mikudagur 5. desember 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Dreyma byrjan
Lívið í bestu deildini er hart, men
Jákup fær góða vegleiðing. Longu
sum 16 ára gamla skal hann royna
seg millum menn, sum hann ann
ars bara hevur sæð upp til. Venjari
hjá B36 er Jógvan Norðbúð. Hann
dugur at skilja, at Jákup er ungur og
óstøðugur í sínum avrikum. Eisini
verjukempan,
Óli
Johannesen,
kemur til felagið. Tað hevur stór
an týdning fyri menningina av
Jákupi.
– Óli er kanska tann fótbólts
spælarin eg havi størst virðing fyri.
Hann lærdi meg nógv tá eg kom
upp á besta liðið, sigur Jákup.
Hann hevur tað fyri at spæla
góðar dystir móti HB. Í seinasta
dystinum í kappingaráinum 1996
vinnur B36 á HB. Jákup á Borg
staðfestur sigurin til 2-0 stutt fyri
tíð. Unglingurin hevur upp á eitt ár
bitið seg fastan á besta liðnum. Tað
merkist eisini uttanfyri vøllin.
– Brádliga sat eg í Casablanca
og drakk øl saman við stórum per
sónligheitum í føroyskum fótbólti.
Hetta hóast Muldi altíð hevði
strengt 21 ára aldursmark. Men
soleiðis var, tá tú spældi við besta
liðnum hjá B36, greiður Jákup smíl
andi frá.
Sivic kemur til B36
Jákup hevur hug at framhevja
tríggjar venjarar, sum hava gjørt
nógv fyri hann sum fótbóltsspælara.
Ein teirra er Tomislav Sivic, sum í
1997 verður leikandi venjari hjá B36.
Hann er úr gamla Jugoslavia og
hevur frammanundan verið venj
ari hjá VB.
B36 liðið er gott. John Petersen
kemur afturat úr GÍ, og hópurin
telur menn sum Egin Høgnesen,
Tummas Eli og Jens Kristian
Hansen, Óla Johannesen og Julian
Johnsson.
Føroyska sinnalagið verður rulla
saman og tveitt í eitt ruskílat. Menn
skulu út at renna.
– Eg minnist onkrar av renni
venjinginum hann plagdi at hava.
Tær vóru púra ørar í høvdinum.
Men tú hevði einki val, tí Tomislav
rann sjálvur fremst og orkaði best,
greiður Jákup frá.
B36 spælir ikki altíð so væl, men
mangan er nógva orkan munurin á
liðnum. Um summarið er Inter Toto
Cup á skránni. Ein av uppgávunum
er ein útidystur móti FC Panachaiki
Patras úr Grikkalandi.
– Fyri at venja okkum við hitan
kravdi Tomislav, at vit ein heitan
summar dag í Gundadali skuldu
venja í fleiri løgum av troyggjum og
buksum. Slíkt hevði aldrin gingið í
dag, men soleiðis vóru tingini bara
tá, sigur Jákup og grínur.
Kappingarárið endar við fyrsta
FM heitinum í longri tíð. B36 vinn
ur avgerandi dystin í Vági 2-1, og
túrurin til Havnar við Smyrli gerst
ógloymandi.
Í 1998 og 1999 verður Jákup á Borg
toppskorari í føroyskum fótbólti.
Liðið er ótrúliga gott, men tað blívur
ikki til nakað gullheiðursmerki.
Hvørki
í
landskappingini
ella
steypakappingini.
– John Petersen eigur ein stóran
heiður av at eg gjørdist toppskorari
hasi bæði árini. Ikki tí, eg legði eisini
upp til nógv mál hjá honum, men
hini liðini dekkaðu hann altíð við
tveimum monnum, og tað gav mær
meiri pláss, sigur Jákup.
Jákup er nú mentur til ein lykla
leikara á B36 liðnum, og hevur fing
ið landsliðsboð á fyrsta sinni.
– Tomislav gjørdi meg til tann
spælarin eg var tá. Onkuntíð hugsi
eg, at fleiri av teimum ungu leikar
unum í dag kundu trongt til at havt
Tomislav til venjara í eina tíð, sigur
Jákup.
Prince liggur og hálvsvevur á
sofuni, men lukturin av nýggjum
kaffi fær hann at rakna við.
Kundi spælt í Liverpool
Góða gongdin í heimligu kappingini
ger, at Jákup fær ein møguleika at
venja við søguríka enska felagnum
Liverpool. Jákup í Stórustovu er við
at fáa fótin fyri seg sum umboðs
maður á altjóða marknaðinum.
