Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Karl Johan er elsti sonur Ell­ en Katrine Poulsen úr Mið­ vági og Zacharias Hansen úr Syðradali á Streymoynni, vanliga nevndur Zacharis í Syðradali. Hann vaks upp niðri á Reyni í Havn - saman við tveimum yngri brøðrum, Paula, sum var 3 ár yngri og Símuni, sum var 10 ár yngri. Tá ið Karl Johan vaks upp, hevði fiskur stóra týdning í húsarhaldinum. Pápin átti ein árabát og Karl Johan var ofta við pápa sínum á floti í Nólsoyarfirði. Alneyðugt var at kenna heilt neyvt streym­ viðurskifti og nær og hvar fisk­ur var at fáa ymisku árs­ tíðirnar. Hetta lærdi Karl Jo­ han frá pápa sínum, og hev­ur hann havt tað við sær síð­ ani. Og sjáldan kemur hann tómhentur av floti. Hóast árini eru mong, dámar hon- um framvegis væl at fara á flot. Karl Johan hevur altíð ver­ið áhugaður í ítrótti. Sjálv­ ur íðkaði hann fótbólt og spældi í fyrstu deild hjá B36 í mong ár. Hann var við, tá ið B36 í 1948-1950 vórðu Føroya Meistarar 3 ár á rað og fóru uttanlands - til Noregs - at spæla fótbólt, sum ikki var vanligt tá á døgum. Fót­ bólt­ur hevur fylt nógv í lívi hansara. Hann er nærum til hvønn dyst hjá B36, tá teir spæla í Gundadali. Tó er hann onkuntíð so spentur, at hann kennir seg noyddan at fylgja við heimanífrá og fáa spælararnir av grovfíluni verbalt, um teir ikki vinna ella onkur ger okkurt mistak. Karl Johan sat í nevndini hjá B36 frá 1946 til 1951. Undir krígnum var Karl Johan stórur smádrongur og minn­ist hann alt kríggið frá byrjan til enda. Mangar eru søgurnar, hann hevur at siga frá krígsárunum. Ein ræðu­lig hending, hann ofta hevur fortalt, var tá ið hann og barndómsvinurin, Tummas Napoleon Djurhus, sáli, sótu úti í Tinganesi og ótu biskuitt, meðan armer­aði trolarin, Karolina Tordé, sum lá úti á vánni, varð sprongdur í luftina av týskum bumbuflogførum, beint frammanfyri eygunum á teimum. Karl Johan valdi sær handverksleiðina sum livibreyð. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Vilhelm Nielsen, og fór seinni á maskinmeistara skúla. Hann sigldi í nøkur ár við Kúrberg sum maskinmeistari og fór síðan aftur at arbeiða sum bilmekanikari eftir at hava tikið eftirútbúgving í Danmark í umvæling av stórum lastbilum og grav­ maskinum. Í hesum sam­ bandi ferðaðist hann nógv runt oyggjarnar og umvældi maskinur. Eftir at hava ar­ beitt hjá Phil & Søn í eitt tíðar­skeið fór hann í 1962 at arbeiða á einum verkstaði hjá Tórshavnar Kommunu, har hann stutt eftir bleiv leið­ari. Samstundis var hann sløkki­ liðs­maður. Her var hann, til hann fór frá fyri aldur. Við sínum lætta lyndi nýtir Karl Johan sítt otium á sín sermerkta vanabundna hátt. Hann svimur annan hvønn morgun, lesur tær bøkur, hann fær hendur á og fer á flot við bátinum Kalla, tá líkindi eru. Í seinastuni er hann farin í holt við at nýta Ipad/teldil. Karl Johan giftist við Thordis Bjarnasson Poulsen, ættað úr Hvalba, í 1954. Tey fingu døtrarnar Katrin, Elin og Joan. Abbabørnini eru 7 í tali, og langabbabørnini 3 í tali. Frá okkara barnaárum minn­ast vit serliga aft­ur á nógvar, góðar og