Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Eydnast tað ikki at fáa útlendsk flogfeløg at taka kappingina upp við Atlantsflog um føroya­flúgv­ ingin, má landið leggja upp í. Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­ málum. Ferðaseðlaprísirnir hjá Atlantsflog standa javn­ an fyri skotum og teir eru stundum eisini við við­gerð­ ar í Lø­gtinginum. Tað hava teir verið enn einaferð, nú Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javn­að­ar­ flokkin, spurdi lands­stýris­ mannin, hvørjar ætlan­ir hann hevur við ferða­seðla­ prísi­num hjá Atlantsflogi. Hon spyr, um lands­ stýris­maðurin kann góð­ taka, at ferðafólk rinda ymisk­ar prísir fyri sama ferða­seðil. - Í einum og sama flog­ fari sita fólk lið um lið, har summi hava rindað 600 krón­ur fyri ein ferðaseðil og on­nur hava goldið 4.500 krón­ur fyri ferðaseðilin. Tingkvinnan vildi hava at vita um Johan Dahl ikki helt, at tað var ruddiligast, at øll altíð rindaði tað sama fyri ferðaseðilin, kans­ka 1000 krónur fyri ein ferðaseðil úr Vágum til Kast­rup. Rigmor Dam vísir á, at í veruleikanum hevur Atlants­flog einkarrætt upp á flúgving til og úr Før­oy­ um, tí ferðafólk hava onga aðra­staðni at fara, sama um tey eru nøgd við tænastuna ella ikki. Tí eigur politiski myndug­ leikin eigur at viðurkenna, at hann hevur ábyrgd av land­sins borgarum og at tryggja sámuligar prísir á flogferðaseðlum, akkur­át, sum vit geva Strand­ferðslu­ ni eina játtan á fíggjarlógini fyri at tryggja sámuligan prís fyri at ferðast ímillum oyggjarnar. Blandar seg ikki Johan Dahl staðfestir, at flog­feløg í heiminum hava ymsar ferðaseðlaprísir, men tað er eisini ógvuliga ymiskt, hvørjar treytir og hvørji ræt­t­indini fylgja teimum ymsu ferðaseðlunum, alt eftir, hvat teir kosta. - Landsstýrið ætlar ikki at avmarka rættindini hjá Atlants­flogi at virka, leggur hann afturat. Hinvegin staðfestir hann, at skal prísurin á ferða­seðlum ímillum Før­ oy­ar og Danmark kosta 1000 krónur, fer tað at kosta landskassanum 250 milliónir í stuðuli til Atlants­flog. Fáa ein møguleika Ístaðin fyri, at taka politisk stig fyri at tryggja, at prísurin á ferðaseðlum lækk­ar, vil Johan Dahl held­ur hava kapping á økinum, tí tað fer at trýsta prísin nið­ur. Hann sigur, at nógv er gjørt fyri at skapa kapp­ ing á økinum við longd­ um vølli og nýggjari far­ støð, samstundis sum vit í næstu framtíð verða partur í evropiska loft­ferðslu­ pakkanum. Tí er hann sannførdur um, at kapping fer at verða á føroyarutuni og hann er sinn­að­ur at geva øðrum flog­feløg­um ein møguleika. Men hann staðfesti somu­leiðis, at verður ongin kap­p­ing í næstu framtíð, er støð­an ein onnur og so má spurn­ing­urin takast upp til politiska viðgerð. - So eigur landið at keypa tann privata partin av Atlants­flogi og at tryggja, at prísurin á ferðsseðlum lækk­ar. Hann væntar eisini, at tey flestu í Løgtinginum taka undir við honum í hes­ um, hóast hetta ikki er við­ gjørt í samgonguni. Men hann staðfestir, at sam­gongan hevur sett sær fyri at seta tiltøk í verk fyri at steðga fráflytingini og royna at vaksa um