Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 7. desember 2012 8 VIKUSKIFTI Brúdleyp Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var ikki tí, at tað lá í kortunum, at Mariann skuldi giftast einum norskum dreingi, men soleiðis vildi lagnan tað kortini. Í september 1983 var Mariann Jacobsen og ferðaðist á Gran Canaria, og har hitti hon Torgeir Johannesen, sum saman við nøkrum vinum høvdu gjørt av at leita somu leið. Hann arbeiddi tá á Svalbard í einari kolaminu. – Eg arbeiddi har í trý ár, og vit brutu kol upp á gamlan manér. Í dag verður kol ikki brotið meira í tí náminum, sum nú virkar sum eitt museum, sigur Torgeir Johannesen. Tey bæði fingu so 14 dagar saman á Gran Canaria, og tað forelskilsi, ið stóðst teirra millum, helt við. Komin aftur til Svalbard hevði Torgeir ikki hugsa um at fingið eitt tele­fon nummar at ringja til, men tað vildi so væl til, at ein av vinmonnum hans­ara hevði foreldur, sum høvdu tele­fon­støðina á oynni. – Eg visti, at hon æt Mariann Jacobsen, og at hon búði í Nólsoy, so vit leit­aðu telefonlistan yvir Nólsoy fram, og so byrjaðu vit við tí Jacobsen, sum stóð ovast á listanum, sigur Torgeir Johannesen. Ovast á listanum stóð ein Jacobsen, sum um hetta mundi hevði eina kiosk í Nólsoy, og tað bar ikki mætari á, enn at Mariann plagdi at arbeiða í hesari kiosk­ini hetta tíðarskeiðið. – Sjálvandi visti hesin maðurin, hvar eg búði, og hvat nummar foreldrini høvdu, men tað var nú eitt sindur stutt­ ligt, at hann skuldi ringja har fyrst, sig­ ur Mariann Jacobsen. Til Føroya at ferðast Summarforelskilsi førdi við sær, at Torgeir Johannesen, sum eitt skifti starv­aðist sum FN-hermaður í Libanon, kom til Føroya at vitja á fyrsta sinni í mars mánaði 1984. Og tað er nakað, sum tey bæði minnast væl. Nú skal tað sigast, at pápi Mariann er fyrr­verandi skiparin og reið­ar­in, Jóannes Jacobsen, sonur Juul Jacobsen, sála, sum higartil er einasti løg­tings­ mað­ur úr Nólsoy. Brøðurnir áttu um ta tíð­ina trolbátin, Margrethu, nevnd eftir mammu teirra, og manningin helt tað vera undarligt, at Margretha skuldi liggja inni á Miðvági í allarbestu fiski­ lík­indum. Offisielt skuldi tað eitast, at okkurt var galið við onkrum, men sterkur ill­ gruni var kortini um, at Jóannes vildi sýna hendan nýggja versonin, sum kom tann langa veg úr Bodø í Noregi. Hvussu var og ikki, so mundi Torgeir blíva góðkendur, og hann hevur allar dagar verið tann besti (versonurin), tí Jóannes og konan, Jensia, sum er ættað av Toftum, fingu bert ta einu dóttrina. Torgeir fór so aftur til Noregs, men hann var kortini skjótur aftur at vitja í Nólsoy. – Eg kom so aftur til Føroya í august, og tá varð eg verandi, sigur Torgeir Johannesen. Árið eftir kom so fyrsti sonurin, sum bleiv uppkallaður eftir abbanum, Jóannes. – Tá tað var hent, slapp hann ikki til Noregs aftur, men mátti verða verandi í Føroyum, sigur Mariann. Saman við foreldrunum Tá leið út á várið í 1987, byrjaðu tey bæði so smátt at hugsa um at giftast. – Vit tosaðu um eitt summarbrúdleyp, við nógvum gestum úr Noregi, men tað bleiv líkasum ongantíð til nakað, sigur Mariann Johannesen. Tá tað so leið út á árið, og tíðin nærk­aðist, tá Jóannes og Jensia skuldu halda sítt silvurbrúdleyp, byrjaði tosið um, at tey ungu skuldu giftast um sama mundi, og tey soleiðis kundu halda brúd­leyp og silvurbrúdleyp saman. Fyri 25 árum síðani valdu Mariann Jacobsen og Torgeir Johannesen at giftast, tá foreldur hennara hildu silvurbrúdleyp, og í morgin, leygardagin 8. desember, halda tey so gull- og silvurbrúdleyp saman Halda gull- og silvur­brúdleyp saman Foreldur og dóttir: Gullbrúðardagin vóru Jensia og Jóannes vertir til morgunmat hjá grannum, vinum og kenningum í Nólsoy mynd: Carsten Hansen