Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-07, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. desember 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 143 · 7. desember 2012 10 VIKUSKIFTI Tónleikur Jákup Mørk post@sosialurin.fo Tað byrjaði alt eina føstulávint í Kolla­firði. Partur av undirhaldinum í bygdar­húsinum hetta kvøldið var ein nýggjur bólkur, har Signar í Homrum var forsangari. – Eg minnist ikki, um tað var í ’87 ella ’88, men eg minnist, at eg var óluksáliga nervøsur. Haldi faktiskt, at eg hálvgum krógvaði meg handan trummusettið, meðan vit spældu, sigur Signar um fyrstu upplivingina, sum hann hevur havt á palli. – Men tað var stuttligt. Hóast okk­um vantaði ein bass-spælara, og keyboard-spælarin tí nýtti bassarnar á ein­um stovuorgli, so gekk dansurin væl, og vit fingu í øllum førum dirvi til meira, sigur Signar í Homrum, sum í heyst aftur var fløguaktuellur. Rockur á føroyskum Hetta føstulávintskvøldið í Kollafirði var byrjanin til tað, sum seinni gjørd­ ist til Kjølar. Talan varð her um ein bólk, sum sjálvandi spældi sín part av cover-løgum, tá dansur varð hildin, men sum sanniliga eisini prógvaði, at rock-tónleikur eisini kann skrivast her á landi. Sjálvandi høvdu eitt nú Straight Ahead og Hjarnar prógvað hetta undan teimum, men nógv av tí føroyska, sum kom fram um hetta mundi, var meira at kalla kvøðu­ ljóma­tónleikur. Og tað er ikki júst tað, sum Signar trívist best við. – Eg byrjaði spakuliga at skriva, og sjálvur ivaðist eg ikki í, at vit kundu gera okkara egna tónleik – eisini rock við føroyskum teksti. Men tað er nú synd at siga, at byrjanin var so øgiliga góð. – Eg hevði gjørt eini tvey løg, og eg vísti tey so fyri hinum í bólkinum hjá okkum. Eg var sjálvandi spentur upp á mót­tøkuna, men at tveir teirra skuldu flenna somikið nógv, at teir mest sum rullaðu runt á gólvinum, tað hevði eg so ikki væntað. Hinvegin hildu Jens Marni Hansen og beiggi mín, at hetta kundu vit saktans, og tí byrj­aðu vit at gera alt meira við hetta. Sjálvandi vóru cover-løg av ymsum slag eisini við, tá vit vóru á palli, men vit royndu at fáa okkara egna tilfar meira og meira fram. – Tá vit so ta einu ferðina – haldi tað var í ’92 – fingu í boði at koma til kon­sert í Útvarpshøllini, helt beiggi mín fyri, at so spældu vit bara okkara egna tilfar. Tað gjørdu vit eisini, og eg haldi, at móttøkan var á eini góðari leið. – Tá Jens Tummas Næs og Henning Nicodemussen seinni komu við í bólkin, gjørdist tað eisini meira álv­ari í tí heila. Vit komu við í Prix Før­oyar, og vit fingu fyrsta veruliga hittið við »Paying«, sum var við á Rock í Føroyum 2. Og so kom av álvara gongd í. Eitt nú við útgávuni, har bæði »Skýmandi kvøldið« og »Sorg­blídni« vóru á. Prix’ið var kempustórt Tá hann soleiðis tosar um Prix Før­ oy­ar sum tiltak, so hoyrist á øllum brøgd­um, at eymleikin í prátinum gerst størri. Og Signar er eisini skjótur at við­ganga, at hetta var nakað heilt serligt. – Prix Føroyar hevur heilt víst havt eina ovurstóra ávirkan á føroyskan tón­leik. Tú skalt eisini hugsa um, at hetta var, áðrenn nakað æt Youtube, og al­netið var nóg illa komið til Føroya. Tí var hetta ein framúrskarandi pall­ ur hjá føroyskum bólkum, og finalu­ kvøldið sóust valla fólk á gøtunum, tí øll hugdu í sjónvarp. – Tað spruttaði eisini við kreativiteti og nýhugsan. Eg sá