Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyrsta ein­ taki av Kær­ leiks­kúl­uni 2012 varð ogn­að Leilu Sol­munde, post mortem Við hesum vil stýrið fyri Dugna heiðra Leilu Solmunde, sálu, fyri ta lívs­játtandi vón, hon gav øllum, ið bera brek. Leila Solmunde var ein eldsál, sum er og verður ljóslivandi í sam­felagi okkara. Hitin av hugburði hennara og aft­ur­ljóðið av orðum henn­ara fara framvegis at kenn­a­st og hoyrast, eins og tey støðugt fara at birta eina vón hjá fólki, ið bera brek, og teirra avvarandi. Leila Solmunde var for­kvinna í Meginfelag teirra Brekaðu í Før­oy­ um í 8 ár og sat í stýr­ i­num hjá Dugna í 8 ár, í báð­um førum til hon an­d­að­ist 10. mars í ár. Mour­its Simonsen, mað­ur Leilu, tók móti Kær­leiks­kúluni 2012.   Hamferð spælir tungan, seinan og melodiøsan málm, og innihaldsliga hevur hann djúpar røtur í tí føroyska, bæði søguliga og í sinnalagi. Í framførsluni hjá bólkinum er millum annað ein lýsing av søguliga sambandinum millum føroyingin og tað kristiliga, til dømis við síni kendu tulking av sálminum »Harra Guð, títt dýra navn og æra«. Samstundis hevur kirkjan ígjøgnum fleiri hundrað ár verið miðsavnari og samkomustað fyri bygdir og oyggjar í Føroyum og hevur tí havt stóran týdning fyri føroyskt samanhald, bæði í gleði og sorg. Av hesum er Havnar Kirkja, sum er ein av elstu kirkjunum í Føroyum, ein sera hóskandi karmur um hetta tiltak. At ein tungmálmskonsert verður hildin í einari kirkju í Føroyum er higartil eitt eindømi. Konsertin í Havnar Kirkju verður allarhelst einasta konsertin hjá Hamferð í Føroyum í vetur og er samstundis fyrstu ferð, at Hamferð trínur á pall í Føroyum, síðan bólkurin vann altjóða tónleikakappingina »Wacken Metal Battle 2012«. Tiltakið er ókeypis, og lýst verður seinni, hvar atgongumerki verða at fáa. Hamferð í Havnar Kirkju Kærleikskúlan 2012 – eitt listarligt jólaprýði Leila Solmunde heiðra Tónleikur Ný­brot verður gjørt í før­oysk­ ari tón­leikasøgu, tá tung­mál­ms­ bólk­ur­in Ham­ ferð tann 18. jan­uar kom­andi ár fer at fram­ føra sín hug­vekj­ andi og sorg­ar­ bundna tón­leik í dóm­kirkj­uni í Tórs­havn, Havn­ar Kirkja Nýggja Kærleikskúlan varð av­dúkað í gjár. Zacharias Heine­sen hevur sniðgivið og sign­e­rað føroysku Kær­ leiks­kúluna 2012 »Kærleikin er sum sólin«. Dugni av­dúk­ aði nýggju, vøkru Kær­leiks­ kúluna 2012 á hátíð­ar­løtu í Listasavninum gjár­a­morg­ un­in saman við Listasavni Før­oya.  Kærleikskúlan er heilt ser­støk. Hon er framleidd í av­mark­að­ari nøgd og verð­ ur bert seld í eitt av­mark­að tíðarskeið. Hon er munn­ blást, og tí eru allar ym­isk­ ar. Zacharias Heinesen sigur so­leið­is um Kærleikskúluna 2012:   Kærleikin er sum sólin  Kærleikin er sum sólin - hevur allar litir í sær. Sólin er stundum brandgul, reyðviolett ella gulgrøn.   Nú er kærleikin bláviolettur.  Tú lyftist upp í loft, sveimar í ørsku. Gloymir alt fyrilit, tú verður findarglaður og eyðnusælur. Zacharias Heinesen Listaframsýning við lista­ mann­inum aftan fyri kær­ leiks­kúl­una 2012, Zacharias Heine­sen, verður á Mat­ stov­uni hjá Dugna á Hjalla 5. des­em­ber til og við 20 des­em­bur­. Fern­isering við onkr­um lesk­i­lig­um verð­ur miku­ dag­in 5. des­ em­bur kl 15 -17, sig­ur Dugni í tíð­ind­ a­skriv­i. Zacharias Heinesen sýnir fram í Dugna Leila Solmunde andaðist 10. mars í ár