fríggjadagur 7. desember 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvsøki
Sum partur av KT-tænastuni á Setrinum, verður arbeiðsøkið
hjá tær í høvuðsheitum at stuðla virkseminum á Megin-
deildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Tú fært ábyrgd-
ina av, at teldur og KT-amboð á megindeildini virka nøkt-
andi í dagliga arbeiðinum. Arbeiðið fevnir um samstarv við
granskarar, undirvísarar, lesandi og fyrisitingar- og
tøknistarvsfólk á megindeildini, umframt samstarv við
aðrar partar av Fróðskaparsetrinum um felags KT
viðurski8i hjá stovninum.
Høvuðsuppgávurnar fevna m.a. um at:
• seta upp og viðlíkahalda Windows, Mac og Linux
brúkarateldur
• seta upp og viðlíkahalda samband millum brúkarateldur
og aðrar KT-eindir
• innleggja nýtsluforrit og KT-skipanir á brúkarateldur
• halda neyðuga dátutrygd
KT-vørður til Setrið
Eitt fulltíðarstarv sum KT-vørður á Fróðskaparsetri Føroya verður hervið lýst leyst at søkja.
Starvið verður sett frá 1. januar 2013 ella skjótast til ber.
Førleikakrøv
Stórur dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvs-
evni og jaligan hugburð. Vit vænta, at tú hevur:
• KT-útbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
• viðkomandi royndir í forritan
• góðan málkunnleika, serliga í føroyskum og enskum
• góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
Fróðskaparsetrið er í eini bygnaðarligari tillagingartíð, og
tú má tí kunna tola møguligar broytingar, ið standast av,
at Setrið er farið undir at miðsavna ávísar uppgávur.
Setanarviðurski8i
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit
yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir.
Freist
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. desember 2012.
Umsóknir skulu sendast til
umsokn@setur.fo ella
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Óla
Simonsen, KT-leiðara, olis@setur.fo, tlf. 29 25 15 ella til
Hans Paula Joensen, dekan, hanspj@setur.fo, tlf. 29 25 08.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á
www.setur.fo
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya
er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272
FO-110 Tórshavn • Føroyar
Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo