Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. desember 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Tróndur Arge Fyrri partur av fyrra hálvleiki var ferðmikil og undirhaldandi. Bæði liðini gjørdu skjótt av í álopsspælinum og verjurnar vóru ikki tættar. Sum tíðin gekk fekk KÍF takið á dystinum. Neistin hevði torført við at bróta ígjøgnum og gjørdi fleiri villir, meðan KÍF revsað við skjótálopum. Bartal Kamban stóð væl í Neista málinum, meðan Nicklas Selvig gekk á odda hjá KÍF. Støðan í hálvleiki var 13-9 til KÍF. Í seinna hálvleiki økti KÍF um leiðsluna, og framvegis gekk Nicklas Selvig á odda. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var ongin spenningur eftir, men seinastu løtu megnaði Neistin við einum góðum enda at minka um munin til 23-20, sum gjørdist endaliga úrslitið. trondur@sosialurin.fo Selvig skjeyt KÍF til sigurs Hondbóltur Nicklas Selvig var stóri málskjúttin hjá tá KÍF í kvøld vann 23 – 20 á Neistanum í høllini á Hálsi. Hann skjeyt 13 mál. KÍF er nú trý stig fremst í Atlantic Airways deildini Myndir: Álvur Haraldsen Pól Jóhannus Justinussen, sum í summar kom úr útlegd heim­ aftur til barndómsfelagið, NSÍ, har hann ikki hevði verið síðani á sumri í 2008, heldur fram í gulu og svørtu NSÍ-klæðunum næsta kapp­ingarár. Í gjár skrivaði 23 ára gamli lands­liðsspælarin undir sáttmála við NSÍ fyri 2013, so sigast má, at verjan hjá runavíkingum ikki er illa fyri, nú Pól Jóhannus heldur fram og Einar Tróndargjógv eis­ ini er komin aftur, eftir eitt ár í B68. Pól Jóhannus hevur roynt seg í útlendskum fótbólti, fyrst í íslendska Vali og síðani danska AaB, og hóast hann nú hev­ur skrivað undir ein eitt árs sátt­ mála við NSÍ, merkir tað ikki, at dreym­urin um at fara uttanlands aftur er sleptur. – Skal eg spæla við nøkrum felag í Føroyum, so verður tað við NSÍ, og her fái eg eisini góða venjing, so eg eri klárur, tá lands­ liðsboð eru ella um okkurt út­ lendskt felag skuldi víst áhuga, sigur hann. Pól Jóhannus Justinussen, sum á myndini sæst saman við NSÍ-forkvinnuni, Kinnu Fritsdóttir, hevur eisini fingið at vita, at felagið ikki verður nøkur forð­ing, skuldi onkur útlendskur møgu­leiki stungið seg upp. hilmarjan@sosialurin.fo Pól Jóhannus heldur fram Evrard Blé spælir komandi kapp­ ingarár við uppflyarunum 07 Vestur. Hann hevur í tvey ár spælt við Víking, men samstarvið teirra mill­um heldur ikki fram. Evrard Blé var dagsins leikari, tá Víkingur vann steypafinaluna móti EB/Streymi í ár. Hann hevur í tvey ár verið bindiliðið millm verj­una og álopið hjá Víkingi. Sam­ ráð­ing­ar­nar millum Víking og fílabeinsstrandingin komu tó ikki á mál, tá partarnir tosaðu saman eftir hetta kappingarárið. Heimasíðan hjá 07 Vestur skrivaði í gjár, at sterki miðvallarin verður partur av hópinum komandi ár. Evrard Blé kom til VB/Sumba í 2005 og var ein sannur fongur. Í 2007 skifti hann til AB, har avrikini vóru svingandi. Síðani skiftið til Víking í 2011 hevur hann staðið seg væl, og tað er einki av ivast í, at talan verður um ein styrk fyri uppflytarnar, um hann heldur spælir sum hann gjørdi í steypafinaluni í ár trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Mikkjal Thomassen hevur sátt­ mála við B36 fyri komandi kapp­ ing­ar­ár, men eftir eitt hart ár fyri felagið hevur Mikkjal biðið um um­ hugsingartíð um hann skal halda fram. Tað avgerðina hevur hann nú tikið. – Hóast stigatalvan í fjør kundi sæð vakrari út, so hava vit í fel­ag­ num verið serstakliga væl nøgd við tað, sum Mikkjal hevur avrikað. Sjálvur ynskti Mikkjal tó at fáa nakrar vikur at umhugsa seg í, tá kappingin var av, og hesum vildu vit fegin ganga á møti. Vit hava tí bíðað eftir svari frá honum, áðrenn vit tóku nøkur onnur stig, og nú hevur Mikkjal tikið støðu um at halda fram. Og tað eru vit serstakliga væl nøgd við, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36. Tá Mikkjal saman við John Petersen tók við venjarastarvinum í 2011, skrivaðu partarnir undir ein trý-ára sáttmála. Ein sáttmáli, sum tó innihelt ein klausul um, at venj­ ar­arnir kundu velja at steðga sam­ starv­inum. – John gav okkum boð í góðari tíð, tá hann fór í barnsburðarfarloyvi, men ætlanin hjá okkum hevur alla tíðina verið, at talan í minsta lagi varð um trý ár við somu venjarum, sigur formaðurin í B36. Árstalsfelagið hevur mist fleiri leikarar frá í. Millum annað Jonas Flindt Rasmussen, Atla Danielsen, um­framt at Lukasz Cieslewicz hevur fingið frítt at finna sær nýtt felag hóast hann hevur sáttmála. Sum skilst, so arbeiðir B36 við eini loysn so ársins leikari 2011 kann halda fram í felagnum. Bárður Olsen og Gunnar Zachariasen hava millm annað spurt seg fyri í HB, og tí er ósannlíkt, at teir halda fram. Keldur siga, at Gunnar Zachariasen skiftir til EB/ Streym. Blé til 07 Vestur Mikkjal venur B36 í 2013 Fótbóltur Tað er nú greitt, at høvuðsvenjarin hjá B36 framvegis eitur Mikkjal Thomassen Neistin - KÍF 20 - 23 (9-13) Neistin: Teitur Magnusson 5, Torstein Balle 4, Terji Mørk 3, Ári Roch 2, Rógvi Nolsøe 1, Rói Berg Hansen 1, Kriss Poulsen 1, Andras Joensen 1, Beinur Davidsen 1, Herbjørn Lava 1 KÍF: Nicklas Selvig 13, Hans Eli Sigurbjørnson 5, Teitur Joensen 2, Ási Dam 2, Rúni Joensen 1