mikudagur 5. desember 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
sum merkti, at hann kom eisini at
gerast skipari.
Dollin hevði støð í bygdini
Bonginda, einar 1.000 fjórðingar
inni í landið niðan eftir Congoánni.
Leiðarin á hesi støð kallaðist Willi
am Douglas Armstrong, sum vit
koma at hoyra nógv meira til
seinni.
Tað tyktist at ganga væl hjá
Dollanum.
Armstrong
skrivaði
fleiri ferðir i blaðið hjá missiónini,
Regions Beyound, hvør fongur tað
var í Dollanum. Hann var ein góður
maskinmeistari. Eisini lærdi hann
málið skjótt, og kundi Dollin sum
tann tá einasti loysa Armstrong av
at halda møtir.
Snarsinnið skapti søgu
Dollin hevði kortini tann óhepna
eginleika, at hann var ógvuliga snar
sintur. Hetta gjørdi, at hann kom
í tvístøðu við sínar arbeiðsfelagar.
Eisini varð hann av teimum lagdur
undir harðskap móti teimum inn
føddu.
Hetta varð viðgjørt av missiónini
heima í London. Hon samtykti at
kalla Dollan heim til London, og
var hetta sjálvsagt eitt ógvisligt
stig móti einum trúboðara.
Men komin oman móti sjóvar
málanum, har hann skuldi fara við
ferðamannaskipi til Bretlands, fær
Dollin boð um, at kanningar hava
víst, at ákærurnar móti honum
vóru falskar ella í minsta lagi alt
ov nógv avgjørdar, og tí var heim
kallingin afturkallað.
Nú er tað, at henda søgan veru
liga byrjar. Tá er tað, at Dollin hittir
Roger Casement, bretskan kon
sul í Congo. Hann hevði fingið til
uppgávu av síni stjórn at kanna
tíðindi um yvirgang móti fólkinum.
Ábyrgdina hevði belgiski kongurin
Leopold 2, sum av USA og londum í
Europa, millum hesi Bretland, hevði
fingið uppgávuna at skipa fyri “lóg
og landaskili” í Congo. Hetta gav
Bretlandi heimild at taka hetta
stig.
Casement hevði leigað ein ameri
kanskan missiónsbát Henry Reed
til hesa kanningarferð, og honum
manglaði ein maskinmeistara. Hes
um starvi tók Dollin við, samstundis
sum hann gjørdist skipari og ann
ars stuðul og hjálparmaður hjá
Casement.
Frá hálvan juli til hálvan sep
tember sigldu teir so niðan og oman
eftir Congoánni. Teir vitjaðu ymisk
pláss og fingu váttan fyri allar teir
ræðuleikar, sum tíðindi høvdu verið
um. Millum annað, at hermenn
hjá stjórnini máttu býta avhøgdar
hendur um við patrónir. Tí vóru so
nógv fólk, har onnur hondin var
kvett av.
Dollin ger bart í Bretlandi
Dollin kemur aftur til Bretlands um
10. oktober 1903, og hann brennir
eftir at fara í holt við at kunna
bretar um ræðuleikarnar í Congo.
Hann vil hava sína missión, Balolo
missiónina, at fara undir hetta
beinanvegin. Men missiónsfeløgini,
eisini Balolo missión, høvdu fram
til tá hildið aftur at leggja seg út
við belgisku myndugleikarnar av
ótta fyri, at teir vildu forða teirra
missiónsvirksemi.
Balolo missiónin samtykti at bíða
við at gera nakað til Casement kom
aftur til Bretlands 1. desember.
Men hesum hevði Dollin ikki tol
at bíða eftir. Longu 7. og 8. november
helt hann í Edinburgh í Skotlandi
fundir við ljósmyndum fyri fleiri
túsund áhoyrarum. Væl dugdi
Dollin at tala til kenslurnar hjá fólki.
Hansara møtir seinni í Føroyum
kundu vera so kensluborin, at bæði
talari og áhoyrarar grótu!
Hesir fundir vaktu ein slíkan ans
millum fólk, at Balolo missiónin
við leiðaranum, Grattan Guinness,
lat seg sannføra og fór sjálv seinni
í november undir líknandi fundar
røð, hóast samtyktina at bíða eftir
Casement.
Dollin kom skjótt eftir heim
komuna í samband við Edmund
Morel, sum tá longu í fleiri ár hevði
skrivað dúgliga um skilið í Congo,
og hann er eisini ein lyklapersónur
í hesi søgu..
Dollin heldur fram við sínum
fundarvirksemi til í hvussu er í
desember.
Tann 23. mars 1904 stovna Morel
og Guinness felagsskapin Congo
Reform Association, og fundar
virksemið verður nú skipað um
alt Bretland og seinni eisini í USA.
Trýstið á Leopold 2. økist staðiliga
og í 1908 er tað so stórt, at hann
gevur Congo frá sær, og landið gerst
koloni hjá belgiska statinum. Hetta
bøtir um støðuna í Congo.
Dollin var á odda
Niðurstøðan í hesi gransking vísir
greitt, at Dollin var oddamaðurin
aftanfyri hesa gongd. Orsøkin til,
at hetta er ókent, er tann, at hans
ara avrik miðvíst hevur verið tagt
burtur, enntá av hansara egna
missiónsfelagi, Balolo missiónini.