Jákup á Borg hevur árið fyri verið
saman við Heðini á Lakjuni og
royndarvant í Watford, men einki
spyrst burturúr.
– Eg hoyrdi, at teir vildi hava
okkum báðar ella ongan. Eg havi
ikki uppspurt akkurát hvat tað
var, sum hendi, men skiftini koma
so ongantíð upp á pláss, greiður
Jákup frá.
Um summarið 1998 fer Jákup so
á fyrsta sinni til Liverpool. Hann
býr hjá eini eldri konu og útsýnið er
Anfield – heimavøllurin hjá Liver
pool.
– Hetta var óveruligt hugsaði eg,
tá eg fyrsti ferð hoyrdi um møgu
leikan. Eg hugsaði eisini, at eg kundi
ikki fortelja teimum, at eg eri íðin
Manchester United viðhaldsmaður.
Tað endaði við, at eg fjaldi meg sum
ein Tottenham viðhaldsmann. Tað
gekk, sigur Jákup.
Stóra stjørnan í Liverpool um
hetta mundið er Michael Owen.
Jákup er smæðin uttanfyri vøllin
og sigur ikki nógv. Hann torir ikki
rættiliga at eta saman við hinum,
men á vøllinum er øðrvísi.
Royndarvenjingin gongur væl,
Jákup spælir dyst við eykaliðnum.
Á liðnum tann dagin eru menn sum
Robbie Fowler, David James, Jason
McAteer og nakað minni kendu
norrmenninir, Stig Inge Bjørneby
og Bjørn Tore Kvarme, ið eisini
spældu á besta liðnum. Liverpool
vinnur dystin og Jákup spælir væl.
– Serliga David James var stutt
ligur minnist eg. Eftir dystin søgdu
teir við meg, at teir vóru glaðir fyri
tað teir høvdu sæð, og gjarna vildu
síggja meg eina ferð afturat, sigur
Jákup.
Til hetta kappingarárið er frak
lendingurin, Gerard Houllier, komin
afturat venjaratoyminum. Hann
virkar sum høvðusvenjari saman
við væl lýdda Roy Evans.
Jákup kemur aftur til Liverpool
eftir kappingarenda í 1998, men nú
riggar einki.
– Alt tað sum riggaði væl fyrru
ferð, riggaði illa hesaferð, sigur
Jákup.
Hann venur við eykaliðnum, og
spælir fleiri dystir. Millum annað
er hann á liðið saman við Steven
Gerrard, sum í dag er liðskipari í
Liverpool.
– Eg minnist at onkur
peikaði á hann og
segði, at hasin fór
at blíva góður.
Tað bleiv hann
so
eisini,
sigur
Jákup.
Mitt í seinnu royndar
venjingini
verður
kallað
inn til fund, og ein tárandi
Roy Evans leggur frá sær.
Tað var serliga gjøgnum
Roy, at Jákup og Jákup vóru
endaðir í Liverpool. Nú var
hann burtur.
Jákup metir í dag, at blivu
kortini spæld eitt sindur
øðrvísi, so hevði hann kunna
fingið sáttmála við Liverpool.
– Eg hevði kostað teimum
millum lítið og einki. Tað er
nemt at siga í dag, men
kanska skuldu vit sagt nei til
seinnu royndarvenjingina.
Teir høvdu sæð tað teir
skuldu fyrru ferðina, og
so trýst teir eitt sindur. So kundi eg
kanska havt spælt í Liverpool, sigur
Jákup.
Enn eitt meistaraheitið
Í 2000 verður Tomislav útskiftur
við svenska ítróttarsálarfrøðingin
Per Olov Andersson, eisini nevndur
Pelle. Tað er ein kolvelting í mun til
tann harða Tomislav.
– Tá tað gekk illa skuldu vit
standa í ring, og tosa við viðkomandi
til hann kom í gott lag aftur. Tað
var bara ein ov stór broyting, sigur
Jákup, sum enn tann dag í dag hev
ur samband við Pella, sum ikki
gjørdist gamal sum venjari hjá B36.
Pjotr Krakowski tók yvir áðrenn
kappingin endaði.
Í 2001 vinnur B36 aftur meistara
heitið. Liðið er væl mannað og fýra
teir fremstu eru Jákup á Borg, John
Petersen, Heðin á Lakjuni og Magni
á Lakjuni.
