fríggjadagur 7. desember 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Arngrím Hansen, beiggi Pidda,
hevur verið á at kalla øllum
rættarfundum, sum hava
verið í nevningatinginum.
Gjáramorgun, tá ið revs
ingin varð ásett, lá ikki fyri
hjá honum at møta.
– Fyri meg kundi tað gera
tað sama, hvør revsingin var.
Tað avgerandi er, at maðurin
verður revsaður, sigur Arn
grím Hansen.
Fleiri fólk hava spurt
hann, um tað ikki er gott, at
málið nú er avgreitt.
– Men tað er tað ikki fyri
okkum, tí vit vita framvegis
ikki, hvat varð av líkinum,
sigur Arngrím Hansen.
Vónar
Hann torir ikki at vænta, at
tann dømdi maðurin nakran
tíð kemur við sannleikanum
um, hvat hann gjørdi við
líkið.
– Vit liva tó i vónini, og
onkur hevur eisini sagt
okkum, at maðurin kanska
fer at tosa, tá ið hann hevur
sitið í fongsli í eitt ella tvey
ár.
Tað hevur verið ein tung
tíð hjá teimum øllum, líka
síðan Piddi hvarv.
Í preseduru síni sammetti
Linda
Hesselberg,
ákæri
støðuna hjá teimum, sum
hava mist onkran á sjónum,
og støðuna hjá familjuni hjá
Pidda.
– Tað er ikki heilt tað
sama, tí tey, sum hava mist á
sjónum, vita, at viðkomandi
fekk váta grøv. Vit vita hvørki
um Piddi endaði á sjógvi ella
landi.
Tað hjálpti ikki upp á sorg
ina at sita í so nógvar dagar í
rættinum og fylgja tí drúgva
sakarmálinum.
– Eg helt meg skylda
beiggja mínum at lurta og
fylgja málinum, sjálvt um eg
ikki bleiv klókari av tí.
Kemur ikki aftur
Kirsten
Hansen,
mamma
Pidda sigur, at ta fyrstu tíð
ina vónaðu tey, at Piddi fór at
koma aftur í aftur á lívi.
– Men tí vónini hava vit
fyri langari tíð síðan slept, og
serliga tí so langt er fráligið.
Vit mugu bara royna at læra
okkum at liva við, at hann
ikki kemur aftur.
Mamman hevur ilt við
at skilja, hví maðurin skuldi
gera av við Pidda. Tað kann
ikki hava verið fyri at fáa
hendur á gjaldskortum, og
tað ljóðaði eisini løgið, at tað
skuldi vera fyri at fáa fatur á
húsunum hjá Pidda. Húsum
eru nóg mikið av.
Hon hevur gjørt sær
greitt, at tey ikki eru tey
fyrstu
menniskjuni,
sum
hava mist, og ikki hava
nakra grøv. Eins og sonurin
vónar hon eina ferð at fáa
sannleikan at vita.
- Tað er í neyðini, tú kennir
tínar vinir, sum sagt verður.
Øll hava verið góð við okkum
og verið um okkum. Annars
høvdu vit ikki yvirlivað. Tað
er sum um, at tá ein missir
í slíkum føri, hava allar
Føroyar mist, sigur Kirsten
Hansen.
Vóna framvegis at
finna sannleikan
Næstringar hjá Pidda siga, at rættarmálið hjálpti ikki í sorgini yvir Pidda. Men
tað gjørdi væl, at so nógv fólk hava verið um tey hetta seinasta tunga árið
498,-
Poncho
Skyldfólkini hjá Pidda hava gjørt sær greitt, at
maðurin er deyður, men tey hava ikki slept vónini
um eina ferð at fáa at vita, hvat varð av líkinum