stýrisbólkur sett­ ur at arbeiða víðari við hesi ætlan. Undir hesum stýrisbólki, eru tveir projektbólkar settir. - Annar projektbólkurin við­gerð tær teknisku av­ bjóð­ingarnar og í hesum sam­bandi verður útgreinað, hvussu vit eru fyri tekniskt á hes­um øki og, hvussu farast skal fram hiðani frá, sigur Jákup Suni Lauritsen. Somuleiðis skal hesin bólk­urin útgreina, hvussu nógv skal vatnorka út­byggj­ ast, hvussu nógv skal vind­ orka útbyggjast og, hvønn leik­lut skal sjóv­ar­fals­orka hava, o.s.fr. Hin arbeiðsbólkurin við­ gerð teir fíggjarligu spurn­ ing­ar­nar í hesum sambandi skal hann útgreina, hvussu orku­veitingin skal skipast og hvussu bygnaðurin skal vera. Samstundis er ein polit­ iskur fylgibólkur settir, sum fylg­ir við og alla tíðina er kunn­aður. Privatar myllur Jákup Suni Lauritsen sig­ur, at í sambandi við bygn­aðin í okkara framtíðar orku­ veiting, verða allir møgu­leik­ ar umrøddir, heilt frá smá­ veg­is tillagingum til at landið yvir­tekur SEV. Nevndarformaðurin á­san­n­ar, um tað so verður SEV, ella um tað verður land­ ið, sum skal fíggja ætlanina, verð­ur tað í øllum førum bara tann sami skattgjaldarin, sum skal gjalda. Um hann skal gjalda við aðr­ari hondini umvegis SEV, ella um hann skal gjalda við hinari hondini umvegis lands­kassan, kann verða akkur­át tað sama, heldur nevnd­ar­for­maðurin. SEV hevur søkt um at fáa loyvi til at seta eina stóra vind­myllu­lund við 13 vind­ myll­um upp í Húsahaga. - Ein møguleiki er, at SEV setir vindmyllurnar upp, men síðani bjóðar tær út til ílegg­j­ar­ar at keypa og reka - Tað er ikki sagt, at fígg­ ing­in partú skal koma úr lands­kassanum. Fíggingin kann eisini koma frá privat­ um íleggjarum, heldur nevnd­a­r­for­maðurin í SEV. - Talan kann verða um fyri­tøkur, sum vilja mark­ nað­ar­føra seg, sum um­ hvørvis­vinarligar og grønar. - Hetta er kent uttanlands, at fyritøkur marknaðarføra seg við, at tær brúka so og so nógva orku, men at tær sam­ stund­is sjálvar framleiða líka nógv av grønari orku. Áki Bertholdsen Tað er neyðugt at vit fáa ser­ frø­ð­ingar í nevndina í SEV Tað heldur Kári E. Jacob­sen, sum hevur verið næstformaður í nevnd­ini í SEV og sum nú um­boðar Runa­víkar Býráð á aðal­ fundi­num í elfelagnum. Hann vísir á, at SEV um­ sit­ur ómetaliga stór virði og hevur ein ómetaliga stór­an leiklut í føroyska sam­felag­ num. - Vit hava skyldu at velja tey allarbestu fólkini at um­ boða okkum í nevndini í SEV, sigur hann. - Føroya fólk hevur ongan ann­an møguleika, enn at keypa frá okkum. Í løtuni eru tað vanligir kom­munustýrislimir, sum sita í nevndini. Hann staðfestir, at í næst­ um skal SEV hava fígging fyri einki minni enn 1,1 milliard. - Eg spyrji meg sjálvan, hvønn fíggjarliga førleika hava nevndarlimirnir í SEV at viðgerða so stórt mál, sig­ ur hann. - Samstundis hava vit ómeta­liga stórar tekniskar av­bjóð­ingar, leggur hann aftur­at. Eitt vanligt talv Sum støðan er nú, eru nevnd­ ar­sessirnir í SEV ikki ann­að enn partur av einum heilt vanligum talvi um nevnd­ar­ ses­s­ir, tá ið bý- og bygdaráð skip­að seg. - Samstundis er nevnd­ ar­sessurin í SEV tann