fólka­ tal­ið. - Ferðaseðlaprísurin er væl­saktans ein partur av tí, sig­ur hann. Hann sigur, at flog­sam­ bandið er okkara mot­or­ veg­ur út í heim og hann má vera atkomiligur fyri ein sámu­ligan prís. Hann staðfestir, at í dag er prísurin ikki sámuligur og verður ongin kapping, sum fær prísin niður, eigur polit­iski myndugleikin at trygg­ja, at so verður. Í ringasta føri má landið tryggja bíligar ferðaseðlar KAPPING Prísurin á flogferðaseðlum má lækkast og verður tað neyðugt, má landið leggja upp í, staðfestir landsstýrismaðurin í vinnumálum Atlantsflog fer at fáa kapping á Føroyarutuni. Tað staðfestir Johan Dahl, lands­stýrismaður í vinnu­ málum. Í løgtinginum mikudagin staðfesti hann stutt, at kapp­ ingin kemur á flog­rutu­ni ímillum Føroyar og um­heimin. Hann útgreinaði hetta ikki meiri og hann sigur í samrøðu við Sosialin, at hann fær ikki sagt meiri um hetta. Hann vil heldur ikki siga um umsóknir eru komnar frá flog­feløgum um at flúgva til Før­oya. Men kortini leggur hann afturat: - Eg eri vísur í, at kapp­ ing­in kemur. Eg ivist ikki í, at næsta ár, hendir eitt framstig á flog­ferðsluøkinumm, sigur Johan Dahl. Hann sigur, at um­støð­ur­ nar at flúgva til og úr Før­ oyum eru munandi batn­aðar við tað, at vøllurin er longd­ ur, og nýggj og stór farstøð verður bygd og hann er sann­ førdur um, at hetta fer at fáa útlendsk flogfeløg at flúgva upp á Føroyar næsta ár. Jákup Sverri Kass, stjóri á flog­vøllinum í Vágum, er ikki ser­liga tíðindafróður. Hann váttar kort­ini, at áhugi er fyri føroya­ flúgvingini. Men tað einasta, hann vil siga, er, at fyrispurningar eru frá útlendskum flog­ feløg­um at fara undir flúgv­ ing ímillum Føroya og um­ heimin. Kapping so ella so Sostatt fæst ikki at vita, um talan er um flogfelag, sum ætlar sær at taka kappingina beinleiðis við Atlantsflog á rutuni ímillum Føroyar og Danmark, ella um hetta eru flog­feløg, sum hugsa um at flúgva ímillum Føroyar og aðrar flogvøllir, sum Atlants­ flog ikki røkir. Men fólk, sum eru køn í ferðavinnu, siga, at hó­ast talan verður um eitt flog­felag, sum ætlar at flúgva til flog­vøllir, sum Atlantsflog ikki røkir, fer tað kortini at hava eina prískapping við sær. - Er ov stórur munur á prísi­num, kann tað loysa seg betri hjá fólki at flúgv ein um­veg, heldur enn at flúg­va bein­leiðis til Keyp­manna­ havn­ar ella Billund. Somuleiðis er tað greitt, at hjá teimum, sum flúgva, er Keypmannahavn verri enn so altíð endastøðin, tí mál­ið hjá nógvum ferðafólki er ikki Keypmannahavn og tí­skil fara tey víðari. Annars er tað Vinnu­mála­ ráðið, sum gevur loyvi, men flogvøllurin skal so gera avtaluna um flogtíðir, prísir fyri at brúka vøllin og aðrar treytir. Eg eri sannførdur um, at næsta ár fer okkurt útlendskt flogfelag at flúgva upp á Føroyar. Men hendir tað ikki, má landið leggja upp í, tí prísirnir eru ikki sámuligir, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum Kapping á føroyaflúgvingini næsta ár KAPPING Eg eri vísur í, at Atlantsflog fær kapping á Føroyarutuni næsta ár, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum