fríggjadagur 7. desember 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
piddamálið
Leo Poulsen
Í gjár fall so revsingin í
sakarmálinum móti kroat
iska Milan Kolovrat. Linda
Hesselberg
hevur
verið
ákæri, og fyri hana var ára
málið ikki tað týdningar
mesta.
- Eg eri væl nøgd við, at
hann er dømdur. Fyri mær
vóru árini ikki tað avger
andi, men tað, at hann varð
kendur sekur. Og 14 ár liggja
jú oman fyri 12 ár, sum er tað
vanliga, so rætturin hevur
sagt, at her er talanum herð
aðar umstøður, sigur Linda
Hesselberg.
Hesar herðaðu umstøð
urnar vóru millum annað, at
Milan fór innar í sovikamarið
hjá Pidda og drap hann,
meðan hann var verjuleysur.
Og tann sannroynd, at líkið
er burtur, hevur eisini talt
við.
- Og tað kann eg bert vera
nøgd við. Spurningurin, um
14 ár so er nóg mikið, er ikki
ein spurningur, sum liggur
undir føroyska fútanum, tí
tað er ríkisadvokaturin, sum
tekur støðu til slíkar dómar,
sigur Linda Hesselberg.
Hon fer sjkálvandi at
kunna ríkisadvokatin um
avgerðina.
- Men eg eri nøgd við, at
talan gjørdist um 14 ár held
ur enn um 12 ár, sigur Linda
Hesselberg.
Tað, sum fyrst og fremst
eyðkennir
sakina
móti
Milan Kolovrat er, at eingin
farvegur er funnin eftir
Pidda.
- Hetta hevur verið ein
trupul og einavbjóðandi
søk, men hvørki politi ella
ákæruvald hava ivast stór
vegis í, at prógvini rukku –
sjálvt um tú altíð kanst ivast
eitt sindur, inntil nevning
arnir hava sagt sína avgerð,
sigur Linda Hesselberg.
Nevningarni rós
Hon heldur, at talan var um
so nógv ymisk prógv, og tá
hesi øll vórðu løgd saman,
fekst bert hin eina myndin.
- Hetta skal haldast upp
ímóti einum manni, sum
var til staðar í sínum lívi.
Gamaní er hann onkuntíð
farin út at ferðast, men
hann er altíð komin aftur
eftir stuttari tíð, so tað var
einki, sum bendi á, at nakað
var ørvísi hesaferð, sigur
Linda Hesselberg.
Kortini hevur talan verið
um eina serliga avbjóðing,
og ákærin er serliga hørm
um, at tað ikki hevur
eydnast at finna líkið, so
familjan hevur eitt gravstað
at vitja.
Tá tað kemur til nevning
arnar hevur uppgávan verið
serstakliga trupul, júst tí, at
einki lík er funnið, og um teir
dømdu Milan Kolovrat, vóru
teir á sín vís við til at skriva
rættarliga søgu. Og tað skilir
Linda Hesselberg væl.
- Eg havi sera stóra virð
ing fyri tí arbeiði, sum nevn
ingarnir her hava gjørt, tí
tað var ein stór uppgáva.
Ikki bara tí, at einki lík
fyriliggur, men eisini tí, at
talan var um serliga nógvar
smálutir. Tað vóru nógvir
ymiskir
kanningarhættir,
sum teir skuldu taka støðu
til, og eg havi upplivað eitt
nevningating, íroknað teir
báðar tiltakslimirnar, sum
alla tíðina hava fylgt við,
sigur Linda Hesselberg.
Hon
vísti
eisini
til
orðini hjá Henrik Møller,
dómara, tá hann takkaði
nevningunum
fyri
dygdargott arbeiði.
- Tað eri eg samd við
dómaranum í. Teir hava
greitt teirra uppgávu á besta
hátt, ikki bert tí teir døm
du Milan Kolovrat, men so
sanniliga eisini tí, at teir
alla tíðina fylgdu við og
konsentreraðu seg um upp
gávuna, sigur Linda Hessel
berg.
Geva ikki upp
Linda Hesselberg er onga
løtu í iva um, at hetta hevur
verið eitt týðandi mál.
- Nú hava vit ákærar
ikki ein topp-tíggju lista,
men tað er einki at taka seg
aftur í, at hetta er eitt av
málunum, ið hevur størstan
týdning fyri meg sum ákæri.
