fríggjadagur 7. desember 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 143 · 7. desember 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
Fyrr í heyst ferðaðust eini boð á netinum – tey mundu fara víða um,
tí eg sá tey á trimum málum innan eitt stutt tíðarbil. Hugskotið
er tó so mikið gott, at tað er vert at taka upp enn einaferð:
Øll tey sýndu merkini
síggjast á netinum –
umframt hópatals onnur...
»Latum okkum keypa jólagávur frá
smáum fyritøkum og sjálvstøðugum
fólki. Til dømis frá grannanum, sum
selur on-line, lokala handverkaranum,
sum ger smúkkur, vininum, sum hevur
ein handil, lokala bakaranum, sum
gera køkur, bollar ella sjokolátu,
ella teimum, sum selja sínar
heimagjørdu vørur uppundir jól.
Latum okkum syrgja fyri, at okkara
peningur fer til verulig fólk og
ikki bara til stórar, útlendskar
handilsketur. Á hendan hátt fáa
fleiri føroyingar eini betri jól«
Leirlist
Guðrið Poulsen hevur
í mong ár livað av
leirlist sínari burturav,
og sølubúð hennara í
Varðagøtu 1 er avgjørt
eina vitjan verd.
Rabarbuglas
Rosa Birgitha Dal Christiansen er kvinnan
handan Rabarbuglas, sum í ár er partur
av jólabýnum hjá Tórshavnar Kommunu.
Rabarbuglas er at finna á Bryggjubakka
2 í Vágsbotni (uppiá Harraklipp)
Jólasprell
Laila av Reyni, Fríðgerð í
Líð, Karian á Lava og Beinta
Karbech Mouritsen hava í
nøkur ár selt heimavirkaðar
vørur um summarið og á
jólum. Tær selja alt millum
himmal og jørð og halda til
á Áarvegnum við síðuna av
Kafe Kaspar og yvirav Etika.
Jema
Jens og Malena Meitilberg hava síðani 2010 framleitt
føroysk bomm við hond. Tey hava nógvar ymsar
smakkir, og tú kanst keypa posar og krukkur.
Norðoya Heimavirki
Við ymsu heimavirkjunum kring landið hava kreativ fólk
møguleika at selja sínar vørur. Har fært tú alt hugsandi handverk
í øllum prísflokkum. Hesar myndirnar eru frá Norðoya Heimavirki.
EMJ Jewellery
Erla-Maria Jørgensen ger smúkkur
úr silvuri, gulli og øðrum tilfari í
sínum verkstaði á Haraldstrøð
í Havn – eisini til føroysk klæði.
Sosialurin tekur fyrivarni móti, at onkrar
av vístu vørunum kunnu vera útseldar
Heimagjørdar
keyptar jólagávur