fríggjadagur 7. desember 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Góði Heðin undir Nesinum,
sum vit øll róptu teg! Í hesum
døgum er eitt ár síðani, tú
segði okkara fold farvæl.
Eg havi altíð ætlað mær at
skriva nøkur orð um teg, tí
tú var ein serligur persónur.
Havi tilvitað latið tíðina
ganga fyri at venja meg við,
at tú ikki longur ert okkara
millum og tískil betri kunna
hugsa og finna røttu orðini
at lýsa teg.
Tú ert mikið saknaður av
tíni familju og okkum øðrum,
sum stóðu tær nær. Løgið at
koma til Keypmannahavnar
og ikki kunna fara inn á gólvið
hjá tær í Skodsborggade
á Nørrebro, har tað var so
hugnaligt at koma á gátt,
og har sum vit hava havt so
nógvar góðar og ríkar løtur.
Somuleiðis á Lyngbyvej hjá
mær og míni familju, tey
árini vit búðu í Danmark, í
kolonihava okkara, eins og
í Føroyum áðrenn ta tíðina,
ella í ferium heima.
Tú vart avgjørt ikki sum
fólk flest, og tað meini eg
positivt. Tú hevði eitt stórt
hjarta, var ein sera góður
eygleiðari og góður við tey,
sum vóru uttan um teg, har
fyrst og fremst systkin og
børn teirra stóðu ógvuliga
frammarlaga í huga tínum.
Sjálvt um tær sjálvum ikki
untist at fáa børn, so hevði
tú so avbera góð evni at seta
teg inn í barnaheimin, at
samskifta við tey, eygleiða og
síggja tað stuttliga í tí, sum
tey søgdu ella tókust við. Og
at ímynda tær, hvussu heim
urin sá út ígjøgnum barnsins
eygu. Eisini hetta galt míni
egnu børn, sum tú dugdi og
tímdi so væl at práta við og
tey við teg.
Eg kom at kenna teg frá
ungum árum av á Toftum,
har fótbólturin og barna-
og undómslívið í stóran
mun bant nógvar av okkum
dreingjum saman, og har tú
plagdi at vera venjari. Tú var
nakað væl eldri enn vit, men
dugdi so væl við okkum ungu
og hevði eitt sera væl ment
skemtilyndi. Væl dámdi tær
at hava skálkin við tí, sum
fór fram kring teg, men ikki
á nakran hátt, sum stakk
djúpri enn bara í sambandi
við at eygleiða stuttligar
støður, ið stóðust av ymsum í
tí dagliga ella á arbeiðspláss
inum.
Fast tók tað tær og familj
uni, tá fyrst elsti beiggi tykk
ara, Elias, í 1979 doyði av van
lukku, og síðani pápi tykkara
bert góðar tvær vikur seinni
andaðist av sjúku. Langt
frammanundan hesum upp
livdi tú sum barn, at ein lítil
systir tykkara doyði sum
pinkubarn. Ringast var tað
helst, tá Harry, ið bert var
eitt ár eldri enn tú, og sum
tú var so tætt knýttur at, var
saknaður og seinni funnin
deyður í Leirvík á veg aftur
úr Klaksvík. Hetta var í 1987,
og Harry var í bestu árum tá.
Eg haldi ikki, at tú nakrantíð
kom yvir tann missin.
Fyrstu árini eg minnist
teg, arbeiddi tú á Nyki, har
vit ungu plagdu at fáa lut í
fiskaarbeiði eftir skúlatíð.
Seinni var tað í Føroya Banka,
sum hann tá kallaðist, har
tú hevði verið nøkur ár, tá
eg sjálvur kom í bankalæru.
Eitt arbeiðspláss, sum tær
dámdi ómetaliga væl tey
tólv árini, áðrenn tú flutti
til Danmarkar. Hetta var ein
tíð, sum tú plagdi at taka til
var tín besta í lívi tínum. Har
fingu vit bæði góðar arbeiðs
felagar og vinfólk fyri lívið.