onkrastaðni, at Fróði Vestergaard í viðtali segði, at til hvørt Prix vórðu skrivað á leið 300 nýggj føroysk løg, og tað sigur ikki so lítið um, hvør orka varð løgd í hetta. – Og eftirtíðin hevur eisini víst, at nógv av teimum stóru nøvnunum í føroyskum tónleiki í dag eru sprottin úr júst hesum umhvørvinum. Eitt um­hvørvi, sum eisini skapti stórar synergi’ir, og hóast bólkarnir broyt­ ast, so sært tú aftur og aftur, at ymsar manningar við ymsum prix’lut­tak­ arum verða settar saman. So tú sært enn slóðirnar eftir Prix’num. Dygdin stendur altíð eftir Tó at hann fyllir nógv á pallinum, so er Signar ikki tann, sum ber tey stóru orðini fram um tað, sum hann hevur avrikað sjálvur. Og hann vil ikki svara játtandi upp á spurningin, um hann og Kjølar hava verið fyrimyndir ella trend­setarar, tá tað ræður um at skriva rock-tónleik her í Føroyum. – Tað haldi eg ikki, og í øllum før­um er tað ikki nakað, sum eg havi giv­ið serligan ans. Men tað er nú stuttligt, tá vit spæla til dans í dag, og fólk framvegis vilja hoyra okkum spæla Sorgblídni. Fleiri av teimum, sum nú ganga í býnum, vóru nóg illa fødd, tá lagið varð skrivað, men tey syngja kortini við til at hvørt einasta orð. So onkrastaðni hava vit rakt væl. Og tað er stuttligt, at hetta er á einum lagi við føroyskum orðum. – Sjálvur havi eg altíð lagt stóran dent á, at teksturin skal sita væl. So mugu onnur meta um, hvussu tað hev­ur eydnast. Nú ein dagin tosaði eg við ein vinmann um tónleik, og hann helt fyri, hvussu vánaligur tekst­ urin var í nógvum av tí, sum verður skrivað í dag, men har eri eg als ikki samd­ur. Tað varð so sanniliga eisini nógvur vánaligur tónleikur skrivaður í 60’unum og 70’unum, men vit minn­ ast bara tey góða. Tíðarinnar tonn hevur jú tann góða eginleikan, at hon lúkar tað vánaliga burtur, so eg kann kanska loyva mær at vera eitt sindur err­in um eitt lag sum Sorgblídni, sum framvegis verð­ur somikið væl mót­tikið, sig­ur Signar í Homrum. Fyrstu tekstirnir góvu limum í bólkinum láturkrampa. Saman við manningini í Kjølum var hann undangongumaður, tá rockur varð skrivaður á føroyskum. Hann heldur Prix Føroyar vera nakað av tí størsta, sum hevur verið fyri føroyskan tónleik. Og hóast heldur lítillátin, so er hann errin um, at Sorgblídni enn hevur støðu sum føroyskt tónleikahitt sum bass-guitar Stovuorgul Seinasta útgávan, sum Signar í Homrum hevur staðið fyri, er myrka náttin. Umframt at verða prentað í 300 eintøkum, so kann fløgan eisini takast niður av netinum – púrasta ókeypis. – Tað var so nakað, sum eg valdi at gera. Á netinum stjala fólk sum ravnar allíkavæl, og so er tað betur, um tey kunnu fáa vøruna lógliga og í góðari góðsku, heldur enn at tey hava okkurt illa rip’að kopi, sigur Signar um útgávuna, sum neyvan verður tann seinasta frá hansara hond. – Løgini á »Myrka Náttin« vóru fyri tað nógva løg, sum høvdu ligið eina tíð. Onkursvegna virkaðu tey eisini sum blokeraðu tey fyri nýggjum tilfari. Eg vildi gera hetta burtur av mær, og so kann eg arbeiða víðari. Vil tað so siga, at næsta út­ gávan longu er í stoypiskeiðini? – Meira ella minni. Eg vóni í øllum førum, at eg EP er klár longu í vár, og so mugu vit taka tað haðani. Tilfarið verður á leið tað, sum fólk kenna meg fyri. Altso eitt sindur av blandaðum bommum við rocki og stillum balladum, sigur Signar í Homrum. Ókeypis á netinum