Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uni Arge Gev fólki nýggj tól at spæla við, og bæði fólkum og sam­ felag tørvar fleiri ár at læra at handfara tey við skynsemi. Hetta kundi verið ein niður­støða um bilferðsluna í Før­oyum. Í 1969 vóru 3.001 bilar í Føroyum, og árini framm­an­undan vóru árliga 2-3 deyðs­van­lukk­ ur á vegunum. Frá 1969 til 1974 meira enn tví­faldað­ist bila­talið upp í 6.825. Av­leið­ ingarnar av hesum brádliga vøkstri vóru ógvusligar. Í 1972 doyðu sjey fólk í ferðsl­ uni, og í 1974 vóru deyðs­van­ lukk­urnar 13 í tali. Á Tryggingar­samband­ inum Føroyar sóu tey, hvussu at­ferðin í ferðsluni broyttist, og skaðarnir øktust. Í 1974 fóru fólk har tí undir at fyri­reika at seta á stovn eitt ferðslu­ráð, sum skuldi hava hini norðurlendsku ferðslu­ ráðini sum fyrimynd. Stjórin, Marius Thomassen, helt, at alneyðugt var beinanvegin at samskipa øll tiltøk at gera ferðsluna tryggari. Mánadagin 19. januar í 1976 stevndu umboð fyri 13 ymsar stovnar, fyritøkur og feløg í Føroyum til fund­ar á skrivstovuni hjá Trygg­ingar­ sambandinum Føroyar at stovna nýggja ferðsluráðið. Til staðar vóru m.a. umboð fyri landsstýrið, løgtingið, Lands­verkfrøðingin, Bil­ eftir­litið, Læknafelagið, Føroya Skúlastjórn, Føroya Kommunu­felag og Føroya Koyri­lærara­felag. Umrøtt varð, hvussu ferðslu­ráðið skuldi eita. Eitt upp­skot var »Ráðið fyri trygg­ari ferðslu,« og eitt ann­að upp­skot var »Trygg ferðsla.« Umboðið fyri Føroya Skúlastjórn, Petur Jacob Sigvardsen, skeyt upp, at navn­ið skuldi verða »Ráðið fyri Ferðslutrygd.« Atkvøtt varð um hetta uppskotið, og tað varð samtykt við sjey at­kvøð­um. Soleiðis hevur før­oyska ferðsluráðið itið síðan. Fara undir herferðir Í fyrstu viðtøkunum hjá ráðnum stóð, at »starvs­ nevnd­in leggur propagandu ráð­sins til rættis so langt fram í tíðina sum gjørligt.« Á næsta fundinum 29. mars í 1976 varð Niels Juel Arge, út­varps­stjóri, valdur til for­ mann í ráðnum, og tann 18. august sama ár varð Eli Nolsøe, fyrrverandi lands­ stýris­maður, kosin fyrsti leið­ ari í ráðnum. Nú var klárt at fara undir propaganduna. Ikki færri enn fimm fundir vórðu hildnir frá august til desember 1976. Ein spurn­ ingur, sum beinanvegin kom til viðgerðar, var at fáa gjørt føroyskt tilfar um ferðslu til skúlarnar. Ein annar spurn­ ingur var at fáa gjørd endur­ skin at lata fólki, so bæði fólkini og ráðið kundu gerast sjón­ligari í ferðsluni. Tórs­ havnar kommuna fíggjaði tey fyrstu. Á teimum stóð »Havnin skal skína.« Endurskin vórðu eisini send til Klaksvíkar. Á teim­ um stóð »Reinur og fríður – Klaksvíkar býur.« 5.000 endurskin vórðu latin havnar­fólki og 2.000 klaks­ vík­ing­um. Stutt eftir vórðu 10.000 endurskin bíløgd aftrat. Á teimum stóð RFF á aðrari síðuni eins og á hinum endur­skin­unum, men á hinari síðuni stóð nú »Lívið er eittans.« Hesi endurskinini sóust í mong ár í gøtunum kring landið. Ráðið fyri Ferðslutrygd setti mong onnur tiltøk í verk fyrstu árini, ikki minst til­tøk, sum skuldu gera børn tilvitað um trygga ferðslu, men tíð­ir­ nar fyri framman vóru møti­ miklar, tí í 1981 var bila­talið økt upp í 12.500. Hetta var ein tví­falding samanborið við 1974. Samstundis vóru vegir­nir vorðnir munandi betri, og í 1980 doyðu níggju fólk í ferðsluni. Ógvuslig áttatiár Ferðmiklu áttatiárini eru í dag ímyndin um, tá ferðslan á vegunum var mest óskipað. Hóast Ráðið fyri Ferðslutrygd varpaði nógv ljós á trygga ferðslu, skakaðust fólk kring landið ferð eftir ferð av syrgi­ ligum vanlukkum hesi árini. Á ársfundinum hjá ráðnum í 1985 staðfesti formaðurin, Niels Juel Arge, at 1984 var eitt dapurt ár. Níggju fólk doyðu á vegunum hetta árið. Stríðið ímóti vanlukkum á vegunum ber ávøkst ferðsluvanlukkur koyring Fyrra helming av sjeytiárunum tvífaldaðist bilatalið í Føroyum upp í 6.825 bilar, og vanlukkurnar øktust samsvarandi. Í 1974 doyðu 13 fólk í ferðsluni. Sama ár tók Tryggingarsambandið stig til at stovna Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum fór at virka í 1976. Áttatiárini vóru ringastu vanlukkuárini, men vanlukkurnar fækkaðu, tá ferðslulógin varð herd á fleiri økjum. Í dag er bilatalið 30.000, og deyðsvanlukkurnar hava aldrin verið færri