fríggjadagur 7. desember 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í flestu førum vóru rús
drekka og ov nógv ferð at
voldin til vanlukkurnar. Á
ársfundinum varð umrøtt,
um krevjast skuldi við lóg, at
fólk skuldu sita íbundin í bili.
Eitt sjónarmið var, at illa bar
til at krevja hetta, tí løgreglan
kundi ikki ansa eftir, at lógin
varð hildin, men meirilutin
helt avgjørt, at nýtsla av
trygdarbelti skuldi ásetast
við lóg.
Ráðið fekk at sanna í 1986,
at bráðneyðugt var at fáa
hendan spurningin avgreidd
an. Hetta árið doyðu 14 fólk
í ferðsluni, sum er tað mesta
nakrantíð eitt ár. Í 1987 doyðu
12 fólk á vegunum. Í ráðnum
vóru fólk í døpurhuga, og
formaðurin staðfesti í ársfrá
greiðingini í 1988, at støðan
var líka ring, sum tá slupp
irnar vóru. Tá mistu Føroyar
í meðal 10 mans um árið.
Árini eftir minkaði talið á
deyðum. Í 1989 og 1990 doyðu
sjey fólk hvørt árið, og í 1992
doyði eitt. Ein orsøk var iva
leyst, at kreppan kom. Ein
onnur var, at lóg um at sita
íbundin kom í 1986, og at
ásett varð í 1988, at bilførarar
mistu koyrikortið, høvdu teir
meira enn 0,8 promillu í blóð
inum. Eisini varð ásett tá, at
fóru bilførarar 30 km/t upp
um hámarksferðina, mistu
teir kortið.
Ein varslig niðurstøða
um hesa gongd kann vera,
at herferðir ímóti vandum
í ferðsluni gera uttan iva
stóran mun, tí hugburðurin
broytist spakuliga, men skal
trumfur setast á herferð
irnar, so fólk skjótt fáast
at broyta atferð, mugu av
markingar ásetast við lóg.
Lógirnar um trygdarbeltið,
mest loyvdu ferð og brot á
promillumarkið í 80’unum
tykjast at vísa hetta greitt.
Ongin skal doyggja
Hóast
deyðsvanlukkurnar
fækkaðu í nítiárunum, so tær
okkurt árið bara vóru tríggj
ar í tali, var støðan ikki nøkt
andi. Grundleggjandi mátti
Ráðið fyri Ferðslutrygd hava
eitt greitt mál fyri framm
an, helt ráðið sjálvt. Á árs
fundinum í 1999 gjørdi tásit
andi formaðurin, Petur Jacob
Sigvardsen, nógv burturúr
eini nýggjari hugsjón, sum
svenska ferðsluráðið arbeiddi
eftir.
Formaðurin nevndi, at
fólk høvdu lyndi til at halda,
at tað var í lagi, at ferðslan
viðhvørt elvdi til lívlát ella
fólkaskaða. Onki var at gera
við hetta, tóktist hugburðurin
at vera. Hetta kundi ikki góð
takast, segði hann, og vísti á,
at Nullhugsjónin var ongin
veruleikafjarur dreymur, tí
í Svøríki doyðu 1.400 fólk í
ferðsluni mitt í nítiárunum,
men í 1999 var talið komið
niður á 550.
Málið við Nullhugsjónini
var einfalt. Ongin skuldi
doyggja ella fáa álvarsligt
mein
í
ferðsluni.
Petur
Jacob Sigvardsen og Jón
Kragesteen, tásitandi leiðari,
hildu skeið fyri 45 fólkum,
ið høvdu við ferðslu at gera
kring landið. Teir upplýstu,
at bæði borgarar og myndug
leikar altíð hava ábyrgd av, at
ferðslan er trygg. Tað sama
hava tey, sum standa fyri at
gera vegir, tunlar og brýr.
Á hesum fundi varð sam
tykt at heita á løgtingið um
at samtykkja ein ferðslu
trygdarpolitikk, sum bygdi á
Nullhugsjónina. Hetta hendi
tó ikki beinanvegin. Fyrst
skrivaði Ráðið fyri Ferðslu
trygd eitt drúgt álit um Null
hugsjónina, sum var liðugt í
2003. Í álitinum var ein long
røð av tilmælum og upp
lýsingum um ferðslu, sum
ferðslutrygdarpolitikkurin
skuldi byggja á.
