mikudagur 5. desember 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 5. desember 2012 · Nr. 142
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
andi koyrdur frá árið eftir. Í 2008
stílar HB høgt. Fróði Benjaminsen
og Christian Høgni Jacobsen koma
til felagið, Andrew av Fløtum kemur
aftur niðri frá, og Rúni Nolsøe er
nýggjur venjari.
Undan kappingarbyrjan verð
ur atkvøtt um hvør skal verða lið
skipari. Tað verður Jákup á Borg. Á
vøllinum gongur einki hjá HB. Tað
endar við, at Rúni Nolsøe velur at
taka liðskiparabandið frá Jákupi.
– Eg kendi tað sum eg bleiv
gjørdur til syndabukk. Eg og Rúni
hava altíð verið væl, men tað
broytti alt. Tað er ikki fyrr enn í ár,
at eg veruliga havi tosað við hann
aftur. Eg eri vísur í, at boðini komu
aðrastaðni frá, sigur Jákup.
Í summarsteðginum fer Jákup
til Danmarkar við familjuni, tá tele
fonin ringir. Tað er formaðurin í HB,
Birgir Enghamar.
– Hann sigur, at Kristian á
Neystabø hevur havt ein fyrispurn
ing um at fáa meg aftur til B36, og
at HB ikki vil standa í vegin, sigur
Jákup.
HB velur í nógvar mátar at stuðla
Rúna í stíðnum teirra millum. Ein
mánað seinni verður Sámal Erik
Hentze settur sum venjari saman
við Rúna.
Í B36 verður Jákup væl móttikin
aftur. Felagið siglir í tungum sjógvi
komandi tvey árini, men Jákup lær
ir nógv sum fótboltsspælari.
Í 2011 vinnur B36 aftur meistara
heitið. Jákup hevur eitt gott kapp
ingarár, og samanspælið millum
hann og Lukasz Cieslewicz minnur
Jákup um samanspælið millum
hann og John Petersen.
Venjari er Mikkjal Thomassen,
sum er tann triði venjari, sum Jákup
metir hevur givið honum nógv sum
fótbóltsspælara. Mikkjal er mál
rættaður og venjingarnar eru lagd
ar væl til rættis. Hann hevur eisini
heilt serligar eginleikar at motivera
liðið undan dysti, og veit nær hann
skal brúka tær ymisku talurnar.
Sjálvt Hvalbingar øtast við
Ongantíð hevur Jákup á Borg verið
so bangin, sum tá B36 í 2002 mátti
suður við lítlum báti, tí streyka var.
FSF sýtti fyri at flyta dystin og so
var einki at gera.
– Eg veit ikki hvussu stórur bát
urin var, men vit passaðu akkurát í
hann, sigur Jákup.
Tað er síðst í Apríl og Tróndur
Vanthamar hevur tikið luftbyrsina
við og skjýtur frá hond eftir
fugli. Við á ferðini er eisini Julian
Florescu. Rumenin er bangin sjálvt
um veðrið er gott á veg suður.
– Vit tapa dystin í kolandi stormi
og hugsa bara um at sleppa avstað
aftur, greiður Jákup frá.
Tað tekur tveir tímar bara at
koma á opið hav. Tað byrjar so
smátt at ganga upp fyri teimum, at
hetta vist nokk ikki var eitt serliga
gott hugskot.
– Tá aldurnar vóru upp á tað
hægsta sóu vit ikki land. Bara risa
stórar aldur, sigur Jákup og greið
ur frá sum situr hann aftur í bát
inum.
Tað er ikki hugsingur um at
venda bátinum, tí fær hann eina
aldu frá síðuni, so koppar hann.
Tað eydnast at fáa sett kós móti
landi aftur. Komnir á keiina standa
hvalbingar og rista við hødvinum.
– Tá sjálvt hvalbingar spyrja hvat
vit hugsa fyri okkum, so hevur tað
verið nakað ringt veður, staðfestur
Jákup á Borg, og sendir Julian
Florescu ein tanka. Stakkalin kann
ikki hava havt tað gott.
