fríggjadagur 7. desember 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
The survival of the fittest
Kekk – Kekk! – tann veruligi
avrikslistin hjá samgonguni
Tað sigst, at væl yvir 90% av
øllum djórasløgum, sum hava
livað, eru útdeyð.
Treytirnar fyri at klára
seg í náttúruni eru harðar, og
tað er ikki nokk, at vera stór
ur og sterkur, sum onkuntíð
hevur verið hildið. Tillaging
harafturímóti eru lykla-orð
ið, og yvirskriftin kann á før
oyskum orðast: “Tann, ið best
dugir at tillaga seg, hórar
undan”.
Hetta er ikki einans gald
andi í náttúruni, men eisini í
samfelagsviðurskiftum. Vit
vita, frá søguni, um stór ríki
og siðmenningar, sum eru
farin til grundar, tí tey hava
ikki megnað at tillaga seg
broytt viðurskifti.
Somuleiðis er hetta gald
andi í vinnulívi, har tær fyri
tøkur og vinnulívsskipanir,
sum megna best at tillaga
seg broyttar umstøður, vinna
á øðrum.
Okkara fiskivinnuskipan
fyri heimaleiðirnar, FISKI
DAGASKIPANIN,
er
ein
bastardur, sum ikki er lív
lagað, tí, í staðin fyri einfalt
at avmarka fiskiskapin við
kvotum,
hevur
politiska
skipanin lagt alskyns fløktar
bindingar á vinnutólini (skip
ini), so flotin fær illa tillaga
seg. Tað er sostatt bert ein
spurningur um tíð, nær skip
anin doyr.
Onkrum dámar kanska
ikki ástøði hjá Darwin um
“the survival of the fittest”,
og hellur heldur til ”creation-
ástøði”. Skulu vit flyta tað
yvir á okkara fiskidagaskipan
so er politiski myndugleikin
Guð, sum stýrir øllum so
hegnisliga, at tað nokk skal
fara at ganga. Slíkt álit havi
eg tó ikki á politisku skip
anini.
Loysnin er her, sum so
nógva aðrastaðni, at finna
eina smidliga skipan, sum
lætt tillagar seg broyttar
umstøður, bæði í samfelag
og náttúru.
Ein kvotaskipan er ein slík
smidlig skipan.
Landsstýrið hevur gjørt av, at
ein listi nú skal kunngerast
um avrik samgongunnar.
Nøkur mál verða sett í eitt
skema, og so skulu út fyri
hvørt málið setast sonevnd
“flugubein” √, tá málið er
framt.
Ella, sum Útvarpið lýsti
tað: Tá eitt mál er avrikað,
so kann sigast eins og flog
skiparar, tá teir fara ígjøgnum
trygdarmanualin: Kekk!
Endamálið skal sambært
løgmanni
vera
at
skapa
opinleiki, innlit og gjøg
numskygni. Hetta sigur so
sami løgmaður, hvørs lands
stýri í øllum stórum málum
hevur skrumblað og trumlað
mál ígjøgnum tingið. Sum
hvørki eru fyrireikað, løg
frøðisliga eftirkannað, send
til hoyringar – ella hava
tikið atlit til atfinningar frá
serfrøðingum og almenningi.
Higartil er avrikslistin í
fyrsta lagi sera soltin. Og í
øðrum lagi er hann sera mis
vísandi.
Stór avrik sum ikki
eru við á listanum
Tí sanniliga hevur hendan
samgongan og hetta lands-
stýrið avrikað nógv uppá
fáar mánaðir. Fyribils kunnu
vit í hvussu so er – uttan at
nevna allar niðurlaðingar
nar í smálutum – seta hend
an listan upp yvir høvuðs
málini:
-
Tjóðskaparliga og ment
anarliga at leiða Føroyar
aftur í amtstíðina:
√ Kekk!
-
Vinnuliga at leiða Føroyar
aftur í feudalsamfelagið:
√ Kekk!
-
Sosialt at leiða Føroy
ar aftur í gamla stætta
samfelagið: √ Kekk!
Fólk kunnu sjálvi leggja aft
urat listanum undir hvørjum
punkti - og hann er alinlangur.
Og alt hetta er gjørt fyri at
avrika hitt høvuðsmálið hjá
samgonguni:
– At tryggja – uttan opin
leika og gjøgnumskygni
– at løgmaður og lands
stýrisfólk hava givið sær
sjálvum og teimum all
arhægstu
inntøkunum
ein kekk uppá millum
3000 og 5000 og upp í
7000 krónum um mán
aðin í skattalætta. Og at
fíggja hetta við at brand
skatta pensjónsinngjald-
ingarnar hjá teimum, ið
ongan skattalætta hava
fingið og brúka pengar,
sum okkara eftirkomarar
skuldu havt: √ Kekk!
