fríggjadagur 7. desember 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagfinn Olsen
Mikudagin 5. desember 2012
varð skipað fyri hugnalig
ari bókaframløgu í Norður
landahúsinum. Har vóru bæði
røður, sangframførslur og fe
lagssangur á skránni, og tað
kom neyvan óvart á, tí talan
var nevniliga um framløgu
av
nýggja
bókaverkinum
Syng, ið er nýggj sangbók
við 456 sangum, harav allir
eru á føroyskum máli, uttan
norðurlendsku
tjóðsangir
nir.
Nótar eru settir til øll
løgini, og umframt hetta, so
er í mangar mátar talan um
at bróta upp úr nýggjum,
tí so nógv av tilfarinum er
rættiliga nýtt, og hevur ikki
verið í sangbókum áður, og
als ikki við nótaseting til.
Lagt er av álvara afturat
føroyska sangskattinum við
verkinum Syng.
Stórverk
Tað er Føroya Sanglærarafe
lag, ið hevur staðið fyri hesum
stórverkinum.
Hugskotið
fingu føroyskir sanglærarar,
eftir eina ferð í Danmark. Í
Danmark og í Noreg hava
slíkar verkætlanir hepnast
serstakliga
væl.
Hugskot
birtist til veruleika og í 2007-
2008 fór arbeiðið av álvara í
gongd. Zacharias Sørensen
hevur staðið á odda, men
hava onnur í felagnum eisini
lagt stórt arbeiði í bókaverk
ið.
Bókaverkið
fevnir
um
tvær bøkur. Eina við tekstum
og nótum, og so eina bók bert
við tekstunum.
Mentamálaráðið
hevur
frá byrjan veitt verkætlanini
dyggan stuðul. Men at savna,
velja og ikki minst seta nótar
til øll hesi løg er av sonnum
ikki løtuverk, og tí hevur
bókaverkið Syng eisini verið
ávegis í nøkur ár.
Á framløguni mikudagin
høvdu Bjørn Kalsø og Jógv
an á Lakjuni, ávíkavíst lands
stýrismaður í mentamálum
og fyrrverandi landsstýris
maður í mentamálum, orðið.
Jógvan á Lakjuni er umframt
eisini virkin tónleikari og
tónasmiður. Báðir fegnað
ust um stórverkið, sum nú
er greitt úr hondum og teir
fagnaðu stórliga oddamann
inum, Zacarias Sørensen, fyri
hansara lut í arbeiðinum. Og
Zacharias Sørensen, ið leiddi
løtuna, takkaði fyri fløvandi
orðini.
Til
sang
framførslur
spældi Eyðun á Lakjuni kla
ver, meðan sungið varð úr
nýggju bókini, barnakór hjá
Joannu Johansen sang, Unn
Paturson sang og spældi og
næmingar úr Kommunu
skúlanum sungu og spældu.
dagfinn@sosialurin.fo
Bókaverkið Syng lagt fram
SANGBÓK
Nýggja
skúlasangbókin,
ið fevnir um
bæði tekst og
nótar til 456
sangir, varð løgd
fram í Norður
landahúsinum
mikudagin.
Í arbeiðsbólkinum hjá Sanglærarafelagnum
hava sitið Pauli Hansen, Marta á Lakjuni, Eyðun
á Lakjuni, Annika R. Holm, ingun Hentze og
Zacharias Sørensen.
Um endamálið við bókini verður sagt soleiðis:
Verkætlanin Skúlasangbókin er nú komin á
fyrsta málið, sum sett varð í 2008, nevniliga
at geva út eitt savn av sangum, sum fyrst
og fremst er stílað til næmingarnar í tí eldra
endanum í føroysku skúlunum. Ætlanin við
útgávuni er tó eisini at menna føroyska sangin
sum heild og vit halda hana eisini vera ein
frískligan íblástur til sangin bæði í skúla, heimi
og frítíð.
Fakta