fríggjadagur 7. desember 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Edmund Joensen
Fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin,
fyrrverandi løgmaður og løgtingsformaður
Vitan, betong og fosturlandskærleiki
Ú
tbúgving er lykilin til so
mangt.
Í Kina er útbúgving ein orsøk
til, at landið brátt troðkar USA av
sum mætasta land heimsins.
Í Afghanistan ger manglandi
útbúgving seg seka í, at tjóðin
hongur føst í mentanarligu
oyðimørkini. Sjálvt tónleikur er
bannaður. Smágentur verða av
rættaðar, bert tí tær vilja sleppa í
skúla.
Og her í Føroyum verður
aldurspyramidan skeiklað, mill
um annað tí tørvur er á víðari
útbúgving í landinum. Ung fara,
sum rímiligt er, av landinum at
lesa og læra. Hetta er ein orsøk
til, at fólkavøkstur er vorðin til
fráflyting.
Avbjóðingin hjá dagsins
politikarum er her:
Øðrumegin skal ungdómur
hava hægri útbúgving. Hinvegin
má hetta ikki bera í sær, at Føroyar
spakuliga avtoftast.
Betong ella vitan
Toluliga breið semja er um, at
eitt universitet á altjóða stigi
í Tórshavn kann vera við til at
loysa ein part av avbjóðingini við
fráflyting.
Tankin er, at eitt sterkt
universitet í høvuðsstaðnum ber
í sær, at fleiri - heilt ella lutvíst -
velja at lesa og læra her heima.
Tankin er góður, og í politiska
umhvørvinum taka nógv undir við
honum.
Men enn eru neyðugu politisku
tøkini ikki tikin.
Nógv snakk.
Fáar gerðir.
Vit vilja heldur spreingja hol í
fjøll og leggja asfalt á vegir.
Komið nú!
Skulu vit føroyingar sláa okkum
til tols við, at soleiðis er tað bara?
Ella skulu vit hugsa tankan um
eitt altjóða universitet fult út - og
síðani seta handling aftan fyri
tankar og orð?
Henda tíðargrein er hugsað
sum ein innbjóðing til øll tey
mongu, sum tora og vilja.
Hetta er ein áheitan á lykla
aktørar um at fara til verka saman
við eldsálum, ið virka fyri sakini.
Lat okkum fáa altjóða universi
tetið á føtur í høvuðsstaðnum!
Fólkavøkstur við
samstarvi í ríkinum
Í vikuni var áhugaverda tiltakið
"Exit Føroyar" á skrá.
Har hevði eg høvi at koma við
einum boði uppá, hvussu sam
starvið í ríkinum kann vera við til
at tálma fráflyting og stuðla upp
undir fólkavøkstur í Føroyum.
Ein niðurstøða er, at samstarvið
í ríkinum longu er "gearað" til
eina felags verkætlan um eitt
nýtt altjóða universitet í føroyska
høvuðsstaðnum.
Fordømir finnast, og longu nú
er samstarv í ríkinum um gransk
ing.
Hetta skapar virksemi, dyna
mikk og vitan á granskingar
stovnum í Føroyum.
Tað ber væl til, um vit bara
vilja - og handla.
SALT-samstarv
sum fyridømi
Vit skifta málið sundur í tveir
partar: ein fysiskan universitets
bygning, og síðani - ikki minst
- innihaldið í útbúgvingum og
gransking.
Lat okkum umrøða bygningin
fyrst.
Í stuttum vísa mínar royndir
við at útvega fígging uttaneftir,
at uppgávan er avbjóðandi, men
tað ber til. Rakstraríløgur eru av
náttúr nakað tyngri at fáa í lag
enn anleggsíløgur.
Tilgongdin við Projekt SALT
á Tvøroyri er eitt feskt dømi. Tá
fingust Løgtingið, Fólkatingið
og Mærsk-grunnin at fíggja
annlegsútreiðslurnar. Tilsamans
40 mió. kr. uttaneftir og 20 mió. kr.
úr Føroyum.
Eisini bundu Landsstýrið og
Tvøroyarar kommuna seg til árliga
rakstrarfígging.
Íleggjarar uttanlands treyta
sær typiskt, at rakstrarfígging er
frammanundan. Lív og virksemi
mugu jú koma inn í bygningarnar,
tá teir standa lidnir.
Ymsar meiningar eru um
Projekt SALT. Tó er greitt, at
endurreisnin av siloini og útveg
aða rakstrarfíggingin komu bert í
lag, tí fleiri partar í ríkinum lyftu
uppgávuna í felag.
Leisturin kann brúkast aftur,
tí tað verður neyvan í bræði,
at Løgtingið loysir uppgávuna
einsamalt.
Føroysk fígging avgerandi
Hugsandi er, at Løgtingið og Fólka
tingið luttaka í einari universitets
bygging.