Tað var ikki týdningarleyst
í hesum málinum, hvør
avgerðin bleiv, ikki minst
tí her stóð ein familja eftir,
sum vantaði svar. So hetta
hevur verið ein heilt serlig
sak og ein, sum eg fari at
minnast alla mína tíð, sigur
Linda Hesselberg.
Tá Milan Kolovrat so var
dømdur, játtaði hann, at tað
var hann, ið hevði dripið
Pidda, og at hann hevði tveitt
líkið í havið, men tað gjørdi
ikki tan stóra unin fyri ákær
an.
- Fyri meg var tað fyri so
vítt líka mikið. Eg havi jú sitið
saman við politinum, bæði
okkara egnu og Rejseholdet,
og gjøgnumgingið hetta má
lið, og eg havi onga løtu verið
í iva um, at Piddi var deyður,
at hann er dripin, og at tað
er ákærdi, sum hevur framt
drápið, sigur Linda Hessel
berg.
Hinvegin heldur hon, at
tað kann hava havt týdning
fyri nevningarnar.
- Fyri teir kann tað sakt
ans hava verið gott, at hann
játtaði, og kanska serliga
fyri familjuna. At tað so er
satt, tað sum hann hevur
sagt um, hvar hann hevur
gjørt av líkinjum av Pidda,
er framvegis ein spurningur,
men vit geva ikki upp. Fáa
vit áheitanir um at kanna
støð, har líkið kann vera,
so gera vit tað, sigur Linda
Hesselberg.
Dómurin
avgerandi
ikki revsingin
Fyri mær tað mest týðandi, at Milan Kolovrat
varð dømdur fyri drápið á Pidda Hansen.
Um revsingin so gjørdist 14 ár heldur enn
16 er ikki so ógvuliga týdningarmikið, sigur
Linda Hesselberg, sum metir drápsmálið móti
kroatanum eitt tað størsta í karrieruni
óvart á
14 ára fongsul kemur ikki sum
ein bumba fyri Annfinn Vitalis
Hansen, sum kortini biður
um 14 dagar umhugsingartíð
at kæra til Hægsta Rætt
Tekning: Janus Dam Guttesen
- Tá tað kemur til tað
týdningarmikla,
hava
vit
brúkt tolk. Men eg havi jú
sæð hann regluliga í meira
enn eitt ár, so eg havi vant
meg við samskiftið. Eg skilji
tey flestu tingini, sum hann
forklárar fyri mær, og hann
skilir meg, sigur Annfinn
Hansen.
Umhugsa kæru
Ein sakførari hevur eina ser
liga tagnarskyldu mótvegis
sínum klienti, og tí fær Ann
finn Hansen einki sagt um,
hvat Milan Kolovrat møgu
liga hevur fortalt honum um
drápið á Pidda.
- Eg kann ikki velja, nær eg
haldi tagnarskylduna, so tað,
sum er sagt okkara millum,
verður verandi okkara millum,
sigur Annfinn Hansen.
Men tá tað kemur til at
kæra dómin inn fyri Hægsta
Rætt, sigur Annfinn Hansen:
- Eg havi greitt honum frá,
hvat treytirnar eru fyri at
kæra eitt mál til Hægsta Rætt.
Men sum vit gjørdu greitt
beinanvegin í Føroya Rætti,
bóðu vit okkum umhugsing
artíð, tí hetta málið er ikki
greitt enn at taka støðu til,
sigur Annfinn Hansen.
Hann heldur, at dómurin
liggur rættiliga tætt upp at
tí, sum roknast kundi við
framman undan.
- Dómurin kemur tí ikki
óvart á. Tað, sum vit nú
skulu umhugsa er, at vanligi
dómurin er 12 ár, um ongar
skerpandi
umstøður
eru.
Tað hevur man so mett, at
talan er um, og tí skulu vit
umhugsa, um vit skulu gera
eina roynd at fáa revsingina
niður aftur á 12 ár, sigur Ann
finn Hansen.
Hann vísir á, at málið er
serligt, tí líkið er burtur.
- So fáa vit at síggja um
14 dagar, um málið verður
roynt við Hægsta Rætt, sigur
Annfinn Hansen.