fríggjadagur 7. desember 2012síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 7. desember 2012
5
VIKUSKIFTI
tilvildarlig mynd
urt, sum hann síðani ikki megnaði at
halda.
Tá Sára fór í triðja flokk, fekk hon
eina lærarinnu, sum var henni ein stór
hjálp.
– Tá eg bleiv kedd, tók hon meg út
úr flokshølinum, og so prátaði hon við
meg. Hon visti, at babba hevði rús
drekkatrupulleikar, sigur Sára. Henda
sama lærarinnan fortaldi flokksfeløg
unum hjá Sáru um pápan, og hví hon
onkuntíð bleiv kedd, hóast tey ikki
høvdu sagt ella gjørt henni nakað.
– Tað gjørdi alt nógv lættari, at tey
vistu tað, tí so nýttist mær ikki longur
at lúgva um babba. Eisini skiltu tey meg
betur, um eg var í ringum lag, og spurdu
meg, hvat mær bagdi, sigur Sára.
Hon heldur ikki, at børnini ella lær
ararnir kundu gjørt nakað annarleiðis,
tey árini hon gekk í fólkaskúla.
– Eg hevði ikki hug til at tosa um
tað, fyrr enn eg gekk í triðja flokki, og
lærarinnan hevði prátað við meg og
hini børnini um babba. Tá tey so sóu,
at eg onkuntíð var kedd, spurdu tey, um
tað hevði okkurt at gera við babba, og
tað var fínt, tí tað vísti, at tey hugsaðu
um meg og skiltu meg betur.
Vil ikki blíva sum hann
Pápi Sáru drekkur framvegis. Onkuntíð
sær hon hann í býnum, tá hon er úti
við vinfólki.
– Eg práti við hann, um hann er
einsamallur, og um eg dugi at síggja,
at hann er edrúur. Um hann er fullur,
biði eg hann fara heim og tími ikki at
práta við hann, greiðir Sára frá.
Pápin hevur fleiri ferðir roynt at
komið úr rúsdrekkamisnýtsluni, men
enn hevur tað ikki eydnast honum.
– Størsti trupulleikin er, at hann
ikki sjálvur innast inni vil hava hjálp.
Og tá nyttar eingin viðgerð ella nakað
tílíkt, sum kann fáa hann burtur úr mis
nýtsluni, sigur Sára.
Javnaldrarnir eru byrjaðir at ganga
í býnum, og so er eisini við Sáru. Men
hon hevur ikki altíð sama hugburð til
rúsdrekka eins og vinfólkini. Nøkur
teirra eru byrjað at drekka, tá tey fara
í býin.
– Fyrr hevði eg tað soleiðis, at eg
ætlaði mær ongantíð at byrja at drekka,
tí eg var bangin fyri at enda sum babba.
Eg helt, at kjansurin fyri, at eg eisini
fór at verða bundin at rúsdrekka, var
ógvuliga stórur, fortelur Sára og leggur
afturat:
– Men sum eg eri blivin eldri, haldi
eg, at mann gott kann drekka eina ella
tvær øl. Eg drekki sjáldan sjálv, tí okk
urt innaní sigur mær, at eg ikki skal
drekka, sigur Sára.
Hóast hon er hørm um, at pápin er
alkoholikari, roynir hon at hugsa um
pápan, soleiðis sum hann er, tá hann
er edrúur. Men hon ynskir líka nógv í
dag sum fyri 10 árum síðani, at hann
gavst at drekka.
– So høvdu vit sæst oftari, eg hevði
kunnað vitjað hann, vit kundu gjørt
mat saman og annars bara havt tað
sambandið, sum onnur børn hava við
pápan.
Fyri einum góðum ári síðani fór Blái Krossur undir
verkætlanina »Øll hava rætt til góð barnaár«.
Endamálið er at varpa ljós á tey børnini, har annað
ella bæði foreldrini eru bundin at rúsdrekka. Jóngerð
M. Nielsen, fyribyrgingarráðgevi, er samskipari og
bólkaleiðari. Umvegis lærarar, heilsufrøðingar og
onnur fáa børn, sum koma úr heimum har rúsdrekka
er ein trupulleiki, tilboð um at sleppa í bólk saman
við javnaldrum, ið hava somu bakgrund. Til ber
eisini at seta seg í samband við Bláa Kross fyri at
koma í ein bólk. Hvør bólkur møtist umleið triðju
hvørja viku, har prátað verður tær avbjóðingarnar og
trupulleikarnir, sum kunnu vera, tá eitt foreldur er
bundið at rúsdrekka.
Fyrsti bólkurin byrjaði í mars mánaði í ár, og
í tí bólkinum var Sára saman við tveimum øðrum
gentum.
– Tað er fantastiskt at vita, at eg ikki eri tann
einasta, sum eri í hesi støðuni. Fyrr skammaðist eg
um at hava ein pápa, sum er alkoholikari, og eg havi
ongantíð veruliga viljað prátað opið um tað. Eftir at
hava verið í bólkinum hjá Bláa Krossi tori eg nógv
betur at vera erlig um støðuna og fortelja um tað,
eg havi upplivað, sigur Sára.
Øll hava rætt
til góð barnaár
– Hann hevur skuffað meg ofta, av tí hann ikki hevur
megnað at hildið tað, hann hevur lovað. Eg vildi
bara ynskt, at hann kundi hildið seg frá alkoholi og
verið tann, sum hann í veruleikanum er. Tí tá hann
er edrúur, er hann heimsins besti pápi, sigur Sára
Navnið Sára er
uppspunnið fyri
at verja 16 ára
gomlu gentuna