fríggjadagur 7. desember 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 7. desember 2012
2
VIKUSKIFTI
Planet Awards
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Á hvørjum ári skipar Miðlahúsið fyri
Planet Awards. Hetta er tiltak, har tey
bestu í føroyskum tónleiki farna árið
verða heiðrað.
Sjey Planet heiðurslønir verða
lætnar, og harafturat verður eitt serligt
herðaklapp latið onkrum, sum hevur
avrikað nakað serligt í føroyskum tón
leiki.
Heiðurslønir verða lætnar Ársins
sangara, songkvinnu, bólki, einstaklingi,
nýggjum bólki, sangi og útgávu.
Ein dómsnevnd ger tilnevningar til
tær ymsu heiðurslønirnar, og síðani
skal dómsnevndin atkvøða saman við
almenninginum, sum kann senda sms-
atkvøður til atkvøðugreiðsluna.
– Mánadagin verður tilnevningarnar
til Planet Awards 2012 kunngjørdar, og
síðani fáa fólk møguleikan at atkvøða til
teir ymsu heiðurslønirnar, sigur Barbara
Holm, sum samskipar tiltakið.
Hildið á Rex
Planet Awards verður hildið á dansi
staðnum Rex í Havn fríggjakvøldið 28.
desember. Har verður so avdúkað, hvør
hevur vunnið tær ymsu heiðurslønirnar,
og eisini verður serliga herðaklappið
latið.
Fólk hava møguleika at verða við
til Planet Awards, og atgongumerkini
verða sett til sølu mánadagin.
Rás2 fer at senda beinleiðis frá
Planet Awards.
Áh tey
stórfingnu
stressaðu jól
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Tilvildarlig
klumman
Eydna
Skaale
Fríggjakvøldið 28. desember verða ársins
Planet heiðurslønir handaðar á Rex í Havn
Tiltøk. Hugnaløtur. Veitslur. Gamlir siðir.
Vitjanir. Gávukeyp...
Hóast tað enn eru góðar tvær vikur til
jóla, so er ferð nú av álvara komin á jóla
resið.
Tey klóku siga, at tað kann vera sera
ørkymlandi at skula so nógv innan so stutta
tíð, og tí eiga vit at seta okkum lægri mál á
jólum, umframt at seta ferðina og forvæntn
ingarnar niður, so vit ikki verða rakt av
jólastrongd.
Í hesum døgum verða skrivaðar greinar,
bloggar og síður upp og niður um, hvussu
vit sleppa undan at stressa á jólum. Bræv
kassarnir eru fyltir við brøvum frá kvinnum
í jóladesperatión, og klóku svarini siga ofta,
at vit skulu velja – og kanska serliga vraka
– við harðari hond, so tað ikki verður ov
strævið hjá okkum.
Eg kundi tó ikki verið meiri ósamd! Ja, tað
er nógv at minnast til, fara til, ordna og gera,
men eg havi absolutt ikki hug til at vraka
nakað. Tvørturímóti harmar tað meg ofta, at
eg ikki nái at fara til enn fleiri tiltøk.
Tað er so deiligt, at vit einaferð árliga
svinga okkum upp í eitt hægri gear. At vit
dyrka hvønnannan og tað sosiala. Eg havi
hug at spyrja: hvat so, um vit einaferð ár
liga verða boðin til hugna í barnagørðum,
skúlum, fimleikafeløgum, frímerkjaringum
og øðrum støðum, har børnini hava sína
dagligu gongd? Og er tað ikki bara deiligt,
at vit einaferð árliga fara í veitslu saman við
starvsfeløgum, bindiklubba, barndómsvinum
og øðrum í góðum lag?
Ger tað nakað, um vit einaferð árliga
»eiga« at baka, pynta og hugna okkum
saman við børnunum og at nýta tíð saman
við familjuni? Eg havi eitt sindur ilt við at
fáa eyga á, júst hvør vansin er.
Jú gamaní, víst kann tað vera strævið, og
víst noyðist eisini eg at planleggja væl, renna
skjótt viðhvørt og sova lítið onkra nátt, fyri
at fáa alt at hanga saman. Onkuntíð renni eg
kanska mestsum aftaná mær sjálvari, men
hóast tað vildi eg ikki verið tað fyriuttan. Eg
elski desembermánað við øllum resinum, og
eg latið meg gleðiliga stressa eitt ánilsi, fyri
at fáa sum mest við av øllum tí deiliga, sum
stórfingnu jólini hava við sær.
Og erlig talt. Í januar og í februar hendir
absolutt einki, so tá kunnu vit hvíla okkum
alt tað, vit vilja, meðan vit minnast góðar og
jólaligar upplivingar av øllum handa slagi.
So segði
hann...
Tónleikarar heiðraðir
á Planet Awards
– Tað kemur fyri, at onkur sigur við
meg, at tað, sum eg geri, er nakað fjas
Leif Sørensen, høvuðskokkur á gourmetmatstovuni Koks,
sum skapar slóðbrótandi matupplivingar
mynd: anton Højgaard
tilvildarlig mynd
Planet Awards heiðrar tey fremstu í føroyskum popp- og rocktónleiki