B36 vinnur meistaraheitið í
Gundadali móti HB við máli, sum
Heðin á Lakjuni skorar. Jákup, sum
er í skúla í Danmark verður flogin
heim til dystin, men spælir bara
tjúgu minuttir.
– Eg fekk eina
ógvusliga takling og
mátti av vøllinum. Eg
fór inn í skiftirúmið
og fór bara at gráta.
Eg fekk næstan
einki
við
av
dystinum, sig
ur
Jákup,
sum
tó
kundi fegn
ast
saman
við liðfeløgunum eftir
dystin.
Í 2002 og 2003 gongur
væl hjá felagnum, men
Jákup kennir á sær, at
hann er so smátt við
at steðga upp.
Tað endar við, at
sáttmálasamráðingarnar
slitna, og Jákup á Borg ger
eitt tað mest umtalaða
skiftið
í
føroyskum
fótbólti.
Mr. B36 til HB
Í 2004 fyllir HB 100 ár. Teir gera
nógv burturúr, men ongin hevði
væntað, at Jákup á Borg skuldi eiga
nakran lut í tí føðingardegnum.
Hann var jú Mr. B36.
Jákup er sjálvur tvørur av natúr,
men við samráðingarborðið møtir
hann einum manni, sum heldur ikki
vil boyggja seg. Tað er formaðurin í
B36, Kristian á Neystabø.
– Vit eru kanska nokk so líkir, og
tað var nokk eisini tað, sum gjørdi
at vit ikki komu á mál. Í veruleik
anum so snúði tað seg um einar 500
krónur. Eg stóð við mítt og hann við
sítt, greiður Jákup á Borg frá.
Samanhaldið millum leikararnar
í grannafeløgunum var gott tá,
og Jákup hevði millum annað ar
beitt saman við Rúna Nolsøe í
Thomas Dam. Tað kemur millum
annað honum, Hans á Lag og Halli
Danielsen fyri oyra, at alt ikki rugg
aði rætt í B36 viðvíkjandi Jákupi á
Borg.
– Eg hevði áður fingið bjóðað tví
falda løn frá feløgum á bygd, men
tað hugsaði eg ikki ein gongd um.
Tankin um at skula koyra til eitt
nú Toftir og venja í vindinum har í
mun til pottin í Gundadali kom ikki
upp á tal, sigur Jákup.
Tað endar við, at Jákup á Borg
skiftir til HB. Familjan stuðlar hon
um, men onkur av garvaðu við
haldsfólkunum vildu ikki heilsa
upp á hann longur.
– Eg var glaður fyri allan tað
stuðulin eg fekk, men eg skilji eisini
tey fólkini, sum ikki vildu heilsa
upp á meg. Tey elska jú sítt felag so
nógv. Tað er jú tað fótbóltur snýr
seg um, sigur Jákup ásannandi.
Jákup verður útleigaður til OB
fyri kappingarbyrjan, og fyrsti dyst
urin í HB troyggjuni er móti B36. Í
Gundadali hanga skelti við áskrift
ini »Judas á Borg« og »Svíkjari«. HB
er nógv tað betra liðið og vinnur
5-2.
– Tað var Allan Dybczak, sum
hevði skipað fyri, at allir dreingja
liðsleikarnir hjá honum skuldu
ýla eftir mær. Hann er í dag íðin
HB viðhaldsmaður, sigur Jákup og
flennur.
HB vinnur greipuna tað árið.
– HB var eitt heitt felag at koma
til. Øll í familjuni vóru væl móttikin.
Eg angri ikki at eg skifti til HB. Eg
eri 100 prosent har eg eri, og tað var
eg eisini í HB, sigur Jákup.
Ferðin heim aftur
Jákup á Borg spælir í HB fram til
2008. Í 2005 tapir HB FM finaluna
fyri B36, sum harvið vinnur meist
araheitið. Í 2006 kemur Krzysztof
Popczynski til HB. Jákup á Borg
hevur sítt besta persónliga kapp
ingarár, og verður kosin til ársins
leikari.
Jákup nevnir Krzysztof sum ein
av teimum trimum venjarunum,
sum hevur givið honum mest sum
fótbóltsspælara.
– Hann kravdi nógv av okkum,
men hann kravdi so sanniliga eisini
nógv av sær sjálvum. Slíkt smittar
av upp á okkum spælarar, sigur
Jákup.
Krzysztof verður heldur óskilj
Jákup á Borg vangamynd
Í veruleikanum so snúði tað seg um einar
500 krónur. Eg stóð við mítt og hann við sítt