mikudagur 5. desember 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Fremstu søgufrøðingar í USA og Europa vátta, at Dollin var lyklapersónur, tá ið belgiski
kongurin Leopold 2. mátti geva Congo frá sær sum persónliga ogn í 1908
1. partur
Dollin hevur verið púra ókendur
fyri teir flestu føroyingar. Nøkur
hava vitað, at hann var trúboðari
í Føroyum 1904-1916 eftir at hava
virkað í Congo eitt skifti framm
anundan.
Eisini hevur verið kunnugt, at
Dollin var við í eini kanning av
viðurskiftunum hjá teimum inn
føddu, og at hann hevði gjørt sítt
til at bøta um hesi viðurskifti við
at venda sær til bretsku myndug
leikarnar.
Tað var eisini nevnt í Tingakrossi
í 1904, at Dollin í 1903 hevði hildið
stórfundir í Edinburgh í Skotlandi
um støðuna í Congo.
Fyri nøkrum árum síðani varð
hildin ein stór ferðaframsýning í
norðurlendsku høvuðsstøðunum
um sambandið millum norðanlond
og Congo. Tá var spurt eftir, um
Føroyar kundu geva nakað íkast.
Men tað var hildið, at tað sum
fanst, var ikki vert at taka uppá
tunguna.
Sjálvur havi eg altíð hoyrt um
Dollan og hevði eisini uttan úrslit
roynt at finna okkurt um hann á
alnótini.
Men ein dagin í 2007 fekst av
tilvild ein slóð, og hetta var byrjanin
til eina gransking, sum hevur fingið
fram kanska ta mest forkunnugu
føroysku persónsøgu, bert grundað
á tilfar frá útlendskum keldum og
skjalasøvnum.
Úrslitið var tríggjar Miðvikur
í 2007. Framhaldandi gransking
førdi til fimm Miðvikur afturat í
2008. Í 2010 kom so bókin um Doll
an út, og her var nokk so nógv
tilfar komið afturat. Hetta váttaði
niðurstøðuna um tann søguliga
týdning, sum Dollin hevði.
Í heyst fekk The Brethren Archi
vists
and
Historians
Network
(BAHN) í Bretlandi áhuga fyri hesi
søgu. Hetta er ein stovnur, sum
bretska Brøðrasamkoman stend
ur fyri. Leiðari er Neil Dickson.
Samband fekst við henda stovnin
umvegis Tórð Jóanson, sum hevur
gjørt doktararitgerð um Brøðrasam
komuna í Føroyum, og sum hevur
havt neyvt samband við Neil.
Hesin stovnur gevur út eitt
ársrit Brethren Historical Review
við greinum um søgulig evni hjá
altjóða Brøðrasamkomuni.
Tórður hevur eisini í 2010 skriv
að eina grein um føroysku brøðra
samkomuna. Hon finst á heima
síðuna www.brethrenhistory.org,
har eisini verður greitt frá felags
skapinum.
Neil Dickson gjørdist so hugtikin
av Dollanum, at hann í stundini bað
meg um at skrivað ein grein um
hann í hetta rit.
Henda greinin skuldi vera á
“akademiskum støði”. Hetta merkir,
at hon skuldi vera undirbygd við
fótnotum, sum vísa hvar teir ymsu
upplýsingar koma frá. Her hevur
Tórður verið góður í ráðum. Inni
haldið skuldi góðkennast sum trú
vert av Neil sjálvum umframt av
einum uttanhýsis persóni. Neil
metir sjálvur, at avrikið við hesi
gransking er “excellent”, framúr
skarandi.
Hetta merkir, at trúvirðið á
søguni hevur fingið blátt stempul
og kann standa seg við aðra søgu
skriving. Samstundis verður hesin
parturin av søguni um Congo kend
millum congoáhugað søgufólk .
Arbeiðið við hesa grein førdi
til enn meira gransking. Tí er nú
nógv komið afturat tí, sum stendur
í bókini um Dollan, og hetta váttar
alt tann avgerandi týdningin, sum
Dollin hevði í herferðini móti ræðu
stýrinum hjá Leopold 2.
Í hesi og komandi Miðviku skal
verða gjørdur samandráttur av hesi
søgu við serligum denti á hetta
nýggja tilfarið. Her verður eisini í
fleiri førum víst á, at nakað av tí,
sum aðrir søgufrøðingar hava ført
fram, er skeivt, og annað er ófull
komið. Orsøkin er einfalt tann, at
hesir ikki hava vitað um Dollan, og
so hava teir gitt. Søgumenn taka
sær stórt frælsi, tá ið gitast skal.
Søgan um Dollan
Ludvig Daniel Jacob Danielsen varð
føddur uttan fyri hjúnalag í Keyp
mannahavn 25. juni 1871.
Mamman, Sigrid, flytur aftur
til Føroya, har hon verður gift við
Jákup á Kamarinum, eisini kall
aður Koppa Jákup. Dollin var ein
buldrasligur fýrur, og hann fer 18
ára gamal til Skotlands, har hann
lærir til maskinmeistara og fer út
at sigla. Hann kom m.a. til Amerika
og Suðurafrika.
Kristindóm vildi hann ikki vita
av, men eftir eitt gøtumøti í Glasgow
í 1897 verður hann umvendur. Tað
nýggja er, at Neil Dickson hevur
funnið fram til, at samkoman, har
hetta hendi, kallaðist Seamen’s
Bethel í Eaglesham street. Henda
samkoma, har leiðarin kallaðist
Alexander Gailbrath, líktist Brøðra
samkomuni nakað nógv. Dollin kom
at arbeiða í hesi sjómansmissión
eina tíð.
Men Dollin vildi gera meira fyri
Harran, nú hann var komin til trúgv.
Hann fór á Bíbliuskúla í London og
vildi sleppa í “heidningalond” at
virka.
Tá er tað, at Balolo missiónin í
London søkir eftir einum maskin
meistara til “Pioneer”, annan av
teirra bátum, sum sigldu á Congo
ánni fyri missiónina.
Dollin søkti og fekk hetta starv,
Útlendskir søgufrøðingar vátta:
Havnarmaðurin Dollin
skapti heimssøgu í Congo
Henda søgan byrjaði, tá ið Dollin gjørdist maskinmeistari og skipari á Henry Reed í juli 1903.
Bókin um Dollan við undirheitinum:
Havnarmaðurin sum broytti heimssøguna.
Hetta er nú váttað av søgufrøðingum