Orsøkin fyri hesum sigst vera,
at í enskari søguskriving eru tað
bert eingilskmenn, sum telja nakað.
Tað er alment kent, at hetta hevur
verið galdandi fyri írar og skotar,
sum ikki hava verið tiknir uppá
tungu uttan mun til avrik. So er tað
(sjálvandi) enn meira galdandi fyri
ein føroying, sum enntá “bara” var
maskinmeistari!
Tey, sum hava skrivað um hesa
søgu, hava ikki vitað um Dollan, og
tí er slagsíða í teirra frásagnum.
Hetta er eisini komið til sjóndar
í teirri mest kendu bókini um hesa
søguna hjá Congo “Kong Leopolds
Arv” hjá Adam Hochschild. Hann
nevnir als ikki virkna tíðarskeiðið
hjá Dollanum seinast í 1903.
Hann hevur fingið greinina og
sigur um hana:
That's a fascinating article. I
wish I had been able to read it some
years ago, before writing my book.
You have done a great job in res
cuing this man for history.
“Hatta var ein hugtakandi grein.
Eg vildi ynskt, at eg hevði verið
førur fyri at lesa hana, áðrenn eg
skrivaði mína bók. Tú hevur gjørt
eitt stórt avrik at bjarga hesum
manni fyri søguna.”
Søgan um Congo og Leopold var
ókend í mong ár. Men bókin hjá
Hochschild og filmurin, sum var
grundaður á hesa bók, gjørdi hesa
tíðina kenda millum fólk.
Adam Hochschild hevur skrivað
fleiri aðrar bøkur, er týddur til 14 mál
og hevur fingið fleiri heiðursprísir.
Størri viðurkenning av hesi søgu
um Dollan enn frá slíkum manni
ber illa til at fáa.
Í komandi parti verður greitt frá
øðrum útlendskum søgumonnum,
sum hava givið sama ummæli av
míni grein. Tað eru eisini fleiri,
sum hava biðið um loyvi til at lata
øðrum hesa frásøgn.
Undan hesum tíðarskeiði í 1903
hevur verið skrivað um Congo. Trú
boðarar og aðrir sendu brøv heim,
fyrst og fremst til síni missiónsfeløg
um viðferðina av fólkinum. Men
tað, sum verður skrivað, kann jú
trætast til lygn. Tá kom at standa
pástandur móti pástandi. Tí hendi
heldur einki.
Men tað, sum nú gjørdi munin,
var, at nú varð miðvíst skipað fyri
hópfundum saman við vísing av
myndum, og tað var hetta, sum
setti eld í fólk. Myndir kundu jú
ikki lúgva! Tað verður viðurkent av
fleiri søgufrøðingum, at júst hetta
hevði ein avgerandi týdning fyri tað
sum hendi í 1903 og seinni.
Tað verður komið aftur til mynd
irnar í komandi parti, men tað er
lítil ivi um, at tað var Dollin, sum
var upprunin til “myndapartin” av
hesi søgu.
Í bókini um Dollan er væl grund
givið fyri, at tað var Dollin, sum
byrjaði herferðina um Congo í Bret
landi, og at hann fekk Balolo missi
ónina sannførda um at taka eina
greiða støðu í hesum spurningi.
Hetta var avgerandi fyri, at tað
gekk sum tað gekk.
Hetta er eisini váttað av tilfari,
sum funnið er fram, eftir at bókin
kom út. Tað er skrivað av Ruth Slade
í bók um leiklutin hjá bretskum
missiónsfeløgum í Congomálinum.
Hon skrivar beinleiðis, at um
røddi Morel royndi at fáa Dollan at
ávirka Balolomissiónina at fara til
verka í hesum máli, og at missiónini
var ávirkað at gera hetta aftaná ta
kunning, sum hon hevði fingið frá
Dollanum.
Í óprentaðari frásøgn hjá A.W.
Sloan greiðir hann frá, at Dollin
eftir heimkomuna til Bretlands
hevði fund við uttanríkisráðharran
Lord Lansdowne um Congomálið.
Serfrøðingur ivast i, um hetta er
rætt.
Men Ruth Slade váttar, at Dollin
var kendur í uttanríkisráðnum áðr
enn Casement kom heim, og at hann
var av ráðnum ætlaður at hava ein
leiklut í teirri ætlaðu uppgerðini
við stýrið hjá Leopold kongi. Dollin
hevur helst hitt embætismannin
Harry Farnall, sum hevði ábyrgdina
av Congo í uttanríkisráðnum.
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá, hvussu tað bar til at
“finna” tær 100 ára gomlu myndirnar hjá Dollanum.
Tey sum hava áhuga fyri upprunagreinini kunnu siga
mær frá.
Hetta var ein vanlig revsing
í Congo, húðfleinging
Hetta man vera kendasta bók um hetta
tíðarskeiðið í Congo. Rithøvundin Adam
Hochschild, sum einki visti um Dollan,
heldur tað vera eitt stórt avrik at hava
bjargað søguna hjá Dollanum
Roger Casement metti Dollan
høgt, hóast teir trupulleikar, sum
kundu vera av hansara snarsinni