Í hesum seinasta málinum er
helst rættast at siga á lista
num: Kekk til okkum sjálvs:
√ Kekk!
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Eg kenni eina konu, sum uppdagaði, at dreingir
ikki longur kenna orðið mastur. Tað byrjaði við
einari sakleysari søgu, sum konan fortaldi einum
dreingi. Søgan var um ein bát, og báturin hevði
eina mastur, men tað skilti drongurin ikki, tí orðið
mastur hevði hann ongantíð hoyrt fyrr. Konan
gjørdist kløkk og setti eina óvísindaliga kanning
í verk. Hvønn smádrong, sum hon møtti (og hon
møtti ikki so fáum), spurdi hon: Veitst tú, hvat ein
mastur er? Nei, svaraðu teir allarflestu. Tað vistu
teir ikki.
Orðið hvørvur úr málinum, tí luturin hevur ikki
týdning longur. Ikki fyri dreingirnar, og opinbart
heldur ikki tey vaksnu, sum eru um teir. Men tá
orðini hvørva, kunnu lutirnir eisini hvørva. Lítli
drongurin sær ikki mastrina á bátinum, tí hann
veit ikki av, at orðið er til. Hann sær ein bát. Onga
mastur.
Einaferð ávaraðu sambandsfólk um, at føroyska
málið var ov lítið at vera okkara høvuðsmál.
Um vit ikki høvdu danska málið, kundu vit ikki
veruliga tosa um mentan, politikk og vísund.
Føroyska málið var so lítið og bygdasligt, at skuldu
skúli og kirkja verða føroysk, fóru vit at drukna
í heimføðisligari armóð. Í dag hoyrir tú ongan
sambandsmann siga so. Hóast nakrir øsa seg um,
at Kili eigur at byrja við C og Meksiko manglar eitt
x, eru fáar – fyri ikki at siga ongar - verjutalur fyri
einum danskmæltum Føroyum.
Modernaða føroyska almennið byrjaði á
donskum við Færingetidende fyri 160 árum síðani,
men við stríðnum hjá tjóðskaparrøsluni gjørdist
almenna rúmið føroyskt mælt. Í dag eru vit øll
samd um, at føroyskt er okkara almenna mál,
løgtingið kjakast á føroyskum, journalistar miðla á
føroyskum, og børnini verða á lærd á føroyskum.
Ella eru vit tað? Høvdu teir rætt, teir gomlu
svartskygdu sambandsmenninir? Tá mobiliteturin
í samfelagnum broytist so nógv, at hvørt ættarlið
sjálvt velur sín bústað, fara komandi ættarlið so
at velja at búseta seg í ein føroyskum, donskum
ella enskum máløki? Tá mastrar ikki longur hava
hægstu raðfesting, og tú kanst sigla hagar tú vilt,
fer føroyska málið tá framvegis at vera so rúmsátt,
at hundraðtúsund fólk fara at hava hug at arbeiða,
elska og tosa á føroykum?
Tjóðskaparrørslan vildi varðveita gamlar siðir,
men ætlanin var ongantíð at avmarkað málið
til eina farna tíð ella halda tí innanfyri eitt ávíst
sjómark. Mitt í tjóðskaparstríðnum skrivaði Jóan
Petur uppi í Trøð til dømis um samtíðar kríggj í
Suðurafrika og menn, sum vórðu ofraðir fyri at
metta bretska ráðharran í hjálandamálum, Joseph
Chamberlain.
Átakið “Í menniskjum góður tokki” setir hendan
mánaðin orð á føroyskt fátækradømi, og í vikuni
kom føroysk bók um rúmdina. Gott, tá fólk seta orð
á veruleikar, sum vit annars ikki síggja. Men eg má
viðganga, at eg fái klavs viðhvørt. Myrkt, føroyskt
illveðursklavs. Tí hví má eg keypa danskt blað fyri
at lesa um Hamas í Miðeystri, lurta eftir donskum
útvarpi fyri at hoyra um evropeiska samveldið og
hyggja at donskum sjónvarpi fyri at royna at skilja
amerikonsku fiskalu kliffina, fíggjarligu eggina,
ella hvussu hatta hugtakið sær út á føroyskum?
Hvar fóru visjónirnar um eitt víðskygd føroyskt
almenni? Hvurvu tær har úti í sjónarringinum
saman við mastrunum?
Dorit
Hansen
Lærari og
ritstjóri
EYGA
MÁLIÐ
Tá mastrar og
umheimur hvørva
Thormund
Johannesen
Skipsførari &
Skipsverkfrøðingur M.Sc.
høgni
hoydal
www.sosialurin.fo