Tú
komst
úr
einum
heimi, har húskið var stórt –
mamma tín føddi 12 børn – og
hóast korini vóru smá í upp
vøkstrinum, var samanhaldið
millum tykkum systkin og
foreldur
fyrimyndarliga
gott. Serliga var tað mamma
tín, tey yngru systkini –
Jack, Harry, Hervør, Sólvør
og Eydna; men eisini Poula,
sum var millum tey elstu –
børn teirra og makar, sum tú
hevði eitt sera tætt tilknýti
til. Hvussu oftani havi eg
ikki hoyrt teg nevna serliga
Súsan, Rúna, Súnfríð, Hans
Arna, Duritu og Hendrik,
men eisini Jan, Helen, Jákup,
Kristian,
Ólavur,
Noomi,
Saroyu, Maluna, Bjarka og
øll hini, sum tú var so góður
við.
Tú tókst tær sera væl av
mammu tíni, sum var sjúk í
mong ár, men kortini náddi
høgan aldur. Oftani kom
prátið inn á hana, og hóast
hon gjørdist 90 ára gomul, so
tók tað tær dygt, tá hon ikki
longur var tykkara millum.
Meðan hon enn var á lívi,
plagdi tú at vera heima bæði
á sumri og á jólum, men eftir
at hon fór fyri góðum sjey
árum síðani, gjørdist heldur
longri millum ferðirnar til
Føroya og inn undir Nesið á
Toftum.
Oftani hevði tú tó vitjan
av serliga systrunum og
teirra familjun, sum tú treivst
so væl saman við. Serliga tey
síðstu árini, tá livimátin ikki
var av tí besta, vóru tøttu
familjubondini ljósglottin í
tínum lívi. Systrarnar dugdu
so væl at fjálga um teg, og
so hevði tú ikki minst eisini
beiggja tín, Jack, eins og
systirsonin og eygnasteinin,
Rúna, sum báðir búgva á
Keypmannhavnar-leiðini.
Teir vitjaðu og hjálptu tær
nógv, eftir at tú var vorðin
sjúkur og eitt sindur óhjálp
in.
Tað untist mær at tosa við
teg í telefon bert fáar dagar,
áðrenn eg fekk tungu deyðs
boðini av tær. Hetta var leyg
arkvøldið í vikuni framman
undan, tá bróður tín fann
teg lívleysan í íbúð tíni, at tú
ringdi til mín. Hóast hýrurin
ikki altíð var av tí besta, tí
livimátin var eitt sindur
svikaligur, ja, so var hann
góður júst hetta kvøldið, og
vit fingu eitt hugnaligt prát.
Tí vardi tað meg als ikki,
at hetta skuldi gerast sein
astu ferð, at eg hoyrdi tína
hugnaligu og skemtingar
somu rødd.
Sjálvt um tú ikki altíð
var so góður við teg sjálvan,
so var tú sum fáur ein lívs
klókur maður. Men sum hjá
so mongum øðrum, dugdi tú
betri at síggja, hvussu lívið
átti at livast, enn at fáa mest
møguligt burtur úr sjálvur.
Og nógv klók ráð og áhuga
verdar áskoðanir hava bæði
eg og onnur kring teg fingið
frá tær upp ígjøgnum árini.
Minnist meg rætt, er tað
eitt italienskt orðatak, sum
sigur nøkunlunda soleiðis, at
tá tú missir ein, sum stendur
tær nær, so doyr ein partur av
tær sjálvum. Nakað soleiðis
hevði eg tað, tá ein annar
vinmaður doyði – løgið nokk
á sjálvum ársdegnum – árið
fyri, tú fór, og soleiðis havi eg
kent tað, síðani tú legði árar
nar hálvan desember í fjør.
Góði Heðin! Tú ert nógv
saknaður og verður seint
gloymdur. Tað kundi verið
nógv at lagt afturat og skriv
að um teg, sum tað stóra
menniskja, tú var, men tað
fari eg at goyma í minninum.
Takk fyri alt og hvíl í friði,
góði vinur.
-Kári
Ein góður og gløggur
vinur farin
– til minnis um toftamannin Heðin
Højgaard (1947-2011)
Føðingar
Mánamorgunin 3. desember fingu Ranja og Nataniel eina
fitta lítlasystur. Hon vigaði 3490 gram og var 52 cm long.
Foreldrini eru Eva Brekkstein og Jón Brian Hvidtfeldt.
16. november fingu Hildibjart Winther og Kitty Mohr,
Skopun, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3630 gr.