Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Eftir at tónleikarin Ras­ mus Rasmussen í Havn var deyður, var skipað fyri stuðulskonsert til frama fyri einum virkishúsi fyri sálar­ sjúk fólk í Føroyum. Konsertin gav umleið 80.000 krónur, og síðan hava fleiri fólk stuðlað, og á kontu­ ni standa nú góðar 116.000 krónur. Eigari av kontuni er Fountain House Grunn­urin. Heri Reynheim sigu­r vegna grunnin, at ætlan­ in er at skipa fyri fleiri líknandi tiltøkum fyri at fáa meira pening í grunn­in. Mest hóskandi er at hava tónleikartiltøk, tí tað var sum tónleikari, at Ras­mus Rasmussen var kendur. Virkishúsið er mett at kosta tvær 2,4 mió. krón­ ur í rakstri um árið, men so nógvur peningur kann ikki fáast inn við til­tøkum. - Vit vóna, at inn savn­aði peningurin kann vera start­ skotið, so Fountain House kemur, sigur Heri Reyn­heim. Hann nýtir høvi at takka øllum, sum higartil hava stuðlað við tónleiki, bakstri til konsertina, við pen­inga­ gávum og øðrum. Randi Jacobsen Í summar tók Maria Jørð­ dal Niclasen teologiskt em­bætis­prógv í Danmark, og hon valdi beinanvegin at flyta aft­ur til Føroya. Hon vildi sleppa at ar­beiða sum prestur í Føroyum. Tá ið starvið í Norðoyar Eystara prestagjaldi var leyst at søkja, søkti hon starvi, og kirkju­ráðini innstillaðu hana ein­mælt. Áðrenn innstillingina hevði hon samrøður við kikrju­ráð­ini. − Tað vóru góðar sam­ røð­ur, sigur Maria Jørð­dal Niclasen. − Hon væntar at fáa og leggur upptil gott sam­ starv við kirkjuráðini, fólk­ið í sóknini og við hinar prest­ar­nar í Norðoyggjum. Nýggi presturin hevur ikki røtur á Viðareiði, men hon hevur tosað við føroysku prest­arnar, sum áður hava verið á Viðareiði, Jógvan Fríðriks­ son, Meinhard Bjarta­líð og Niels Paula Daniel­sen. Tí veit hon eitt sindur um sókn­ina og embætið annars. − Eg gleði meg nógv til at byrja. − Hon hevur verið inni á gólvinum í presta­garði­ num í Ónagerði, men kenn­ir enn ikki so væl prestagarðin enn. − Har verður í hvussu er rúm fyri mær, sigur Maria Jørðdal Niclasen, sum ikki hevur stovnað familju. Nevnast kann, at nýggi presturin er dóttir Sigrun Gunnarsdóttir og Tord Niclasen á Eiði. Randi Jacobsen Mánadagin hevði sitandi eldra­ráð í Tórshavnar kom­mu­ n­u sín seinasta fund. 1. Jan­ua­r tekur nývalda eldra­ráð við. Mortan Rasmussen hevur verið formaður seinastu tvær seturnar. Hann sigur, at ráðið hevur havt fund fast annan hvønn mána­dag. - Tað hava ikki altíð verið so nógv mál á skránni, men tað hevur altíð verið ymist at tosa um, sigur Mortan Ras­ mus­sen. Hann heldur, at tað hevur stóran týdning at hava eitt eldra­ráð, sjálvt um tað ikki altíð fær afturljóð. Fyri at bøta um samskiftið fekk eldraráðið í lag at fáa fund við alla leiðsluna í bý­ ráð­num eina ferð um árs­ fjórðingin. Tað var eitt stórt framstig, tí henda skipan gav eldra­ráðnum møguleikan at bera fram tey mál, sum hava ligið teimum eldru borg­ar­ unum á hjarta. Eldraráðið telur fimm lim­ ir, men siðvenjan hevur alla tíðina verið, at tríggir eyka­ lim­ir hava verið við á nevnd­ ar­fundunum. - Limirnir hava møtt so væl upp, at bara eina ferð varð níggjundi limurin biðin um at koma á fund, tá ið ein­ um limi barst frá, sigur Mort­ an Rasmussen. Eftir at hava verið í eldra­ ráð­num í tvær setur valdi Mort­an Rasmussen nú ikki at stilla upp aftur. - Eg havi tímað væl, og sam­starvið hevur verið sera gott, men eg havi nógv annað at takast við, og nú kunnu onn­ur taka við, sigur Mortan Rasmussen. Á felags kirkjuráðsfundi mikukvøldið innstillaðu kirkju­ráðini Mariu Jørð­ dal Niclasen til kallað sum sókn­ar­prestur eystan Múla. Tá ið innstillingin er einmælt, ásetur lóg­in, at avgerðin er hjá kirkju­ ráð­unum skal verða fylgd. Tað er tó lands­ stýrismaðurin í kirkju­ málum, ið staðfestir inn­ still­ingina, tá formligu viður­skiftini eru greidd. Maria Jørðdal Niclasen verð­ur prestvígd í Dóm­ kirkju­ni sunnudagin 27. janu­ar næsta ár. Sunnudagin eina viku seinri verður hon skip­ að í kallið sum sókn­ar­p­ restur eystan Múla við gudstænastu í Viðar­ eiðis kirkju. Tað er dóm­ prósturin, ið skipar kom­ andi prestin í kallið. Prestagjaldið, Norðoya Eystara prestagjald, fevn­ ir um Viðareiði, Hvanna­ sund, Hattarbík, kirkju og Svínoy. Nýggjur prestur á Viðareiði Grunnurin skal vera startskotið 116.000 krónur eru komnar inn í Fountain House Grunnin, sum hevur tikið stig til eitt virkishús í Havn fyri sálarsjúk fólk Mánadagin hevði sitandi ráð sín seinasta fund, og henda dagin fylti Poula Apol 83 ár Mynd: Álvur Haraldsen Nýggjar kreftir taka nú við Eldraráðið í Tórshavnar kommunu hevur havt sín seinasta fund. Átta ár er nóg mikið, sigur formaðurin Mortan Rasmussen, sum ikki stillaði uppaftur Gleðir seg til at flyta inn í Ónagerði