mikudagur 5. desember 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 3. desember 2012 · Nr. 141
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað sigur Christian Naga
ta, stjóri í Prentmiðstøðini í
sambandi við, at Árni Greg
ersen, stjóri á Dimmalætting
bar hesi tíðindi í gjár.
Sambært
stjóranum
á
Prentmiðstøðini passar tað
heldur ikki, at Prentmiðstøð
in hevur uppsagt samstarvs
avtalu við Dimmalætting.
– Dimmalætting er væl
komin at prenta á Prentmið
støðin í dag. Men Dimma
lætting má gjalda, eins og
øll onnur bløð gera. Vit hava
uppsagt gjaldstreytirnar hjá
Dimmalætting – ikki sam
starvið við Dimmalætting,
tí tey halda ikki gjaldstreyt
irnar, eins og øll onnur bløð
gera. Tí má Dimmalætting
í framtíðini gjalda kontant,
sigur Christian Nagata, sum
vísir á, at Prentmiðstøðin
hevur roynt at verið viðspæl
ari, so Dimmalætting kom út
til tíðina, sjálvt um tey ikki
hava yvirhildið sínar treytir.
Stjórin á Prentmiðstøðini
ger púra greitt, at øll bløð
hava somu treytir og somu
prísir
á
Prentmiðstøðini.
Men tá eitt blað ikki betalir
fyri sítt prent, so hongur tað
ikki saman – og so má onkur
annar gjalda.
Spurdur er tað er rætt,
sum Árni Gregersen sigur, at
tað er meira enn dupult so
dýrt at prenta í Føroyum sum
í Danmark, sigur Christian
Nagata, at tað hevur eingin
prógvað fyri sær.
– Eg kundi hugsað mær
at sæð hesar prísir, og sæð,
hvat samanborið verður við,
sigur Christian Nagata, sum
vísir á, at við í prentprísinum
hjá Prentmiðstøðini er eisini
útberingin hjá Posta og aðr
ar tekniskar veitingar til Sos
ialin og Dimmalætting.
– Problemið í Føroyum
er, at tað er so lætt at fara til
grannalond har man brúkar
yvirskotskapasitet at prenta
smærri uppløg, sum eitt blað
til hvørt hús í Føroyum er
eftir teirra mátistokki. Men
tá talan er um smá bløð upp á
t. d. 24 síður í 4.500 eintøkum,
so ivast hann í, hvussu nógv
dýrari tað er í Føroyum, tí her
er sami prísur galdandi, tá tú
prentar lítil bløð í smáum
uppløgum, sum stór bløði í
stórum uppløgum. Prísurin
er lutfalsliga tann sami hjá
Prentsmiðstøðini
fyri
øll
bløðini.
Øll bløðini, Gratisavísin,
Trúboðin, Norðlýsið, Sosial
urin, VikuBlaðið og Dimma
lætting gjalda øll sama prís.
Men um bara tað smáa skal
prentast í Føroyum, so verður
sjálvandi tað dýrari eisini,
sigur Christian Nagata.
Trupulleikin hjá Dimma
lætting er í stuttum, at tey
ikki hava goldið forfalnu
krøvini. Treytirnar eru ikki
broyttar, og eingin sam
starvsavtala
er
uppsøgd,
sigur Christian Nagata, sum
vísir á, at Dimmalætting
sjálv hevur ásett allar prísir
á Prentmiðstøðini, sum hava
verið teir somu í fleiri enn 12
ár.
Dimmalætting átti 66 pro
sent av Prentmiðstøðini til
fyri tveimum áru síðani. Tá
vóru stórar útbyggingar sett
ar í gongd. Ein útbygging í 10
tals millióna klassanum varð
steðgað, men ein stór útbygg
ing á Prentmiðstøðini varð
framd fyri at kunna prenta
VikuBlaðið, sum Dimmalætt
ing hevði keypt. Men áðrenn
útbyggingin var liðugt, fóru
bæði VikuBlaðið og Vinn
uvitan á heysin og seinni
Dimmalætting við.
