fríggjadagur 7. desember 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Sjúrður Skaale
Kringvarpsgjaldið – ein tilvildar
ligur og asosialur skattur
Uppskotið um kringvarpsskatt er gott og neyðugt. - Viðmerking til Jørgen Niclasen og Eirik Lindenskov
U
ppskot Tjóðveldis- og Javn
aðarfloksins og um at taka
kringvarpsgjaldið inn gjøgnum
skattin, vinnur ikki frama.
Tað tykist, sum so mangan, vera
Fólkaflokkurin, sum ræður. Jørgen
Niclasen sigur seg ikki vilja hava, at
gjaldið verður gjørt til ein skatt.
Hetta er eitt merkiligt argu
ment. Tí KV-gjaldið ER ein skattur.
Formliga er talan um eitt brúk
aragjald, sum bara skal rindast av
teimum húsarhaldum, sum hava
móttakara. Men øll HAVA mót
takara. Øll SKULU rinda. Tí er KV-
gjaldið ikki eitt brúkaragjald, men
ein húsarhaldsskattur.
Og
hesin
húsarhaldsskattur
rakar fólk púra tilvildarliga.
Har fýra fólk eru í húsi, gjalda
tey í meðal 906 kr. í part.
Har eitt fólk er í húsi, skal við
komandi rinda fult gjald einsamøll
– 3.625 kr. Og her skal havast í
huga, at tey, sum búgva einsamøll,
ofta eru tey, sum eru ringast fyri
fíggjarliga.
Hevur ein, sum býr fyri seg sjálv
an, eitt virki har fólk koma inn, skal
hann rinda fyri tað eisini – altso
tvey gjøld. 7.250 krónur!
Kringvarpsgjaldið er ein altso
skattur, ið rakar púra tilvildarliga
og hamrandi órættvíst.
KVF fær ikki alt
Fleiri halda seg ikki fáa nóg nógv fyri
tað, tey rinda í Kringvarpsgjaldi.
Men tey fáa heldur ikki send
ingar fyri alt! KVF sleppur ikki at
arbeiða fyri allar pengarnar, sum
stovnurin krevur inn. Fimtingurin
fer beinleiðis í landskassan sum
MVG. Um KVF fekk alt gjaldið,
hevði myndin sæð heilt øðrvísi út.
Tað er ikki rímiligt, at politiski
myndugleikin á hendan hátt tving
ar ein almennan stovn at krevja
skatt inn fyri seg.
Gott at vita hvat tað kostar
Tað eru eisini fyrimunir við, at KVF-
skatturin verður kravdur inn sum
eitt serstakt gjald. Hetta ger, at fólk
hvønn dag kunnu fylgja beinleiðis
við í, hvat fæst fyri pengarnar, sum
vit rinda. Tí eru fólk eisini kritisk
– og tað leggur eitt sunt trýst á
stovnin, sum má kýta seg at gera
sítt besta.
Men av øllum almennum stovn
um er hetta bara galdandi fyri
KVF!
Eg rokni við, at fólk høvdu
verið nógv meira kritisk, um tey
skuldu
rindað
beinleiðis
fyri
kostnaðin av t. d. strandferðsluni,
miðnámsskúlunum
ella
sendi
stovunum uttanlands. Ella um vit
havnarborgar skuldu rindað bein
leiðis fyri okkara ”ókeypis” buss
leið...
Og ímyndið tykkum um kostn
aðurin á teirri politisku skipanini
ikki hevði verið camoufleraður í
skattinum, men vit 6. hvønn mánað
fingu eitt girokort, har vit skuldu
gjalda fyri showið... Neyvan hevði
gingið long tíð, til broytingar høvdu
komið.
Vit eru ikki so tilvitað um tað,
vit rinda til annað alment virksemi
– men vit hugsa um tað, vit rinda til
KVF. Orsøkin er lutvíst, at vit rinda
henda skatt sum rokning; lutvíst at
vit hvønn dag kunnu meta um, hvat
vit fáa fyri pengarnar; og lutvíst at
tey veikastu mangan rinda nógv
meira enn tey, sum hava ráð at
rinda.
