mikudagur 5. desember 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Jákup á Borg er eitt væl kent
navn í føroyskum fótbólti. Hann
kom á fyrsta lið hjá B36 sum bara
16 ára gamal, og vann sítt fyrsta
meistaraheiti longu árið eftir. Í
1998 bleiv hann toppskorari í før
oyskum fótbólti og fekk lands
liðsboð.
Tað gekk so væl, at Liverpool
bjóðaði honum til royndarvenj
ingar, men hóast Liverpool vóru
væl nøgdir, so broytti eitt venjara
skifti og ein nýggj royndarvenjing
alt.
Í 1999 verður hann á øðrum
sinni toppskorari. B36 vinnur
aftur FM í 2001.
Jákup vinnur sær fast pláss á
landsliðnum, men hóast ymisk
tilboð, so gera góðu treytirnar tað
gott at liva í Føroyum.
Síðst í 2002 missur Jákup sína
stóru fyrimynd, tá stóribeiggin
Høgni á Borg doyr einans 32 ára
gamal. Í dag, tíggju ár seinni, fyllir
hann framvegis nógv í hjartanum
og fyrireikingunum hjá Jákupi til
hvønn dyst.
Í 2004 skiftir Mr. B36 til HB.
Tað sendir ein skelk gjøgnum
føroyska fótboltsheimin. Fyrsti
dysturin er móti B36. Skelti við
áskriftini »Judas á Borg« eru at
síggja í Gundadali.
Jákup spælir í HB fram til á
sumri 2008, tá hann skiftir aftur
til B36. Í 2011 vinnur hann aftur
meistaraheitið.
Jákup á Borg hevur spælt 61
landsdystir, men kundi havt spælt
nakrar afturat. Hann hevur nú
endaliga sagt farvæl við landsliðs
fótbólt.
Hann er 13 mál frá at gerast
mest skorandi spælarin í føroysk
um fótbólti.
Bara fótbóltur
Jákup á Borg býr í dag í Hoyvík
har hann saman við konuni, Susi,
hevur bygt hús. Har búgva tey
saman við børnunum, Fríði og
Anna. Fyrstur at taka ímóti er
tó eitt ára gamli Prince. Hann er
skeptiskur og ikki fyrr enn hann
hevur kannað nýggjan gestin
gjølla, gevur hann tekin um, at
Sosialurin kann koma inn. Prince
er av hundaslagnum Mops, sum
vit eisini kenna úr filminum Men
in Black.
Børnini eru farin í song. Tað er
myrkt og kalt uttanfyri. Útsýnið
í stovuni er gott. Jákup hevur
skrivað sær nøkur ting niður, tí
minnið hevur hug at arga, tá tos
ið fellur inn á gamlar dystir og
hendingar.
Jákup er næst yngstur av
fýra. Hann er uppvaksin í einum
fótbóltsumhvørvi í Konmans
mýru. Hvønn dag er fótbóltur á
skránni í grannalagnum, og tað
eru ikki ókend nøvn í føroyska
fótbóltsheiminum, sum talan er
um. Jan Dam, Mikkjal Thomassen,
Sigfríður
Clementsen,
Jón
Rói Jacobsen og Vagnur Mohr
Mortensen eru nakrir av teimum,
sum eru uppvaksnir har á leið.
Í skúlanum hevur Jákup ilt við
at sita í fri og lurta, men er ikki
beinleiðis óskikkiligur.
– Í dagsins samfelagið hevði
eg sikkurt verið stemplaður sum
DAMP og fingið eina rúgvu av
heilivági fyri tað, sigur Jákup
skemtandi.
Hann hevur altíð livað við
fullari ferð, og soleiðis var eisini
í fólkaskúlanum. Í fríkorterinum
er eisini fótbóltur á skránni. Tað
ræður um at verða fyrst í skúla
garðin og finna sær eitt mál, og
njóta tað so leingi sum til ber. Tí
hvørja løtu komu tey eldru børn
ini, og verða Jákup og teir bara
skumpaðir til viks.
Jákup byrjar sum heilt ungur
at venja við B36. Tað er sonur ein
av stovnarunum, Eiler Mouritsen,
sum hálar ein ungan Jákup á Borg
við til venjing.
– Eg var ótrúliga heppin sum
ungdómsleikari. Eg hevði venj
arar sum Annfinn Danielsen,
John Klein og Jacob Thomsen.
Teir gingu upp í tað við lív og sál.
Eg hevði eisini núverandi B36 for
mannin, Sámal Ímundarsson, sum
venjara eina árið, sigur Jákup.
Menn sum Hallur Johannesen,
Halgir Arge, Bárður Lava, Gutti
Winther, Dánjal á Neystabø, og
René Tórgarð eru á liðnum. Teir
vinna fleiri gullheiðursmerki.
Í 1996 er Jákup á Borg fyrsta
árs unglingur, men tá eru boð
eftir honum á besta liðnum.
Jákup á Borg vangamynd
Hann er ávegis at gerast mest skorandi leikarin í føroyskum fótbólti, men tað nívur hann,
at hann ikki tók av tilboðunum frá útlandinum. Hann hevur royndarvant við Liverpool,
og verið á sama liðið sum Steven Gerrard og Robbie Fowler. Hann hevur gjørt eitt tað
mest umtalaða skiftið í føroyskum fótbólti. Hann er familjumaður, eigur og rekur egið
virki og hevur endaliga takka fyri seg á landsliðnum. Hann er Jákup á Borg
Eg kundi spælt
við Liverpool
...framhald á síðu 30
Eg kendi tað sum eg bleiv gjørdur
til syndabukk. Eg og Rúni hava altíð
verið væl, men tað broytti alt