Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 7. desember 2012 7 VIKUSKIFTI Starv? Hárfríðkanarkvinna í Royal Hárfríðkan. Hvat er tað besta við starvinum? Tað besta við starvinum er, at at kundarnir føla seg ordiliga væl, tá ið teir fara út um hurðina, tí tá veitst tú, at tú hevur gjørt eitt gott arbeiði. Hvussu er hármótin jólini 2012? Hármótin hesi jólini er ikki nakað ávíst, alt er loyvt í dag. Men nú øll jólaborðhaldini eru, er tað sera ymiskt, hvat kundarnir ynskja. Tað kann vera uppsett, slætt, krúllut og tað nattúrliga fallið dámar nógvum væl. Hvat er eitt no-go innan hármóta í løtuni? Vit eru øll so ymisk, so tað er ikki ordiliga nakað, sum als ikki er loyvt, men eg haldi ikki, at tað er so pent, tá konufólk skinna sær. Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Mær dámar best hondbólt. Eg havi altíð spælt við VÍF, og nú eri eg akk byrjað aftur eftir drúgvan skaða. Men hondbólti eri eg sera áhugað í. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Mær dámar so at siga allan tónleik, dámi væl at lurta eftir celine dion, men annars so lurti eg nokk mest eftir tí nýggjasta nýggja poppinum. Hvat er besta lag, sum er gjørt? Tað er so ræðuliga nógv góð løg, so hetta er ein torførur spurningur. Beint nú dámar mær væl lagið við Diamonds hjá Rihanna. Hvussu eru tínir matvanar? Eg hugsi ikki so nógv, um hvat eg eti, og tá ið manm arbeiðir sum frisør, hevur mann ikki altíð so góða tíð til at eta, so tá fer ofta okkurt ósunt niðurum. Annars so royni eg bara at lata verða við at eta so nógv bomm, sjokolátu og køkur – Tað er bara so freistandi viðhvørt. Hvør er tín fyrimynd? Eg havi ofta sæð upp til nógvar dugnaligar frisørar og nógvar evnaríkar hondbóltspælarar. Annars so eru mamma og babba eisini góðar fyrimyndir. Hvat gert tú í frítíðini? Í frítíðini koyri eg norð til Vestmanna at venja hondbólt, so vitji eg tey gomlu, og so fer eisini eitt sindur av tíð til vinfólkini. Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi? Mær dámar væl at ferðast runt í Føroyum, útferðir og at fara í summarhús og sovorði, tað er sera hugnaligt. Men hevði tað staðið ímillum at ferðast í Føroyum ella farið ein túr suðureftir, so hevði eg heilt sikkurt valt at farið suðureftir. Hvør er tín lívrættur? Tað er nokk ræst kjøt ella oksasteik við rómaeplum. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Grey's Anatomy, Private Practice og Topmodel. Hvør bók liggur á náttborðinum? Har liggur ongin bók á náttborðinum, men onkur bløð, sum eg onkuntíð skeiti eitt sindur í. Í framkomnum londum verða fjølmiðlarnir kallaðir fjórða statsvaldið. Og tað eru teir eisini. Teir hava vald, tí teir hava tikið sær vald, hóast tað kostar nakrar krónur. Tað eru fjórða statsvaldið ella verða róptir fjórða statsvaldið, tí teir hava, royna í øllum førum at hava, eftirlit við hinum trimum statsvaldunum, lóggávuvaldinum, parlamentinum, útinnandi vald­ inum, ríkisstjórnini og dóms­vald­ inum. Í Føroyum hava vit ikki okk­ ara egna stat. Vit hava heldur ikki nakað fjórða statsvald. Eg byrjaði eisini við at skriva, at í fram­ komn­um, framkomnum, londum hava tey eitt fjórða statsvald. Føroyar eru eitt idiottryggjað samfelag út í allar æsir í báðum húðaskónum. Men vit hava tó eitt, skulu vit kalla tað fimta statsvald, í Før­oyum. Tað eru øll tey 40.000, sum ansa eftir fjórða statsvaldinum, sum ikki er, tí vit hava ikki ráð, men sum vit spæla, at vit hava kortini. Tað eru øll tey nógvu, sum vita alt og meira afturat um, hvat fjølmiðlarnir eiga at gera, og ikki minst, hvussu tað skal gerast. Hvat hevur týdning og hvat ikki. Fyrst og fremst ítróttur til dømis hevur týdning. Og hví eru slatur og sley og túnatos ikki tíðindi? Public merkir fólk yvirhøvur. Hvat vil fólk yvirhøvur hava? Ítrótt og annað undirhald. Tí er Public Service ítróttur og undir­hald og idiotiskar danskar kapp­ingar. Og vit hava upp í nógvar tómar leypar av tí. Í øðrum londum, og nú eri eg aftur í teimum framkomnu londunum, er Public Service eisini okkurt annað. Har eru fólk, sum fegin vilja frætta, hvat hendir aftan fyri tjald­ið, sum er aftan fyri bak­ tjald­ið. Tey vilja hava avdúkingar. Ikki um, hvør moggar hvørjari ella hvørjum, men um korrupsjón og ann­an rotinskap, svik og legali­serað rán. Tey vilja hava miðlar, sum grava djúpt, ikki endiliga tí, at teir hava ráð, men tí, teir siga, at vit hava ráð. Tað er ein partur av Public Service. Annars havi eg ikki hoyrt Public Service lýst betur, enn eg hoyrdi á norðurlendskum pamparafundi, eg var á fyri nøkrum árum síðani. Har segði ein, at hóast bara sjey prosent av fólkinum í ein­um landi hava áhuga fyri gardin­ seym­ing við hond í útnyrðings­ kina, so er tað gott Public Service, um 94 prosent av teimum sjey síggja ella hoyra eina sending um gardinseyming við hond í út­nyrðingskina. Okkurt fyri øll. Gamaní, tí í hesum øllum eru tey nógvu, sum ikki eru sum øll. Sum ein segði: ein av teimum fáu, sum nógv eru til av. Tey hava eisini rætt at krevja og fáa sítt, tey fáu og tey nógvu. Men í einum hábornum fólkaræði ráða og fáa tey nógvu. Vit eru í Føroyum, nøkur eru eftir enn, sum eru ein býlingur í danska statinum, ein útjaðari, sovi­býlingur. Føroyar eru ikki sum onnur lond. Gud, tað er hann, sum ræður, havi lov fyri tað. Public Service. Eitt sovorðin undarlig orðasamanseting, sátt­ málabundin ella ei, sum alla tíðina smýgur sær undan sum eitt síl, meðan tíðin rennur í somu ánni – niðaneftir. Men orðið er altíð frítt. Tað kostar bara so nógv at biðja um tað. Og alt er dýrari í Føroyum enn aðrastaðni. Einasta veruliga Public Service í Føroyum er feysbukkan, Public Enemy. Hon kostar heldur einki at fylla og tøma, er mær sagt. Siti ikki har við leysum lívi og ongum lívi ella lortalívi. Og fimta statsvaldið? Lukkað lortið. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Annika Poulsen lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg Skinnað konufólk eru ikki cool! Sum hárfríðkanarkvinna dámar Anniku best at síggja væl nøgd andlit, eftir at hon hevur klipt og litað kundum í Royal. Tá hon ikki arbeiðir, venur hon hondbólt ella lurtar eftir poppprinsessuni Rihanna. Og tá hon endiliga hevur góðar stundir at eta, er ein av yndisrættunum ræst kjøt Fimta statsvaldið