fríggjadagur 7. desember 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Hevði tann gamli bóndin Bærint
Jacobsen (1790-1871) vitað til sín í
dag, hevði hann kunnað glett seg
um sínar nógvu eftirkomarar, sum
eisini hava sett síni merki á før
oyska samfelagið á mongum økj
um.
Bærint festi 12.12. 1815, og hann
giftist 27.8 1817 í Kollafjarðar kirkju
við Helenu Mariu Elisabeth Dam f.
1794 úr Kollafirði.
Tey fingu átta børn:
Jacob Bærentsen f. 1818 á Sundi
og deyður á Sundi, helst deyður
ungur.
Hans Vang Bærentsen (1820-
1850). Giftist við Inger Müller, systir
H.C. Müller, kenda sýslumannin.
Hann druknaði bert 30 ára gamal.
Tað er hansara ætt, sum framvegis
hevur garðin á Sundi. Henda ætt
argreinin varð umrødd í Miðvikuni
í 2007.
Jens Sigvald Bærentsen, f. 1822,
deyður á Sundi.
Bærent Bærentsen (1825-1896).
Sagt verður á alnótini, at hann “var
en færøysk offiser og politiker.
Han tok examen artium og tok
utdannelse i den danske hæren.
Han var først sekondløytnant, og
premierløytnant fra 1854. Kaptein
fra 1879, oberstløytnant fra 1887,
og senere oppsynsmann ved Bleg
damshospitalet
i
København.
Bærentsen var innvalgt på Folke
tinget 1872–1884. Hann doyði í Keyp
mannahavn.
Súsanna Maria Bærentsdóttir
f. 1827.
Enok
Bærentsen
(1831-1900)
kendur sum handilsmaður og polit
ikari. Hann var ein av teimum, sum
bjóðaði inn til jólafundin í 1888.
Eisini var hann pápi einasta før
oying, sum hevur verið amtmaður,
Christian Bærentsen. Báðir feðgar
nir eru fyrr umrøddur í hesi røð.
Thean Jardis Bærentsen f. 1833,
doyði í 1840 á Sundi.
Søgan um Johannes
Bærentsen
Yngstur av systkjunum var Jo
hannes Bærentsen (1835-1918).
Í síni dagbók nevnir Christoffer
Michael Olsen hann fleiri ferðir.
Tann 26. apríl 1851 fór Johannes
niður at læra til skómakara.
Beiggi Christoffer Michael, Pram,
hevði verið í skómakaralæru í Dan
mark, men lærumeistarin hevði
verið so vánaligur, at hann var
rýmdur frá honum heim til Føroya.
Hann kom so í læru hjá Johannes
Bærentsen fyrst í 1856.
Tað hevur verið væl millum hús
in, tí tann 16. desember 1855 sama ár
verður sonur Christoffer Michael
doyptur og Johannes Bærentsen
var ein av gubbunum.
Tann 19. apríl 1856 mátti Pram úr
læruni, tí Jóhannes skuldi til Keyp
mannahavn, og tann 25. apríl fór
hann til Danmarkar við Hector.
Johannes giftist í 1857 í Dan
mark við ta bert 17 ára gomlu Ras
minu Carolinu Jacobsen, f. 1857 í
Helsingør, og tey flyta nakað skjótt
til Føroya.
Tað má hava verið eitt øgiligt
umskifti hjá hesi ungu gentu at
koma úr Helsingør og Keypmanna
havn á Sund at búgva. Hagar vóru
tey í hvussu er komin í 1860, tá ið
fyrsta barnið var føtt. Her fekk hon
síni 10 børn í 20 ár.
Tað vóru bara tvey hús á Sundi.
Í hinum húsinum búði ættin hjá
beiggja Johannes, Hans Vang, við
húski. Tað verður sagt, at Johannes
legði inn trøð á Sundi. Jacob Reinert,
sum vaks upp á Sundi, minnist at
tey sum børn kundu finna leður
petti frá skómakaraarbeiðinum á
trøðni.
Tað kann í dag tykjast løgið,
at tað bar til at vera skómakari á
Sundi. Men kanska hevur hetta
ligið væl fyri. Umframt av Sundi,
har tað kundu búgva nokk so fitt
av fólki, vóru kundar av Hvítanesi,
Hoyvík, Norðradali og Kaldbak.
Kanska eisini aðra staðni við.
Í Havn vóru fleiri skómakarar,
og í 1893 flytir Johannes kortini til
Havnar. Tey búsettust fyrst í hús
unum hjá Bauer, katólska prestin
um, í Rættará.
Í 1896 keypir Johannes Nýggju
stovu niðri í Gongini. Har innrætt
aði hann skósmiðju á loftinum.
V. U. Hammershaimb átti húsini,
eftir at mamman er deyð. Men
hann skeytar tey til sonin Hjalmar
Hammershaimb. Hann selur húsini
longur aftur í 1896 til Johannes
Bærentsen. Abbadóttir hansara,
Kate Niclasen, kend frá HNJ-bók
handli, arvaði húsini eftir pápa
sín, Edward. Húsini eigur Eirikur
Lindenskov nú.
Deyðslýsing og
minningarorð
Í Dimmalætting 26. Juni 1918 er
henda lýsingin:
At Vorherre har hjemkaldt vor
højt elskede Fader
Johannes Bærentsen
Søndagen den 23.ds bekendtgøres
herved paa Familiens og egne
Vegne,
Vilhelmine Bærentsen
Begravelsen sker om Gud vil
Torsdagen den 27.ds kl. 1.
Dimmalætting skrivar 29. juni:
Skomagermester
Johannes
Bærentsen afgik Søndag ved Døden
i sit Hjem her i Byen. Han voksede
op i Bygden Sund, hvor Faderen
var Kongsbonde. Blandt hans
Johannes Bærentsen:
Skómakarin á Sundi
Bærentsenættin í Føroyum er væl kend innan ymisk øki. Tey eru eisini væl umboðað á Svínaryggi. Hesa
ferð verður greitt frá hjúnunum Carolinu og Johannes og dóttir teirra Vilhelmina, vanliga kallað Minna
Johannes og Caroline Bærentsen saman við sínum á gullbrúdleypinum í 1907.
Aftara rað v.f.: 1. Vilhelmina, kallað Mimme, 2. Siggelina, kona Carl,3. Carl, 4.
Amalia, 5. Anna, 6. Carl Fossaa, 7. Jákup á Rógvu, 8. Edvard
Fremra rað: 9. Hans Nolsøe, 10. Hansina Agnes Theodora, kallað Ninna, kona
Hans, 11. og 12 gullbrúðarparið, 13. Maria , 14. Anna, kona Edvard.
Johannes Bærentsen
f. 16.11 1835
d. 24.6 1918
Rasmina Carolina Bærentsen
f. 24.3 1840
d. 1916
Vilhelmina Bærentsen
f. 1.11 1860
d. 3.12 1937
Framhald á næstu síðu