fríggjadagur 7. desember 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
piddamálið
Leo Poulsen
Sakarmálið
móti
Milan
Kolovrat hevur vart í fimm
vikur, og fyri verjan, Annfinn
Vitalis Hansen, hevur talan
verið um eina strævna tíð.
- Ja, hetta hava verið fimm
strævnar vikur, staðfestir
hann.
Sum
kunnugt
játtaði
kroatin seg sekan, tá revsi
mátingin skuldi ásetast, og
tað kom líka óvart á verjan,
sum á øll onnur.
- Hann hevur alla tíðina
sagt tað, sum eg havi endur
givið í rættinum, nevniliga, at
hann var ósekur, sigur Ann
finn Hansen.
Hann vil tó ikki siga, at
tað er komið beinleiðis óvart
á, at Milan Kolovrat so ti
lendans játtaði seg sekan.
- Eg veit ikki, hvat eg skal
siga til tað. Eg síggi jú sama
tilfarið, sum øll onnur síggja,
og prógvini, sum vóru ímóti
honum, vóru jú rættiliga
tyngjandi, so eg veit ikki, um
eg kann siga, at tað kom óvart
á, sigur Annfinn Hansen.
Hann sigur, at tað altíð
vilja standa nakrir ósvaraðir
spurningar eftir í einum
slíkum rættarmáli.
- Men tað stóð greitt, at
prógvini móti honum vóru
ógvuliga sterk, og tí kann
eg ikki gerast ovfarin, sigur
Annfinn Hansen.
Skilja hvønn annan
Hetta er uttan samanbering
størsta drápsmálið í føroysk
ari rættarsøgu, so hvussu
hevur verið kenst, at verið
ein partur av tí?
- Tað hevur verið strævið,
men tað hevur samstundis
verið áhugavert, at verið mitt
í meldrinum. Til tíðir havi
eg ynskt, at eg einki dráps
mál hevði, tí tað hevur verið
arbeiði í døgndrift í fimm
vikur. Tað er rættiliga inten
sivt, tá rættarfundur er frá
morgni til kvølds, og so skal
eg fyrireika meg aftaná, sig
ur Annfinn Hansen.
Men tað er ikki nóg mikið
við tað.
- Vikuskiftini fara eisini
til at fyrireika rættarmálið,
eg skal niðan í arrestina
at tosa við Milan, eg skal
gjøgnumganga eina rúgvu
av skjølum. So tað hevur
verið rættiliga strævi, sigur
Annfinn Hansen.
Gjøgnum hesa tíðina er
Annfinn
Hansen
komin
rættiliga tætt upp á ákærda
kroatin.
- Í okkara starvi møta vit
nógvum yniskum sløgum av
fólki. Eg eri jú ikki sálarfrøð
ingur, so eg kann ikki siga
meira enn at tað vísir seg, at
tá vit hava revsimál, so er tað
í botn og grund vanlig fólk,
sum eru komin skeivt avstað.
Tú sær ikki á fólki, um tey
eru øðrvísi enn øll onnur,
sigur Annfinn Hansen.
Milan Kolovrat dugir illa
føroyskt og illa enskt, men
kortini hevur tað borið rími
liga væl til at samskifta við
hann.
Leo Poulsen
Tað hevur verið ein
tung tíð hjá familjuni at
bíða eftir, at nakað hendi í
málinum um horvna Pidda.
- Tað hevur verið hart.
Eisini eitt sindur óveruligt,
sigur Poulina Hansen, sum
er elsta dóttir Pidda.
Hon var ikki serliga ótta
full at byrja við, tá Piddi
hvarv.
- Eg hugsaði ikki so nógv
um tað, men eg var heilt
sannførd um, at hann var
ikki deyður. Eg roknaði
bara við, at hann var farin
onkunstaðni,
uttan
at
siga frá, tí tað gjørdi hann
viðhvørt,
sigur
Poulina
Hansen.
Tað gekk drúgv tíð, áðr
enn hon av álvara fór at ótt
ast fyri, at okkurt var, sum
tað ikki átti at vera.
- Eg haldi, at eg vildi
ongantíð hugsa, at tað var
nakað galið, og at tað, sum
er hent, var hent. Tað var
ikki fyrr enn tey søgdu fyri
mær, at Milan var ákærdur
fyri at hava dripið hann,
sigur Poulina Hansen.
Milan Kolovrat var jú
ikki ókendur fyri børnunum
hjá Pidda, og heldur ikki fyri
Poulinu.
-
Mær
dámdi
hann
ongantíð
nakað
serligt,
hann virkaði eitt sindur
løgin, og hann leyg um
ymiskt,
sigur
Poulina
Hansen.
Eitt av tí, Milan bilti
teimum inn, var, at hann
átti bæði hús við svimjihyli
og bilar í Kroatia.
- Men tað trúði eg
ikki upp á, sigur Poulina
Hansen.
Gott tað er yvirstaðið
Tað gjørdi mamma hennara
so kortini. Hinvegin kom
tað ikki dóttrini til hugs, at
Milan Kolovrat kundi havt
gjørt av við pápa hennara,
heldur ikki eftir, at hann var
handtikin og skuldsettur í
málinum.
- Eg haldi ikki, at eg hugs
aði tað. Sjálvt um mær ikki
dámdi hann, hevði eg ikki
trúð, at hann kundi funnið
upp á at gjørt av við pápa
mín, sigur Poulina Hansen.
Men skuldsetingin gjørd
ist til ákæru og rættarsak,
og elsta dóttir Pidda hevur
fylgt málinum nakað.
- Tað hevur ikki verið
lætt,
staðfestir
Poulina
Hansen.
Málið hevur nú fingið
sín enda. Milan Kolovrat
er dømdur 14 ára fongsul,
og hann hevur hartil játtað
fyri, at tað var hann, sum
drap og beindi Pidda burtur
– við at tveita hann á sjógv
á Morskranesi, pástendur
hann.
- Eg eri bara glað um, at
tað er yvirstaðið. At hann
viðgekk tað, sigur Poulina
Han-sen.
Tað bøtir kortini einki
um, at Piddi ikki er komin
aftur íaftur, og tí hava tey
avvarðandi onga grøv at
vitja.
- Tað er rættiliga hug
tungt, tí tað høvdu vit sjálv
andi vilja, sigur Poulina
Hansen.
Hon heldur tó, at tað
hevði hjálpt upp á støðuna,
um
familjan
fekk
ein
minnisstein, sum tey kundu
vitja.
- Sjálvandi mugu vit
koma víðari við lívinum,
men hendan upplivingin fer
so altíð at vera har, og fer at
fylgja mær restina av lívi
num, sigur Poulina Hansen,
elsta dóttir Pidda.
Hetta fer
at fylgja
mær altíð
Tað hevur verið hart og óveruligt, men tað er gott, at tað nú
er yvirstaðið. Hetta verður tó nakað, sum fer at fylgja mær
restina av lívinum, sigur elsta dóttir Pidda, Poulina Hansen
Dómurin kemur ikki
Anfinn Vitalis Hansen hevur verið verji hjá Milan Kolovrat, og tað
stóð honum tíðliga greitt, at prógvini móti kroatanum vóru sterk.
Tí kom ein dómur og einrevsing upp á 14 ár ikki óvart á hann
Poulina Hansen, elsta
dóttir Pidda, fylgdi
við, tá dómarin læs
upp revsingina fyri
drápið á pápa hennara
í rættinum í gjár
Tekning: Janus Dam Guttesen