Universitetið eigur náttúrliga
at liggja í Tórshavn. Tí eigur
høvuðsstaðarkommunan at hava
áhuga í at vera við í anleggsfígg
ingini - møguliga eisini rakstri
num.
Privatir aktørar mugu eisini
við. Sterkir grunnar - privatir
og almennir - eru í og uttan fyri
Føroyar. Her má miðvíst og hart
arbeiði gerast.
Sum fólkatingsmaður er undir
ritaði í løtuni við í verkætlanum,
ið krevja útlendska fígging.
Projektini skulu vera haldgóð, og
treiskni krevst av fyriskiparunum.
Fíggjarar uttan fyri Føroyar
luttaka tó neyvan uttan so, at vit
sjálvi leggja tilsvarandi á borðið.
Føroysk fígging er avgerandi.
Ymisk modell fyri
rakstrarfígging
Raksturin skal, sum nevnt, eisini
fáast at bera til.
Løgtingið má spenna seg fyri
bróðurpartin av rakstrinum av
einum universiteti. Hinvegin er
hugsandi, at Fólkatingið eisini
kann vera við her.
Eitt ikki roynt hugskot er at
umfordeila ein part av umkost
ningunum við, at føroysk lesandi
útbúgva seg á donskum universi
tetum.
Logikkurin er, at fyri hvønn
lesandi, ið velur nýggja universi
tetið í Tórshavn, er ein minni í
skipanini í Danmark, sum eisini er
okkara.
Ein sparing har - ein íløga her.
Útreiðsluneutralt fyri statin -
gull vert her hjá okkum.
Ein radikalt øðrvísi møgu
leiki er, at ein grein av t.d. Keyp
mannahavnar Universiteti verður
stovnað í Havn.
Í danska høvuðsstaðnum
síggja vit, at universitetini í Århus
og Ålborg hava greinar har. Tankin
er tí ikki so fjarur.
Um hann letur seg gera, er ein
annar spurningur, men kanska er
hetta eina roynd vert.
Nýtt institutt í Føroyum
Granskingarsamstørv mugu
hugsast væl inn í stóra projektið.
Hóast ikki universitetsmaður
havi eg sum fólkatingsmaður
luttikið í at stovna granskingar
virksemi í Føroyum ígjøgnum
samstarv í ríkinum.
Eisini tað ber til.
Ítøkiliga er talan um gransk
ingarsamstarvið, har ið fokus er á
hav- og veðurlagsgransking kring
Føroyar.
Havstovan stýrir verkætlanini,
sum er eitt samstarv við donsk
universitet og stovnar.
Fyrsta PHD-ritgerðin kom út
í Føroyum fyrr í ár, og fleiri eru á
veg.
Verkætlanin byrjaði í 2007
undir stjórnini hjá Anders Fogh
Rasmussen, og higartil hevur
danska stjórnin sett uml. 20
mió. kr. í verkætlanina. Føroyski
parturin fer av játtanini til
Havstovuna.
Visjónin er, at eitt institut
fyri hav- og veðurlagsgransking
á altjóða stigi verður stovnað
í Føroyum - helst á nýggja
universitetinum í Tórshavn.
Granskingarsamstørvini eru
magnetir, ið draga fólk at sær og
skapa vitan á staðnum.
Tað ber til!
Samlaða poengið er, at tað ber
væl til at samstarva í ríkinum um
ymiskar verkætlanir.
Stórar sum smáar.
Innan útbúgving, gransking,
mentan og vinnu.
Hetta vísa royndirnar, ið vit
longu hava gjørt.
Einasta treyt er, at vit vilja
samstarvið og lata handlingar
fylgja orðunum.
Burturúr spyrst virksemi,
vitanartung arbeiðspláss og
vøkstur.
Tilflyting heldur enn fráflyt
ing.
Tað ber væl til.
Krevst meira enn kærleiki
At enda ein viðmerking til
hugsanina um, at trupulleikin við
fráflyting loysir seg sjálvan, um
føroyingar bara eru nóg góðir við
landið.
Fái meg ikki til at taka slíkt í
álvara.
Vit eru øll góð við okkara land,
og fosturlandskærleiki er eitt
útmerkað útgangsstøði.
Men meiri skal til.
Liviumstøðurnar skulu vera
góðar. Tað skal vera gott at liva og
búgva í Føroyum - eisini tá ið vit
samanbera við onnur lond kring
okkum og úti í heimi.
Vit mugu koma hagar til, at
ung, miðaldrandi og gomul siga, at
tað er líka gott at hava tilveruna í
Føroyum sum aðrastaðni.
Tástaðni fáa vit veruliga vent
gongdini frá fráflyting til tilflyting
og fólkavøkstur.
Lat okkum tó byrja við altjóða
universitetinum í Tórshavn.
Lat okkum byggja eitt altjóða
universitet í Tórshavn
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen