Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 49

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 7. desember 2012 9 VIKUSKIFTI mynd: álvur haraldsen – Tað gav jú í nógvar mátar góða meining. Ikki minst, tí talan í báðum førunum fóru at verða somu gestirnir. So í staðin fyri at fólk skuldu ferðast út til Nólsoyar tvær ferðir í desember, kundu vit sláa bæði brúdleypini saman, sigur Mariann Johannesen. Tvey onnur brúdleyp skuldu vera um sama mundi, seinast í november, men av tí at syrgiliga vanlukkan hendi júst um hetta leitið, at Ove Joensen drukn­aði á Skálafirðinum, vóru hesi brúd­leyp útsett. – Vit høvdu ásett dagin til 5. desember, men tað var ógvuliga stutt frá­liðið, at Ove Joensen var farin til grav­ar. Vit valdu tí stillisliga at tosa við Vinu, mammu Ova, um, hvussu hon sá upp á eitt brúdleyp so tíðliga eftir, at son­ur hennara var borin til jarðar. Men hon helt, at lívið hóast hetta mátti ganga víðari, og hon helt tí ikki, at vit skuldu út­seta silvur­brúdleypið hjá mammu og babba og okkara egna brúdleyp, sigur Mariann Johannesen. Sostatt varð hildið fast við hendan dagin, 5. desember, sum tí gjørdist brúd­leypsdagurin hjá Mariann og Torgeir Johannesen. Stórur dagur Nú eru so liðin 25 ár síðani hendan stóra dagin í lívinum hjá teimum báðum, og tíðin er harvið komin til, at foreldur og dóttir aftur fara at halda ein dag, sum má roknast sum ein varði í teirra lívi. Gullbrúdleypsdagurin hjá Jóannes og Jensiu var 2. desember, og silvur­ brúðar­dagurin hjá Mariann og Torgeir var 5. desember. Og hetta skal hátíðar­ haldast við longum vikuskifti 8. og 9. desember. – 8. desember verður so hildin gull- og silvurbrúðardagur fyri teimum nærm­astu innbodnu, og har verða vit eini 100 fólk. Dagin eftir verður so opið hús, har øll eru vælkomin, sigur Mariann Johannesen. Sum siður er, verður brúðarvísan kvøð­in leygarkvøldið, men tað er eisini ætl­anin, at fólk, sum koma í brúdleyp sunnu­dagin, skulu fáa høvi at kvøða brúðar­vísuna, sum sostatt verður bæði kvøldini. Bæði Jensia og Jóannes, eins væl og Mariann og Torgeir giftust í Nólsoy, og tí er tað púra náttúrligt, at eisini gull- og silvur­brúdleypini verða hildin har úti. 6. september serligur Fyrstu tíðina, tá Mariann og Torgeir komu saman, búðu tey í Nólsoy hjá Jóannes og Jensiu. Men í 1988 bygdu tey hús í Havn, har tey framvegis búgva. – Eg lærdi í Føroya Banka fyrstu tíðina, vit komu saman, og Torgeir fór at sigla við Margrethu, sigur Mariann Johannesen. Soleiðis var heilt fram til 2000, tá Torgeir fekk trupulleikar við rygg­ inum. – Eg gekk so á skiparaskúla, með­an eg royndi at fáa greiði á rygg­trupul­leik­ unum, men teir blivu við at plága meg. Eg fekk so arbeiði hjá Elektron, har eg skuldi gera fyrifallandi arbeiði, men tað var skjótt, at arbeiðið menti seg, so at eg gjørdist teknikari, og nú 12 ár seinni starv­ist eg framvegis í sama stað, sigur Torgeir Johannesen. Kanska skuldu tey bæði heldur havt gift seg 6. september, tí tann dagurin merkir nakað serligt fyri tey bæði. – Tað var dagurin, vit hittust á Gran Canaria, og tað var eisini dagurin, at vit fluttu inn í nýggju húsini í Svanga í Havn. Tað fyrra var sjálvandi púra til­vildar­ligt, men tað seinna høvdu lagt so­leiðis til rættis, sigur Mariann Johannesen. Bæði gull- og silvurbrúðarparið hava havt úr at gera alla vikuna. Bæði hava verið vertir til morgunkaffi, har grann­ar og vinfólk eru stokkin inn á gólvið, og restina av tíðini hava tey sták­ast til tann heilt stóra dagin, sum verður hildin í Royndarhúsinum í Nólsoy leygardagin og sunnudagin, 8. og 9. desember. Tá skulu tey hátíðarhalda gull- og silvur­brúdleypsdagin saman. Tað var við beráddum huga, at Mariann og Torgeir vadu at gifta seg sama dag, sum foreldrini hjá henni, Jensia og Jóannes, hildu teirra silvurbrúdleyp Silvurbrúðarparið, Mariann og Torgeir, tóku ímóti gestum, morgunin 5. desember mynd: Carsten Hansen