fríggjadagur 7. desember 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 7. desember 2012
4
VIKUSKIFTI
Rúsdrekka
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Tá 16 ára gamla Sára minnist aftur á
barndómsárini, eru tað ikki myndir
av tí fullkomnari familjuni, ið renna
henni til hugs. Tað er nevniliga eitt,
sum setur ein myrkan skugga á hesar
myndirnar.
– Eg vil ikki siga, at eg havi havt ein
ringan barndóm. Eg vildi bara ynskt,
at babba ikki drakk so illa, tí tað er alt
annað enn stuttligt at hava ein pápa,
sum er alkoholikari, sigur Sára.
Barnaárini hjá Sáru hava verið
merkt at vónbrotni og sakni. Kenslur
sum hon eisini í dag javnan merkir.
– Hann hevur skuffað meg ofta, av
tí hann ikki hevur megnað at hildið tað,
hann hevur lovað. Eg vildi bara ynskt,
at hann kundi hildið seg frá alkoholi og
verið tann, sum hann í veruleikanum er.
Tí tá hann er edrúur, er hann heimsins
besti pápi, sigur Sára.
Visti tað altíð
Sára er uppvaksin í einum heimi saman
við mammuni og tveimum systkjum.
Foreldrini blivu skild, áðrenn Sára var
farin í skúla. Pápin hevur verið bundin
at rúsdrekka alt tað, hon minnist.
– Hann hevur altíð drukkið. Tað
vóru tíðarbil, har hann kundi halda
seg frá fløskuni í nakrar vikur, men tá
ein tíð var fráliðin, datt hann útí aftur
og gekk fullur, fortelur Sára.
Hóast hon bert var okkurt um seks
ára gomul, visti hon altíð, nær pápin
hevði drukkið.
– Eg hoyrdi tað altíð á røddini, og so
dugdi eg eisini at síggja tað á eygunum.
Eg gjørdist altíð ørg, minnist eg, tá hann
royndi at spæla edrúur, tí eg visti væl,
at hann var fullur, sigur Sára.
Av tí at foreldrini ikki livdu saman,
var avtalan, at Sára skuldi vera hjá páp
anum annaðhvørt vikuskiftið. Tíverri
bleiv tað sum oftast longri ímillum
vikuskiftini, har Sára var hjá pápanum,
tí hon ikki kundi vera har.
– Onkuntíð tá eg fór til hann, var
hann fullur, og so mátti mamma koma
og avheinta meg aftur. Eg tímdi heldur
ikki sjálv at vera hjá honum, tá hann
var skít. Tá var hann akkurát sum eitt
barn, sjálvt um hann royndi at fjala fyri
mær, at hann ikki var edrúur, greiðir
Sára frá.
Sára hevði altíð ilt við at skilja, hví
pápin ikki kundi halda seg burtur frá
fløskuni tey vikuskiftini, hon skuldi
vera hjá honum.
– Tað gjørdi meg bæði kedda og illa,
at hann ikki kundi halda sær teir fáu
dagarnar, eg átti at vera hjá honum.
Eg dugdi ikki at skilja, hví hann ikki
bara kundi lata vera at drekka. Um ikki
annað so bara fyri mína skyld.
Fekk onga jólagávu
Jólini eru tíðin, tá flestu familjurnar
hugna sær saman, og nærvera er í há
sæti. Jólini hjá Sáru hava altíð verið
merkt av drykkjuskapinum hjá páp
anum.
– Tað var ikki soleiðis, at hann drakk
meira í desember mánaði, men eg
minnist bara, at hann hevur ofta verið
fullur jólaaftan, sigur Sára, sum eisini
minnist aftur á fleiri enn eina jólaaftan,
har pápin als ikki var til staðar.
– Onkuntíð ringdi hann, og hoyrdu
vit, at hann var ávirkaður, vildu vit ikki
hava hann at koma, tí tað bleiv bara
ein keðiligur stemningur so, greiðir
Sára frá.
Drekkaríið hjá pápanum gjørdi
eisini, at hon ikki altíð kundi vera vís
í, at ein jólagáva frá pápanum lá undir
trænum.
– Onkuntíð fekk eg gávu frá babba,
men ofta visti eg frammanundan, hvat
var í pakkanum, tí eg hevði sjálv keypt
tað fyri hann, sigur Sára.
Pápi Sáru hevur heldur ikki verið
partur av flestu føðingardøgunum hjá
dóttrini orsakað av drykkjuskapi.
– Ofta slapp hann ikki í mínar føð
ingardagar, tí eg var ill við hann, um at
hann var skít, tá eg fylti. Tá hann ringdi
fullur á mínum føðingardegi, skeldaði
eg hann og bað hann fara at leggja seg.
Hann skuldi í hvussu so er ikki koma
í føðingardag, tí tað var einki stuttligt,
minnist Sára.
Lærarinnan hjálpti
Serliga tey fyrstu árini í barnaskúlanum
royndi Sára at fjala fyri hinum børn
unum, at hon hevði ein pápa, sum var
bundin at rúsdrekka, og tí javnan gekk
fullur.
– Eg skammaðist og helt tað var
flóvisligt, at babba gekk úti fullur,
fortelur Sára. Av tí sama kundi hon
onkuntíð gerast kedd í skúlanum, av tí
at pápin ikki kundi hava hana í viku
skiftinum, ella hann hevði lovað okk
– Hvørja ferð hann sigur, at nú fer hann ongantíð at drekka aftur,
trúgvi eg tí. Men ferð aftan á ferð gerist eg vónbrotin. Soleiðis sigur
16 ára gamla Sára, sum hevur ein pápa, ið er bundin at rúsdrekka
bara
babba ikki
drakk