mest løn­andi nevndarsessurin av øllum hjá einum kom­mu­nu­ stýrislimi at fáa. Nú hevur kom­mu­nu­ stýris­val akkurát verið og so­statt skal nevndin veljast av nýggjum. - Á pappírinum kunnu allir nevndarlimirnir verða nýgg­ir. Í øllum førum eru rætti­liga stór sannlíkindi fyri, at tveir triðingar av nevnd­ar­limunum verða nýgg­ir. Sostatt skal leiðslan í SEV brúka eini tvey ár at greiða nevndarlimunum frá, hvussu felagið virkar. Hetta visti hann av egn­ um royndum, frá tí at hann sjálv­ur sat í nevndini. Hann hevur reist spurn­ ing­in fyrr um broyta nevnd­ ina og nú ger hann tað enn eina­ferð. - Eg haldi, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um tað ikki er rætt at broyta nevnd­ ina, ella í øllum førum at gera hana størri, sigur Kári E. Jacobsen. Í hesum sambandi heldur hann, at kommunurnar eiga at umhugsa um ikki nevndin í SEV skal verða øðrvísi saman­sett. Serfrøðingar Sjálvur er hann sannførdur um, at SEV eigur at ser­frøð­ ingar í nevndina. - Eg eri næstan sannførdur um, at gera kommunurnar tað ikki sjálvar, er tað bara ein spurningur um tíð, áðr­ enn onkur annar ger tað fyri okk­um, sigur hann. Í hesum sambandi hugsar hann um landið. Dánjal Vang, sum um­boð­ ar Fuglafjarðar Kommunu, tekur undir við hes­um. Hann heldur, at nevndin í SEV eigur í øllum før­um Hereftir skal SEV ­rokn­ ingin rindast hvønn mán­ að. Tað er avleiðingin av tekn­iskum umleggingum í edv skipanini hjá SEV. Higartil eru vit von við, at SEV rokningin verður gold­in í 10 mánaðir og at onki verður rindað í des­ em­ber og í januar. Men hereftir verður gjald­ið lagt yvir 12 gjøld ístað­in. Skipanin klárar ikki at gjald­ið fellur á 10 gjøld. Antin má tað verða eina­ ferð um árið, fýra ferð um árið, ella eina ferð um mán­aðin. Í SEV halda tey, at tað fer at fella ov tungt at rinda fýra ferðir um árið og tískil hava tey gjørt av, at gjaldið fellur einaferð um mánaðin. Ein onnur broyting verð­ur, at tey, sum hava gold­ið ov lítið, hava fingið eyka­rokn­ing frá SEV og hon skal øll rindast longu í februar. Nú vita tey á SEV um tað ber til at javna eyka­ rokn­ingina yvir allar 12 mán­að­irnar ístaðin so at gjald­ið skal falla lættari. Leiðslan í SEV sigur, at tey hava spurt seg fyri hjá brúkar­um, sum fegnast um, at gjaldið skal fella eina ferð um mánaðin, tí tað verður lættari at gjalda. Hetta eru fleiri kom­ mu­nu­stýrislimir ikki fegn­ir um, tí tey halda, at tað kemur rættiliga væl við hjá fólki, at desember og januar eru gjaldsfríir. Leiðslan sigur, at hon skal taka málið upp við veit­ar­an. Skulu nú rinda hvønn mánað Umhugsa at lata privat reka vindmyllur fyri SEV VINDORKA Privatar fyritøkur, sum vilja marknaðarføra seg sum grønar fyritøkur, fáa kanska høvi at ogna sær nakrar vindmyllur frá SEV Tað er ikki sagt, at fíggingin partú skal koma úr landskassanum Um hann skal gjalda við aðrari hondini umvegis SEV, ella um hann skal gjalda við hinari hondini umvegis landskassan, kann verða akkurát tað sama Serfrøðingar bjóða SEV Býráðslimir halda, at nevndin í SEV eigur at verða mannað við fleiri serfrøðingum, sum eru førir fyri at bjóða leiðsluni av