Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Klokkan 15 í dag loysa partrolararnir, Sjagaklettur og Gullberg, aftur. Skipini hava ligið nakrar dagar, tí trupul­leikar hava verið við spæli­num hjá Gullbergi. Skip­ini, sum eru frystiskip, hava annars riggað væl, síð­ an tey fóru á fyrsta túrin hin 21. juni í ár. Hetta eru góð skip, sum eisini roynast væl í sjónum. Umframt at Sjagaklettur og Gullberg frysta veiðina um­borð, frysta Brestir og Vestur­leiki eisini. Sjagaklettur og Gullberg vórðu keyptir heim til Føroya sum frystiskip. Hinvegin eru Brestir og Vesturleiki um­ bygd­ir til frysting. Tvey onnur skip, sum fiska í føroyskum sjógvi, frys­ta eisini veiðina umborð. Tað eru garnaskipini, Ågot og Anita. Tað er nýtt í føroyskari fiski­skipavinnu, at skip, sum fiska undir Føroyum, eru farin at frysta veiðina um­ borð. Tað merkir so eisini, at skipini landa ikki ísfisk, sum kemur til virkingar á landi, ið van­ligt hevur verið gjøgnum mong ár. Ov lítil veiða Tórhallur Randrup, skipari á Sjaga­kletti, sigur, at skipini nú hava verið á fyrsta botn­ fiska­túrinum, sum vardi í ein mán­aða. Skipari á Gullbergi er hvalbingurin, John Martin Poulsen. - Fyrstu tríggjar mán­að­ ir­nar vóru vit á makrelveiði, og nú hava vit so gjørt fyrsta túr­in eftir botnfiski. Skiparin sigur, at veiðan eftir upsa hevur verið smálig í seinastuni, men vónir eru um, at fiskiskapurin fer at bat­na, nú tíðin skuldi verið hin besta til hesa veiði. - Henda mánaðin hava vit fiskað og fryst 212 tons tilsamans, 60 tons eru konga­ fiskur, 40 tons svart­kalvi, og síðan er restin upsi. Fisk­urin er avhøvdaður, og nak­að av svartkalva er eisini skrá­ skor­ið. Tórhallur Randrup sigur, at veiðan av seinasta túri er ikki løgd upp. Tað verður ikki gjørt, fyrr enn skipini koma inn aftur til jólar. - Hvørt skipið tekur 270 tons, so enn er gott pláss í lastunum. Eg havi lovað mann­ingini, at skipini koma inn aftur til jólar, og tað hevði verið óført, um bæði skip­ini tá høvdu fulla last, sig­ur skiparin. Ikki mist vónina Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið vánaligur higartil í heyst, hevur Tór­ hallur Randrup avgjørt ikki mist mótið um, at tað fer at loysa seg at fiska undir Før­ oyum og frysta veiðina um­ borð. - Eg havi góðar vónir. Tað, sum krevst, er, at fiski­skap­ urin eftir upsa verður betri, og tað hava vit vónir um. Nú línu­skip hava drigið upsa á línu, sum er púrasta óvanligt, meta vit, at upsi er til. Hann gong­ur kanska bara í størri mun uppi í sjónum, enn van­ ligt er. Skiparin á Sjagakletti sig­ ur, at veiðan henda seinasta mán­aðin ikki hevur kastað nak­að serligt av sær til skip og manning. - Hetta er ein túrur, sum hev­ur staðið upp og niður, sig­ur Tórhallur Randrup, skip­ari. Teir tríggjar mánaðirnar, sum Sjagaklettur og Gullberg vóru á makrelveiði, fiskaðu skip­ini út við 3000 tons. Meginparturin av veiðini hjá Sjagakletti og Gullbergi hevur verið makrelur og upsi, síðan skipini fóru í vinnu hin 21. juni í ár Hava ikki mist vónina um frysting umborð Hóast fiskiskapurin eftir upsa hevur verið vánaligur higartil í heyst, hevur Tórhallur Randrup, skipari, avgjørt ikki mist vónina um, at tað fer at loysa seg at fiska undir Føroyum og frysta veiðina umborð. - Nei, eg havi góðar vónir. Tað, sum krevst, er, at fiskiskapurin eftir upsa verður betri, sigur hann