minn­ingar­ ríkar túrar kring oyggjarnar. Serliga túrarnar eftir gamla oyggjarvegnum í lítla goggo-mobilinum. Hetta var áðrenn Oyggjarvegurin var saman­bundin, men goggo- mobilurin slapp lættliga yvir um eftir gøtuni, ið bant Oyggjar­vegin saman. Vit vilja her ynskja pápa okkara hjartaliga til lukku við føðingardegnum, sum verður hildin saman við teim­um nærmastu. Døturnar Leygardagin 8. des. fyllir Karl Johan Hansen 85 ár Komandi partur Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá Johannes Christian Dam. Hann var verfaðir skaldið Martin Joensen. Í Miðvikuni í aðru viku verður ein Bærentsen ættargrein Ommu- og abbabørn, sum vóru við til gullbrúdleypið við seinni bústøðum: Aftara rað v.f. 1. Caroline, dóttir Edvard, 2. Gunnar Nolsøe, fiskavrakari í Klaksvík, 3. Hans (Hasse) Nolsøe, Vestmanna, 4. Hans á Rógvu, búði í Keypmannahavn, 5. Johannes Bærentsen, Tvøroyri Fremra rað: 6. Hjalgrim (Gimme) Fossaa, 7. Johannes Nolsøe, Klaksvík, 12. Holgar Bærentsen, Tórshavn, 8. Kate Bærentsen, Tórshavn, 13. Emmy Bærentsen, 9. Albin Bærentsen,Tórshavn, 14. Anna Nolsøe, Vestmanna, 10 Camilla Fossaa, Tórshavn, 15. Maria, kallað Mia, Bærentsen, Tórshavn, 11. Alma Fossaa, gift í Danmark Framhald Brødre kan nævnes Oberstløjtnant Bærent­sen og Dimmalættings mange­aarige Redaktør E.D. Bæ­ rent­sen. Skomagermester Bæ­rent­ sen blev uddannet i Køben­havn, hvor han fandt sin Hustru, der døde for et par Aar siden. I flere Aar drev han sin Forretning fra sin Fødebygd, men nedsatte sig senere her i Thorshavn, hvor han ikke alene blev skattet af sin talrige Kunde­kreds som en dygtig og sam­vittighedsfuld Skomager men vandt sig mange Venner. Rasmina og Johannes fingu hesi børnini: Helga Helena Vilhelmina (1860- 1937). Var økonoma. Hon er jarðað undir liðuni á pápa sínum. Hon hevði pensjonat í Nýggjustovu Jacob Bernardius f. 1863. Giftist í Danmark við Amandu. Hansina Agnes Theodora. Gift í 1897 í Suðuroy við Hans Petur Hendrik Groth Nolsøe (1862- 1934). Flutti til Vestmanna, har hann var keypmaður. Ein sonur teirra, Hans (1899-1966), gjørdist tingmaður fyri sjálvstýrisflokkin 1936-1943. Eisini var hann limur í kommunustýrinum 1927-50. Hann giftist við systkinabarninum Hildur Anna, dóttir Bernardius. Hans Charles f. 1868. Giftist við Susannu Elisabeth Dimon f. 1866 á Tvøroyri. Fransiska Maria Dagmar f. 1870. Giftist við Jacob á Rógvu (1863- 1929). Tey fingu 14 børn, av teimum kom tey 13 til. Øll á Rógvu eru frá teimum. Umframt eru mong onnur, sum Jákup Sverri Joensen, kendur sum fiskifrøðingur. Karl Sofus (1873-1949) fyrr um­ røddur í hesi røð. Edvard Albert 1874-1954. Giftist í 1894 við Onnu Hansen, f. 1871. Hann gjørdist eisini skómakari og arbeiddi saman við pápanum. Tá ið hann doyði tók Edvard við verkstaðnum í Nýggjustovu. Anna Jacobina Frederikka f. 1875. Giftist við Karl Vilhelm Hansen, seinni Fossaa (1874-1949 úr Vestmanna. Hann gjørdist ein kendur bakari í Havn. Janetta Amalia f. 1877. Doyði 10 ára gomul í 1887. Jeanetta Amalia Betzy (1880- 1957). Giftist við Berint Vang (1884- 1966) í Miðvági.