fríggjadagur 7. desember 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Høvuðpína og svimbul á Stranda skúla
Hvat
gera
foreldur
og
skúlaleiðsla, tá næmingar fáa
høvuðpínu, svimbul, pínu fyri
bringuna, verri sodning og
møði, meðan teir uppihalda
sær á nýmótans og tráðleysa
Stranda skúla?
Stranda skúli fer í næstum
at geva øllum næmingum
í skúlanum ein iPad (teldil)
og útbyggja tráðleysa netið
á skúlanum. Hetta metir Er
bylgjufelagið er ein heilsu
skaðilig íløga.
Skúlaleiðslan grundar sína
avgerð við, at framtíðin er
digital og at í øðrum londum
fáa serliga næmingar, ið hava
tungt við at læra, gagn av
einum iPad. Við hesum skilst,
at framtíðin hjá Stranda
skúla eisini verður tráðleys,
tí teldlar (iPad) kunnu bert
hava samband við internetið
gjøgnum tráðleyst samband
(Wi-Fi) og ikki gjøgnum inter
netleidning.
Og hetta er trupulleikin!
Við iPad sum høvuðsarbeiðs
amboði, verða vandamiklar
erbylgjur sendar inn í kroppin
á hvørjum skúlanæmingi dag
og dagliga. Hetta er ein avgerð,
ið stendur í sterkari kontrast
til avgerðina hjá heimsheilsu
stovnurin WHO, sum bólkaði
erbylgjur
sum
»møguliga
krabbameinselvandi« í 2011.
Eisini stendur hetta í sterkari
kontrast
til
yvirlýsingina
hjá Europa-Ráðnum frá 2011,
har ráðið mælir teimum 47
limalondunum til ikki at
brúka Wi-Fi, har børn og ung
uppihalda sær. Ístaðin mælir
Europa-Ráðið til at hava
internetsamband við leidn
ingi, ið eisini er meira orku-
sparandi og gevur skjótari
internet.
Wi-Fi somu vanda
miklu erbylgjur sum
mikrobylgjuovnurin
Teldulin sendir út 2,45 milli
ónir sveiggj um sekundið,
júst sum mikrobylgjuovnurin
ger. Munurin er, at ovnurin
heldur flestu erbylgjurnar
inni í ovninum, meða teldul
in spreiðir bylgjurnar út
í hvørja kyknu á brúkar
anum. Tá ein vika er farin,
hevur ein næmingur í prin
sippinum verið inni í ein
um mikrobylgjuovni í 10
minuttir.* Og jú tættari
næmingarnir sita, tess hægri
verður eisini geislingin hvør
fær á seg.
Heilsuskaði av
erbylgjugeisling
Næmingar í skúlastovu við
nógvum iPad fara at verða
útsettir fyri eini sterkari
erbylgjugeisling enn henni,
sum kemur frá eini fartele
fonmastur! Í eini tráðleys
ari skúlastovu, har hvør
næmingur
hevur
teldil,
kunnu vit vænta eina geisla
styrki millum 1000-3000μW/
m2 og royndir aðrastaðni
vísa, at:
- & & -
- -
20μW/m2 elva til: · broytt
elektrisk
signal
(EEG)
í
heilabørkinum, ólag á svøvn
in, óvanligt blóðtrýst og ólag
í sodningini. Færri skúlabørn
fara at flyta upp í næsta
flokk.
1000μW/m2 elva til: - høv
uðpínu, svimbul, pínu fyri
bringuna, verri sodning og
møði.
2000-8000μW/m2 elva til: -
at fleiri børn, sum búgva tætt
við
uttandura
sjónvarps
sendistøðir, fáa blóðkrabba.
3000μW/m2 elva til: - verri
motoriskar funktiónir og
reaktiónstíð, og verri upp
merksemi.**
Alsamt fleiri verða
ovurviðkvom yvir fyri
elektromagnetiskum
geislingum
Síðan áttatiárini eru fólk í
Svøríki, Týsklandi, Englandi
og Sveits og aðrastaðni spurd,
um tey eru ovurviðkvom fyri
elektromagnetiskum feltum
(t.v.s. at tey tola m.a. ikki
fartelefonir ella tráðleyst
internet) Hetta prosenttal er
økt við rúkandi ferð, so at í dag
siga 9% av svium seg verða
elektroovurviðkvæmar.***
#
Økingin kemur av al
samt størri útbreiðslu av
fartelefonum og Wi-Fi. Alt
annað líka, fer hetta sama
at henda í Føroyum - um tað
ikki longu er hent.
Skúlanæmingar hava
rætt til reint umhvørvi
Niðurstøðan
hjá
»The
American Academy of En
vironmental
Medicine«
um Wi-Fi í skúlum átti at
fingið øll at hugsað seg um:
»Neiliga heilsuávirkanin frá
tráðleysum radiofrekventum
feltum, so sum innlærings-
trupulleikar, broytt immun
verja og høvuðpína, er púra
greitt tilstaðar og er væl
dokumenterað í vísindaligum
bókmentum. Tryggari tøkni,
t.v.s. at brúka leidning til fast
netsambandið, er staðiliga
tilrátt í skúlum.«
Farteldur við leidningi
til fastnetinternetið er eitt
heilsugott og nógv betur
alternativ
enn
tráðleysir
iPad. Vit kundu hugsað okk
um at spurt, um ikki tað eis
ini er ein menniskjarættur
hjá skúlanæmingum, at uppi
halda sær í einum reinum og
tryggum umhvørvi?
Hvat gera foreldur og
Stranda skúli - um og tá -
einir 15 næmingar (9% av 169
næmingum) fáa omanfyri
nevndu heilsutrupulleikar,
meðan teir uppihalda sær
á nýmótans og tráðleysa
Stranda skúla? Fáa teir næm
ingar og foreldur, ið ikki vilja
hava hesa dálking, eitt trygt
alternativ?
Keldur: *Amended declaration of
Barry Trower (2011) **Dr. Magda
Havas: Analysis of health and
Environmental Effects of Proposed
San Francisco Earthlink Wi-Fi
Network (2007) ***Hallberg and
Oberfeld: Will we all become
electrosensitive? (2006)
Vegna
Erbylgju
felagið
Janus D. Guttesen
form
>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>
>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>>