Hópurin steðgar í Suðri í nakrar
dagar. Dagin eftir dystin fyllur John
Petersen 30 ár. Í føðingardagsgávu
hava nakrir á liðnum skipa fyri
trimum stripparum. Tá John eina
ferð tekur bindið fyri eyguni av fær
hann sjokk, tí stripparnir eru ikki
veruligur stripparar, men heldur
spælarar hjá B36!
Ov nógv virðing
á landsliðnum
Jákup á Borg er 18 ára gamal tá hann
fær landsliðsboð fyrstu ferð. Hann
er farin ein túr í SMS. Hans á Lag er
til arbeiðis í Deres. Hann hevur um
vegis táverandi HB venjaran fingið
at vita hvør er úttikin.
– Hann sigur so tillukku við
landsliðsúttøkuni, men eg trúgvi
honum ikki. Tá fekst tú boðini um
vegis tíðindini í Útvarpinum, greið
ur Jákup frá.
Fyrsti dysturin er í Bosina, sum
er nógv merkt av kríggi. Í upphit
ingini fer ljósið á leikvøllinum, og
spenningurin er spentur kring leik
vøllin.
Áskoðararnir byrja so at lýsa
við lasarum. Føroysku spælararnir
kenna seg ótryggar. Fyrst lýsa teir
á Julian Johnsson, sum tvísporar
inn í skiftirúmið. Síðani verður lýst
eftir Una Arge, sum tveitur seg í
vøllin og roynir at goyma seg.
Jákup spælir 61 landsdystir og
skorar tvey mál. Millum minnilig
astu dystirnar er 2-2 javnleikurin í
móti Skotlandi á Svangaskarði, og
dysturin í Hannover í 2002.
Tað hava eisini verið dystir, sum
Jákup hevur bestan hug at gloyma.
Ein teirra var á útivølli móti Skot
landi í 2006. Føroyska liðið er aftan
fyri 5-0 í hálvleikinum
– Hvørja ferð teir skoraðu, so fór
ein sangur frá á leikvøllinum. Tá teir
høvdu skorað nøkur mál, fangaði eg
meg sjálvan í at murra við til lagið,
sigur Jákup og grínur.
Jákup var í nógv ár yngstur á
landsliðnum, og tað innibar nakrar
ótaknemmiligar
uppgávur.
Ein
teirra var at standa í manngarð,
meðan Óli Johannesen vandi frí
spørk.
– Eg veit ikki hvussu oftani Óli
royndi seg, men hann rakti aldrin
málið. Hann rakti bara okkum, sig
ur Jákup og tykist næstan fáa ilt
bara at tosa um tað.
– Er tað nakað sum eg kundi
hugsa mær at gjørt øðrvísi á lands
liðnum, so hevði tað verið at spælt
við minni virðing fyri mótstøuni.
Haldi mangan at eg hevði ov stóra
virðing, og tí ikki trúði nóg mikið
uppá meg sjálvan, sigur Jákup.
Lars Olsen og Jóannes Jakobsen
høvdu Jákup í tonkunum eftir
at hann var givin, men tað bleiv
ongantíð til nakran landsdyst. So
statt er seinasti landsdysturin hjá
Jákupi 2-1 sigurin á Litava á Svanga
skarði.
– Eg havi altíð vilja funnið hurð
ina á landsliðnum sjálvur, sigur
Jákup, sum 33 ára gamal hevur
spælt sín seinasta landsdyst.
Familjumaður
Gjøgnum alla samrøðuna nevnir
Jákup fleiri ferðir familjuna. Hann
er sera takksamur fyri stuðulin
hann hevur finigð gjøgnum ár og
dag frá teimum.
Tað er serliga ein hending í 2002,
sum hevur merkt Jákup fyri lívið.
Sum bara 32 ára gamal doyr stóri
beiggin, Høgni á Borg. Hann er stóra
fyrimyndin hjá Jákupi, umframt at
hann eisini er størsti viðhaldsmað
urin hjá Jákupi.
Undan hvørjum dysti fer Jákup
ein túr á grøvuna hjá Høgna at
heilsa uppá. Tað er ein fastur tátt
ur, sum fær Jákup at samla tank
arnar.
– Eisini tá eg hiti upp, so plagi
eg at hugsa um hann. Hann var
altíð fyrsti maður í Gundadali, so
eg ímyndi mær, at hann hevði sitið
har. Tá eg skori, so peiki eg altíð upp
í loft. Tað er ein heilsan til Høgna,
sigur Jákup.
Jákup hevði fleiri møguleikar
at royna seg uttanlands, men tók
ongantíð av.
– Er tað nakað, sum eg hevði
gjørt øðrvísi í dag, so hevði eg nokk
tikið av onkrum av tilboðunum,
sum eg fekk úr eitt nú Íslandi. Eg
hevði tað bara so gott í Føroyum,
sigur Jákup.
Fleiri ferðir í samrøðuni kemur
bland í minniligu dystirnar hjá
Jákupi, og hann má ringja til vinir
og kenningar fyri at fá greiðu á
akkurát hvat hendi nær. Millum
annað kom hann brádliga í tankar
um, at hann faktist hevði spælt við
eykaliðnum hjá Liverpool móti sín
um elskaða Manchester United.
– Eg veit ikki hví eg minnist slík
ting so illa. Tað má vera tí eg livi í
fullari ferð, og ikki havi stundir at
steðga á at hugsa um tingini, sigur
Jákup. Hann vísur somuleiðis á, at
hann má tveitast í kjallarin tá Man
chester United spælir, tí hann er so
íðin.
– Tað er næstan ótrúligt, at eg
ikki skal minnast at hava spælt
móti eykaliðnum hjá Manchester
United, sigur Jákup víðari og ristur
við høvdinum.
Jákup
minnist
heldur
ikki
steypafinalu sigurin í 2003, og
má ringja til vinmannin Fróða
Clementsen fyri at fáa greiðu á hvør
mótstøðan var – B36 vann 3-1 á GÍ,
og Jákup skoraði eitt av málunum.
Fróði fekk reytt kort.
Tað er hinvegin heldur ikki lætt
at skula skilja millum næstan 500
dystir og 176 mál. Jákup hevur skot
ið 133 mál í bestu deildini. Tað eru 13
færri enn John Petersen, sum hev
ur núverandi metið.
– Mentalt eri eg klárur at spæla
fleiri ár afturat, so um beinini vilja
tað, so ætli eg mær at taka metið,
sigur Jákup á Borg at enda.
Prince liggur og snorkar á sofuni.
Kaffe er blivið kalt og ljósini í flestu
av húsunum í Viljormsgøtu eru
sløkt. Hóast yrkisleiðin hjá Jákupi
ikki fevnir um so nógv skiftið, so
hevur havnarmaðurin upplivað
nógv.
Vil heilsan, so kann Jákup á Borg
gerast tann leikarin, ið hevur spælt
flest dystir og skotið flest mál í før
oyskum fótbólti.
trondur@sosialurin.fo
Jákup á Borg vangamynd
Jákup á Borg
Føddur: 26. septembur 1979
Foreldur: Guðrun og Heini á Borg
Kona: Susi á Borg
Børn: Fríði 9 ár, Anna 4 ár
Starv: Stjóri og eigari av Bilrøkt
Yrkisleið:
1996 - 2003 . . . . . . . . . . . . . . . B36
2004 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . OB
2004 - 2008 . . . . . . . . . . . . . . . . HB
2008 - . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36
Landsdystir . . . . . . . . . . . . . . . 61/2
Eg minnist onkrar av rennivenjinginum
hann plagdi at hava. Tær vóru púra ørar í
høvdinum. Men tú hevði einki val, tí Tomislav
rann sjálvur fremst og orkaði best