Fyrimunir
Størsti fyrimunurin við uppskot
inum, sum nú liggur á tingi, er, at
hesin KV-skatturin ikki verður
kravdur inn tilvildarliga. Sum er
bera láglønt helst størstu byrðuna
– við uppskotinum verður hon flutt
yvir á tey háløntu. Sum politiska
gongdin hevur verið síðstu tíðina,
er hetta alneyðugt, sosialt sæð.
Ein annar fyrimunur er, at KVF
sleppur at framleiða fyri allar peng
arnar, tey fáa. Stovnurin skal ikki
longur krevja MVG inn til lands
kassan, og lurtarar og hyggjarar
skulu ikki, sum nú, at rinda yvirprís.
Vit skulu bara rinda fyri tað, vit
fáa.
Ein triði fyrimunur er, at fólk
framvegis fara at síggja, hvat tey
rinda til KVF. Tað verður ein fastur
prosentpartur av samlaða skatt
inum. Gjaldið verður ikki camou
flerað, og tí fer tann sunni kritikk
urin av KVF ikki at tagna.
Lýsingar
Eirikur Lindenskov er ónøgdur
um, at KVF sambært uppskotinum
framvegis sleppur at senda lýsingar
– hóast inntøkurnar skulu í ein
grunn.
Tað besta hevði verið, um KVF
læt privatu miðlarnar eiga markn
aðin fyri seg sjálvar. Tí hevur
Eirikur rætt í. Men KVF er tann
størsta hurðin út til almenningin.
Um tann hurðin bleiv stongd fyri
lýsingum, hevði tað rakt eina aðra
privata vinnu – nevniliga lýsingar
vinnuna.
Sambært uppskotinum verður
hurðin hjá KVF standandi opin fyri
lýsingum – men KVF fer ikki at vera
so aggressivt á marknaðinum, tí
inntøkurnar frá lýsingum fara ikki
til raksturin hjá KVF.
Tað eru avbjóðingar við hesum
– t.d. má tryggjast, at prísurin ikki
verður dumpaður, eins og KVF má
fáa eitt umsitingargjald burturav
inntøkunum. Men verður rætt
atborið, kann hetta vera ein skipan,
sum tekur atlit til bæði privatar
miðlar og lýsingarfyritøkur.
Um pengarnir skulu í ein grunn
ella býtast út eftir øðrum leisti,
kann diskuterast. Men KVF má
kunna senda lýsingar – ið hvussu
er sjónvarpslýsingar. Hvar skulu
tær annars fara?
Og um ljóðlýsingar skulu bannast
– hvussu so við kunngerðum? Hvar
gongur markið millum eina kunn
gerð og eina lýsing?
KVF má bjargast
Persónliga haldi eg, at KVF eftir
umstøðunum framleiðir sera nógv
og gott tilfar. Og stovnurin hevur
stóran týdning fyri okkara fólka
ræði, samfelag og mentan.
Tað merkir ikki, at alt er gott.
Sjálvandi bæði kunnu og skulu ábøt
ur gerast. Tað er t.d. ivasamt, um tað
er neyðugt at hava eitt kringvarps
stýri. Tað hevur so ikki verið nøkur
trygd móti vantandi fíggjarstýring.
Dag & Viku-journalistar kunnu helst
filma fleiri av sínum innsløgum
sjálvir. Redaktiónirnar í útvarpi
og sjónvarpi mugu ansa eftir ikki
at gera somu samrøður – bara við
og uttan mynd. Bara fyri at nevna
nøkur dømi.
Allir almennir stovnar, har inn
tøkur ikki eru treytaðar av fram
leiðslu, kunnu gerast óeffektivir.
Men sum heild er Kringvarpið ikki
bara gott – tað er eisini neyðugt.
Tí má tað fáast á rættkjøl.
Og uppskotið, sum nú liggur á
tingi, hevði gjørt góðan mun!