fríggjadagur 7. desember 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Liljan Djurhuus og Adina Petrea
sótu uttanfyri vegna sjúku og
skaða. Tað merkti spælið hjá gest
unum, sum ikki megnaðu at hótta
oddaliðið.
Í hálvleikinum var Neistin á
odda 17-10. Barbara Brauer byrjaði
væl fyri Neistan, meðan Heidi
Sevdal royndi at halda felagsliðnum
inni í dystinum.
Í seinna hálvleiki helt gongdin
fram, og tað endaði við, at Neistin
vann við heili 15 málum. Barbara
Brauer sat uttanfyri allan seinna
hálvleiki. Tað broytti einki, tí hinar
á liðnum tók við. Tær gjørdu fáar
álopsvillur. Tí slapp VÍF/Tjaldur
ongantíð í skjótálop, meðan Neistin
í hinum endanum vóru skjótar at
revsa upp á skjótálop.
Neistin hevur fult stigatal eftir
níggju umfør, meðan VÍF/Tjaldur
framvegis hevur seks stig á triðja
plássi, men nú fyri sjey dystir.
trondur@sosialurin.fo
fremsta deildin kvinnur
Jóannes Hansen
– Eg æti mær at spæla í fremstu
røð næsta kappingarár.
Tað segði Jann Ingi Petersen,
tá ið tað á seinasta leikdegi í
heyst var greitt, at barndóms
felag hansara, B68, næsta
kappingarár skal spæla í næst
bestu deildini. Nú er ætlanin
hjá
miðvallaranum
vorðin
veruleiki.
Víkingur boðar frá á heima
síðu síni, at felagið og Jann Ingi
Petersen hava skrivað undir
sáttmála, sum bindur partar
nar at hvørjum øðrum í tvey
ár.
Felagið sigur seg hava leitað
eftir einum profili at taka upp
gávuna á seg á miðvøllinum,
nú tað er greitt, at tríggir
teirra, sum hava verið við til at
manna miðvallarplássini, ikki
longur verða í felagnum. Her
verður hugsað um Evrard Blé,
Sølva Vatnhamar og Fritleif í
Lambanum. Í Jann Inga heldur
Víkingur seg hava funnið rætta
generalin á miðvøllinum.
Jann Ingi Petersen hevur
spælt 177 dystir í bestu deild
ini, 38 steypadystir og 8 euro
peiskar dystir. Tilsaman hevur
hann skorað 40 mál í vaksna
mannadeildunum. 22 ferðir
hevur Jann Ingi umboðað Før
oyar í A-landsdystum.
– Vit í Víkingi eru sera fegin
um, at Jann Ingi hevur valt at
spæla við okkara felaga, tey
komandi tvey kappingarárini.
Við at knýta ein tílíkan profil
til okkara hóp, ynskja vit at
senda eitt greitt signal um, at
vit framhaldandi ynskja at
verða vit til at mynda toppin
av føroyskum fótbólti, verður
sagt á heimasíðuni vikingur.fo
joannes@sosialurin.fo
Jann Ingi
víkingur
í tvey ár
Fótbóltur Jann Ingi hevur skrivað
ein tvey ára sáttmála við Víking
Henrik Gerster verður at síggja
á venjarabonkinum hjá vest
menningum í framtíðini. Hann
er settur sum hjálparvenjari.
Jan Ottosen er høvðusvenjari.
Nevndin í VÍF hevur í sam
ráð við Jan Ottosen leita eftir
einum hjálparvenjara til venj
aratoymið hjá VÍF. Henrik
Gerster hevur nú játtað at
koma í venjaratoymið.
Henrik Gerster hevur drúgv
ar royndir sum spælari og venj
ari. Hann hevur millum annað
verið venjari hjá H71 og Kyndil í
bestu deildini hjá monnum.
trondur@sosialurin.fo
Gerster til VÍF
Neistin - VÍF/Tjaldur 33-18 (17-10)
Neistin: Eir Berg 6, Barbara Brauer 6, Bára Hansen 5, Ása á Neystabø 4, Marjun Danberg
4, Nicoleta R. Hansen 3, Birita Jacobsen 2, Jacklin Durhuus 2, Rakul Augustinussen 1
VÍF/Tjaldur: Heidi Sevdal 5, Eilin Hansen 2, Ansy Sevdal 2, Rannvá Jakobsen 2, Sólfríða
Pattison 2, Tóra Sevdal 2, Amanda Kristiansen 2, Linda Davidsen 1
Tróndur Arge
Tað var annars einki, sum bendi á,
at tað skuldi blíva ein spennandi
dystur í fyrra hálvleiki. Alt riggar
hjá Kyndli. Spælið er skjótt og gott.
Mál koma upp á alt frá skjótálopum
til góðar innspælingar til strikuna.
Hálvleiksstøðan er ein greið 15-7
leiðsla til Kyndil. Spurningurin er
um leiðslan var ov stór, tí Kyndil
kom ikki út til seinna hálvleik. Tað
gjørdi StÍF hinvegin. Tær fingu
tamarhald á verjuspælinum, og
Kyndil skoraði bara tvey mál fyrsta
korterið í seinna hálvleiki.
Við Rebekku Justinussen á
odda útjavnar StÍF leiðsluna tá
17 minuttir eru spældir. Tríggjar
minuttir fyri tíð er StÍF á odda við
tveimum málum. Kyndla álopið
er ráðaleyst og bólturin vil ikki í
málið.
Tveir minuttir fyri tíð fær Kyndil
brotskast og StÍF fær útvísting.
Kyndil minkar um munin og StÍF
tekur time out við hálvum øðrum
minutti eftir. Kyndil vinnur bóltin
aftur við hálvum minutti eftir, men
langa avleveringin er óneyv og StÍF
kann avgera dystin.
StÍF er framvegis aftast, men
hevur nú fýra stig. Kyndil er á
øðrum plássi við níggju stigum.
Kyndil - StÍF 19-21 (15-7)
Kyndil: Simona Jacob 5, Turið Arge 5, Anja Heinadóttir 5, Anna Brimnes 2,
Jórun S. Ludvig 1
StÍF: Rebekka Justinussen 9, Paula Høgnesen 5, Fríðrún Danielsen 4, Bára Berthelsen 2,
Lena Weihe 1
Ótrúligur StÍF sigur
Fótbóltur Kyndil var á odda 15-7 í hálvleikinum, men
tapti fyri einum StÍF liðið, sum spældi ein branddyst í
seinna hálvleiki. Úrslitið gjørdist 21-19 til StÍF
Neistin vann stórt
Hondbóltur Eitt skert VÍF/Tjaldur lið megnaði einki at
gera við oddaliðið í gjár. Neistin vann heili 33-18, eftir
at hava verið á odda við sjey málum í hálvleikinum
Myndir: Álvur Haraldsen