Álitið
staðfesti
m.a.:
»Størstu
vandamálini
í
ferðsluni her á landi eru van
lukkur, sum standast av, at
18-19 ára gamlir dreingir við
koyrikorti stytta sær stundir
í bili saman við javnaldrum
og serliga gentum niður í 14-
15 ára aldur. Tær allar flestu
av
hesum
vanlukkunum
standast av, at bilførararnir
eru óroyndir, og at ferðin
mangan er alt ov høg. Í nógv
um førum er rúsdrekka eisini
atvoldin.«
Í apríl 2004 fór Ráðið fyri
Ferðslutrygd undir stórt upp
lýsingarátak í sambandi við,
at álitið um Nullhugsjónini
skuldi
til
aðalorðaskifti
í tinginum. »Ongin skal
doyggja ella fáa álvarsligt
mein« var yvirskriftin á blaði,
sum fór í hvørt hús. Tann 13.
apríl í 2004 var aðalorðskifti
um
Nullhugsjónina,
sum
varð samtykt í 2006. Rúna
Sivertsen var tá forkvinna í
ráðnum.
Stríðið borið ávøkst
Júst í hesum døgum minnir
Ráðið fyri Ferðslutrygd á, at
vinir lova ikki sínum vinum
at koyra skít. Tilvildarligt er
ikki, at hetta verður sagt, nú
jólaborðhald eru hvørt viku
skifti. Ráðið hevur eisini júst
ávarað ímóti gáloysni og ov
nógvari ferð í ferðsluni, so
sigast kann, at tann kós, ið
sett varð í 1976, verður hildin,
og at áhaldandi verður mint
á vandar í ferðsluni.
Stríðið hevur eisini hjálpt.
Í 2005 vóru ikki færri enn
26.000 bilar í Føroyum. Hetta
var meira enn ein tvífalding
samanborið við 1981, men
deyðsvanlukkurnar øktust
ikki samsvarandi. Tríggjar
vóru í 2004 og fimm í 2005.
Hóast hugburðurin er mun
andi broyttur, og fólk sum
heild ansa sær betur í ferðsl
uni, verður ferðslulógin støð
ugt herd.
Í mai 2009 varð ásett, at
brot á lógina skulu hava við
sær klipp í koyrikortið. Pro
millumarkið varð lækkað
niður í 0,2, sum í veruleik
anum merkir, at tú kanst
onki drekka longur, skalt tú
koyra bil, og haraftrat varð
ásett, at bót fyri ov nógva
ferð verður givin eftir inn
tøkuni hjá tí, sum koyrir ov
skjótt. Tann vælbjargaði í
tí stóra bilinum skal tí ansa
sær á landsvegunum.
Summi ilskast um herdu
lógina, tí tey kenna tað
sum, at teirra frælsi verður
avmarkað, men søgan um
ferðslutrygdina í Føroyum
vísir, at herferðir og herð
ingar bøta um støðuna.
Sjálvandi er hvør einasta
vanlukka, ið hevur við sær
livlát ella álvarsligan skaða,
syrgilig, um so talan er um
eina ella fleiri hvørt ár. Men
við 30.000 bilum á vegunum
var bara ein deyðsvanlukka í
2010 og ein í 2011.
ferðsluvanlukkur
Málið við Null-
hugsjónini var einfalt.
Ongin skuldi doyggja
ella fáa álvarsligt
mein í ferðsluni
ár 1974
13
13 fólk doyðu í ferðsluni
6.825 bilar vóru í Føroyum
ár 1986
14
14 fólk doyðu í ferðsluni
15.000 bilar vóru í Føroyum
ár 2011
1
1 fólk doyði í ferðsluni
30.000 bilar vóru í Føroyum
Keldur:
Ráðið fyri Ferðslutrygd 30 ár, 2006, UA.
Heilsulýsing hjá landslæknanum
2011-2012