Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Bjørn Kalsø, landsstýris­mað­ ur arbeiðir við eini ætlan um at finna 3,5 mió. krónur aftrat til Kringvarp Føroya. Hann sigur í stuttari viðmerking, at peningurin helst má finnast aðrastaðni á fíggjarlógini. Ætlanin hansara er, at Kring­varp Føroya bara skal hava hesa upphædd eina ferð, og tað skal verða næsta ár, tí næsta ár fara ætlaðu til­lagingarnar at kosta stovn­ inum dýrt. Bjørn Kalsø heldur ikki, at tað br til at krevja fult kring­varpsgjald næsta ár, um kringvarpið einki hevur at bjóða. Og tí má stovnurin hava peningin. Meira vil hann ikki siga. Samgonguflokkarnir vilja einki siga, hvørja støðu teir hava til ætlanina. Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sam­bands­ flokkinum vil ikki siga, hvørja áskoðan hann hevur. – Sambandsflokkurin og ikki eg tekur støðu, sigur Al­ fred Olsen. Jákup Mikkelsen, for­mað­ ur í tingbólkinum hjá Fólka­ flokkinum vil einki siga, fyrr enn flokkurin og samgongan hava viðgjørt málið. Jenis av Rana í Mið­flokk­ inum vil heldur einki siga. Sum skilst, eru mein­ ingarnar ymiskar í sam­ gonguni, og onkur tingmaður væntar, at trupult verður hjá Bjørn Kalsø at fáa meirluta í tinginum fyri at hjálpa Kringvarpi Føroya við eini upphædd á fíggjarlógini. Randi Jacobsen Í ár hevur Fiskiveiðieftirlitið staðfest 260 brot á reglurnar um mynstring. Brotini hava onkuntíð fyrr verið fleiri. – Trupulleikin er ikki nýggj­ur, men hetta er ikki gott og visir, at fólk taka ikki trygdina í nóg stórum álvara, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum. Hann heldur tað vera tor­ ført at finna aðrar orsøkir til, at so nógv brot verða gjørd ða reglurnar um mynstring. Í Danmark er ikki neyð­ ugt at endurnýggja trygdar­ skeið, men her skal tað ger­ast fimta hvørt ár, og vil reiðarin ikki rinda fyri skeið, má sjómaðurin sjálvur gjalda. Tað kann vera, at sjó­ maðu­rin vil sleppa undan tí út­reiðsluni og tí ikki endur­ nýggjar sítt skeið. Fyrr var tann skip­an í Før­ oyum, at mynstringar­mynd­ ugleikin, ofta sýslumaðurin fór umborð, tá ið skip skuldi avstað, og tá noyddist sjó­ maðurin at leggja galdandi pappír á borðið. Skipið slapp ikki at loysa, fyrr enn øll viður­skifti vóru í lagi. – Tað kann vera, at skip­ arin ikki hevur maktað upp­ gáv­una, sigur Elmar Høj­ gaard. Hann heldur ikki, at Fiski­ veiðieftirlitið kann liva við bara at staðfesta brotini og melda tey til fútan. Neyðugt er at gera eitt átak, á sama hátt sum tá ið politiið fer út og ger ferðsluátøk. Elmar Højgaard minnir á, hvussu týdningarmikið tað er, at sjófólkið hevur verið á trygdarskeiði. – Kravið er ikki sett til stuttleikar, sigur hann. Her er talan um vant­andi trygdarskeið, heilsu­prógv ella vinnubræv. Fiski­veiði­ eftirlitið kannar mynstringar, tá skip annars verða kannað á fiskifeltunum, og eisini tær mynstringar, sum bein­leiðis verða sendar til skriv­stov­ una. Sambært § 7, stik. 2, í løg­ tingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring hevur mystringarmynduleikin heimild at gera neyðugar kanningar av mynstringum. Tað vísir seg alt ov ofta, at skip fara úr havn við manning, sum ikki lýkur førleikakrøvini. Fiski­veiði­ eftirlitið fer tí í vetur undir eitt átak at kanna skip, tá ið mynstrað verður fyri at tryggja, at manningarnar lúka lógarinnar krøv til før­ leika, áðrenn loyst verður. Fingið kæru frá Dimmu Kapp­ingar­ ráðið er farið at kanna, um grundar­lag er fyri at viðgera kæruna um Prent­mið­ støðina Randi Jacobsen Í Degi og Viku týs­kvøld­ ið segði Árni Greg­er­sen, blaðstjóri á Dimma­ lætt­ing, at blaðið hevði kært Prentmiðstøðina til Kappingarráðið. Pá­ standurin hjá Dimma­ lætting er, at Prent­mið­ støðin ger sær dælt av monopolstøðu síni. Terje Sigurðs­son, stjóri í Kapp­ingar­ráð­ num váttar, at ráð­ið týs­dagin fekk eina kæru frá Dimma­lætt­ ing, men hann vil ikki siga, hvat kæran snýr seg um. Hann sigur, at tey nú eru farin at kanna um grundarlag er fyri at taka kæruna upp til viðgerðar, tað vil siga, um málið er við- kom­andi eftir kapp­ ingarlógini ella ikki. Kappingarráðið ætl­ar at verið komið til eina niðurstøðu, áðr­enn dagurin í dag er farin, sigur Terje Sigurðs­son. Fuska við trygdini Fiskiveiðieftirlitið fer í næstum at kanna fleiri skip fyri at vita, um mynstringarregurnar eru hildnar Matskráin hesa vikuna Matstovan í Hoyvík Tel 660058 Hósdag 6. des. Rivjasteik Høsnafrikassé Fríggjadag 7. des. Lasanja • Knettir Svínakambur Leygardag 8. des. Rullisteik Mánadag 10. des. Stokt flesk Fiskafrikadellur Hamburgararyggur Týsdag 11. des. Stoktur høsnarungi Saltkjøt • Kjøtfrikadellur Mikudag 12. des. Stoktur fiskur Kjøtfrikadellur Bjørn Kalsø í torførari støðu Sum skilst fær Bjørn Kalsø tað trupult við at fáa undirtøku í samgonguni fyri at útvega Kringvarpi Føroya 3,5 mió. krónur aftrat Vaktarskipið Brimil fer í næstu at gera fleiri kanningar av, um mynstringarreglurnar verða hildnar, og endamálið er at fáa sjómenn at hugsa meira um trygdina Bjørn Kalsø, landstýris­mað­ ur, væntar, at spurningurin verður avgreiddur í vikuni. Men enn er als ikki vist, at hann fær undirtøku