Men prísurin er enn sum
áður tann, sum Dimmalætting
og Sosialurin avtalaðu í ein
um prentsáttmála, sum er
dagfestur 26. juni 2000.
Blaðútgáva
Dimmalætting hevur sjálv ásett prísirnar á Prentmiðstøðini. Blaðið átti meirilutan í 10 ár.
Prísirnir eru ikki broyttir síðani Prentmiðstøðin varð stovnað 26. juni 2000
Prentmiðstøðin
ikki gera av um
Dimmalætting
kemur út
Kærleikskúlan til sølu
Dimma má gjalda
sum onnur
Blaðútgáva – Nei, tað eru ikki 100.000 krónur sum
skilja Prentmiðstøðina og Dimmalætting
Frá nú av og til jóla ber til at keypa
Kærleikskúluna 2012 í gávubúðum
kring landið.
Kærleikskúlan hevur eitt hvítt
silkiband og er pakkað í eina snotiliga
eskju saman við einum vøkrum fald
ara. Í faldaranum er ein frágreiðing
um kærleikskúluna og um sniðið hjá
Zachariasi Heinesen umframt ein
heilsan frá Kaj Leo Johannesen, løg
manni.
Kærleikskúlan kostar 400 krónur,
tá hon er til sølu í gávubúðunum.
Um kærleikskúlur eru eftir aftan
á jól, kunnu fólk venda sær til Dugna
og keypa eina kúlu fyri 800 krónur.
Vilmund Jacobsen
Dimmalætting, sum her
fyri fekk eina fíggjarliga
hjálpandi hond frá rík
manninum, Poul Hansen,
liggur
framvegis
sera
tungt í sjónum fíggjar
liga.
So tungt, at Prentmið
støðin vegna írestandi
gjald noktaði at prenta
blaðið, sum skuldi koma
út í dag, og tí verður
Dimmalætting
prentað
niðri í staðin og síðani
flogið til Føroya seint í
gjárkvøldið.
– Vit hava ein mánað
kreditt hjá Prentmiðstøð
ini, so vit skylda ikki nógv
har.
Tað segði Árni Greger
sen, ábyrgdarblaðstjóri á
Dimmalætting, við Rás2
seinnapartin í gjár.
Hann sigur, at tað er
nógv bíligari at prenta
niðri.
– Blaðið, sum kemur í
kvøld, kostar minni enn
helvtina av tí, tað kostar
okkum at prenta tað í Før
oyum, tí Prentmiðstøðin
er 116 prosent dýrari, sigur
Árni Gregersen, ið ikki
vil siga, um hetta verður
framtíðarleisturin.
Hann leggur aftrat, at
vil Prentmiðstøðin ikki
prenta blaðið, fáa tey tað
gjørt aðrastaðni, tí Prent
miðstøðin skal ikki be
stemma, um Dimmalætt
ing kemur út ella ikki.
Árni Gregersen noktar
fyri, at Dimmalætting ikki
skal hava hildið eina av
talu um, at blaðið skuldi
rinda ein stóran part av
skuldini niður fyri 1. des
ember, sum er grundgev
ingin hjá Prentmiðstøðini
fyri ikki at vilja prenta
blaðið.
– Dimmalætting hev
ur áður átt 66 prosent
av Prentmiðstøðini, sum
Nema keypti, tá Dimma
lætting fór á húsagang
í 2010, og teir prísir fyri
prenting, sum eru gald
andi nú, eru teir somu, ið
Dimmalætting ásetti í síni
tíð sum meirilutaeigari
av Prentmiðstøðini, segði
Rás2 seinnapartin í dag.
Prentmiðstøðin er útbygd fyri at kunna prenta
øll bløðini hjá Dimmalætting, sum kortini fóru á
heysin, áðrenn Prentmiðstøðin var liðugt útbygd