fríggjadagur 7. desember 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 7. desember 2012 · Nr. 143
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Leygardagin stendur slagið um
hvør eigur sterkastu menn í konga
ríkinum. Styrkilyfting og sterkir
menn hevur ikki sama áhuga, sum
tá Regin Vágadal dystaðist við teir
sterkastu í heiminum fyri einum
fullsettum Gundadali í Atlantic
Giant.
Hvørt mansbarn fór frá húsum
fyri at síggja hesar menninar lyfta,
skumpa og tveita lutir, sum vanligt
fólk høvdu ringt eftir kranabili fyri
at fingið upp frá.
Í nøkur ár hevur áhugin verið
vaksandi og nøvn sum Jákup Súni
Berg og Bogi Hammer eru meiri
og meiri at síggja í fjølmiðlunum.
Jákup Súni hevur tvey ár á rað
vunnið heitið sum Føroya sterkasti
maður. Tað hevur millm annað gjørt
hann høvðusleikaran í lýsingar
herðferðini hjá Burger King í SMS.
Mikudagin høvdu Bogi og Jákup
Súni sína seinastu venjing í einum
goymslirúmi á Hjalla. Tað er nakað
kalt inni í hølinum, men Bogie r
skjótur at svara, at umstøðurnar at
venja eru betri enn árini fyri.
Eisini illasperda Kringvarpið er
komið við myndatóli, at fáa feskar
myndir av risunum báðum, sum
skulu leggja seinastu hond á fyri
reikingarnar til landsdystin leygar
dagin.
Ein dystur deildur
upp í fimm
Tað verður kappast í fimm ymiskum
greinum. Tann fyrsta er at koppa
einum 416 kilo tungum dekki seks
ferðir so skjótt sum gjørligt.
Grein tvey er at halda tveimum
tunnum upp á áleið 180 kilo í part.
Tann, sum heldur longst vinnur.
Grein trý er at hála ein lastbil,
sum er í gear, yvir ein tein. Grein
fýra er at lyfta seks bobensir, sum
viga 100 kilo í part, ganga sjey metr
ar og leggja tær á ein platt, ið er ein
metur høgur.
Grein fimm er eitt sindur øðrvísi,
tí talan er um eina stafett har báðir
luttaka í senn. Annar skal ganga
átta metrar við einum loddi, sum
vigar 200 kilo, meðan hin skal lyfta
tað upp nøkur trin á eini trappu,
sum vanliga verður nevnd fyri
»Power stairs«.
Tað landið, sum vinnur flest av
greinunum vinnur eisini lands
dystin.
Fleilurin í fleiri av hinum kapp
inginum, sum hava verið farnu
árini er, at tað er so drúgv tíð frá tí
tað byrjar til at tað endar. Hesa ferð
er tað gjørt so at landsdysturin ikki
verður lengri enn í hálvan annan
tíma við einum steðgi. Dysturin
byrjar longu klokkan 16.000 og tað
gevur øllum jólagestinum stundir
at fara heim og gera seg klárar til
allar tær ymisku jólaveitslurnar,
sum eru á skránni.
»Power stairs«
Tá Sosialurin er á vitjan mikudagin
er tað seinasta greini, sum verður
vand. Vanligt er, at menn binda frið
í eina viku upp til kapping, men í
hesum førinum hava Jákup Súni
og Bogi valt at gera eitt undantak.
Tað er serliga taktikkurin, sum skal
leggjast. Talan er um tungarlutir,
sum skulu berast og lyftast. Bara
ein feilur ella ein misskiljing kann
kosta sigurin.
Royndarkoyringin eydnast ikki
heilt væl. Serliga Jákup Súni, sum
tvær ferðir skal renna átta metrar
við 200 kilo tunga loddinum, ið er
ónøgdur. Ein løtu seinni ger hann
eina roynd sjálvur, og tá eydnast
væl betri.
At verða við til eina slíka kapp
ing kann ikki samanberast við
lyfta eina vekt í eini venjingarstøð.
Báðir danskararnir eru væl sterkari
í greinum sum Bonkpress, Squat og
deadlift, men tað merkir ikki at teir
eru eins nógv betri til tær fimm
greinarnar, sum verða til lands
dystin.
– Tað er øðrvísi tá tú skal koppa
einum dekki enn at flyta eina stong
frá A til B. Tað kann henda so nógv
meiri við dekkinum. Tú kanst miss
takið, koma skeivt niður og missa
taktina. Tað ger alt stóran mun,
sigur Bogi Hammer eftir venjing
ina.
Hesin landsdysturin kemur eis
ini at verða ein mátistokkur fyri
hvussu hugurin er at gera slíkt
aftur. Jákup Súni og Bogi siga seg
verða í sínum lívsformi, so er spurn
ingurin um tað er nokk til at vinna
á favorittinum úr Danmark.
trondur@sosialurin.fo
Hammer og Berg
klárir til landsdyst
strongman landsdystur
Styrkikapping Styrkilandsdystur verður um vikuskiftið millum Føroyar og Danmark. Tað eru Bogi
Hammer og Jákup Súni Berg, sum skulu dystast móti tveimum av teimum sterkastu monnum í Danmark
– Tað er øðrvísi tá tú skal koppa einum dekki enn at flyta eina stong frá
A til B. Tað kann henda so nógv meiri við dekkinum, sigur Bogi Hammer
Myndir: Álvur Haraldsen
Jákup
Súni Berg
Aldur: 32 ár
Vekt: 120 kilo
Hædd: 184 cm
Bogi
Hammer
Aldur: 35 ár
Vekt: 120 kilo
Hædd: 193
Fakta: