Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tað loysti seg at vera sak­ førari í sakarmálinum ímill­ um Taks og vinnuna í Gøtu. Gøtufólkini høvdu goldið sær vinningsbýtið og tað krav­di TAKS, at tey skuldu rin­da góðar 53 milliónir í skatti av. Tað rindaðu tey, men sam­ stund­is stevndu tey Taks eft­ir pengunum, tí tey mettu ikki, at tey skuldu rinda skatt av vinn­ingsbýtinum. Tað fingu tey fult viðhald, fyrst í Føroya Rætti og síðani í Lands­rættinum, og og tískil noydd­ust Taks at rinda teim­ um pengarnar aftur. Men tað vóru eisini tveir aðrir vinnarar í hesum sakar­málinum og tað vóru sak­før­ar­arnir báðir, Jónfinn Thomas­sen, sum umboðaði Taks og Christian Andreasen, sum umboðaði vinnuna. Teir fingu tilsamans yvir 5,8 milliónir í løn fyri at føra saki­na. Hetta er meiri 10% av upp­runa­liga kravinum. Rætturin hevur sjálvur ásett ómaksløna hjá sak­ førara­num hjá Vinnuni, sum vann sakina. Í hesum sambandi fær sak­førarin tvær milliónir fyri at føra sakina í Føroya Rætti og eina millión afturat fyri at føra sakina í Landsrættinum, og her er mvg talt við. Hinvegin hevur sak­før­ arin hjá Taks skrivað eina Taks eina rokning á góðar 1,8 millión fyri at føra sak­ ina í Føroya Rætti og eina millión afturat fyri at føra mál­ið í landsrættinum, ella til­samans góðar 2,9 milliónir. Góðtekur ikki Taks vildi ikki góðtaka rokn­ ing­ina upp á góða 1, 8 millión fyri at føra sakina í Føroya Rætti. Taks hevur fyribils rindað sak­før­ar­arnum 700.000 krónur. Men annars hevur Taks lagt málið fyri danska Ad­vo­ kat­samf­elagið at meta um, ant­in rokningin er rímilig ella ikki. Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, sigur, at tey hava fingið at vita, at ongin niðurstøða verð­ur í málinum fyrrenn eina­ferð seint í vár. Men hann sigur, at tá ið Taks hevur goldið sak­førar­ ar­anum 700.000 krónur, fyri at føra sakina í Føroya Rætti, er tað tí, at hetta er ein ómaksløn, tey halda vera rími­lig í einum máli, sum hes­um. Hetta er eitt úrslit, TAKS er komið til við at saman­bera hesa sakina við onnur mál, Taks hevur roynt í rætt­ar­ skipan­ini, sigur hann. At rinda 1,8 millión fyri eitt sakarmál sum hetta, er nógv størsta rokning, Taks hev­ur fingið fyri eitt vanligt sakar­mál, hevur Jørgen Nicla­sen, landsstýrimaður í Fíggj­a­rmálum upplýst fyri Løg­ting­inum. Og tað váttar stjórin í Taks fyri Sosialinum í dag og tí er málið lagt fyri danska Advokatsamfelagið. Viðgera iki hvønn annan Alfred Petersen, sum er for­ mað­ur í Advokatfelag Føroya, he­vur onga viðmerking. Hann sigur, at allir før­ oysk­ir Advokatar skulu vera limir í danska Advokat­sam­ felag­num. Hann sigur, at Advokat­ felag Føroya viðgerð ikki kærir um føroyskir ad­vo­kat­ ar. Slík mál verða altíð við­ gjørd í danska Advokat­sam­ felagnum. - Tíbetur er tað soleiðis, at føroyskir advokatar sleppa und­an at viðgera kærur um hvønn annan, tí tað hevði verið at kalla ómøguligt við tað, at vit eru bara 33 advokatar í landinum, sigur Al­fred Petersen. Av tí sama verða allar kær­ur um føroyskar advo­ kat­ar viðgjørdar í Danska Ad­vokat­felagnum. - Sostatt havi eg als onki við hetta málið at gera, sigur for­maðurin í Advokatfelag Føroya. Óhoyrt Sakførararokningarnar í sam­bandi við hetta sakar­ mál­ið, er eitt mál, sum hevur vakt ans, eisini hjá øðrum advokat­um. Onkrir advokatar, vit hava tosað við, halda, at tað er óhoyrt við slíkum rokn­ ing­um. Eitt er, hvat rætturin áset­ ur at ein sakførari skal hava í ómaksløn. Men tað, sum er serliga hug­stoytt hjá summum, er, at ein sakførari av sínum ein­ting­um, kann skriva sær rokn­ingar upp á yvir 2,9 millión­ir fyri eitt sakarmál, sum hann hevur tapt. - Hevði hann enntá havt vunn­ið, so sá málið eitt sind­ ur øðrvísi út. - Tað er beinleiðis ó­moral­ skt at skriva sær eina rokn­ ing upp á 2,9 milliónir fyri eitt vanligt sakarmál, sum mann enntá tapir, siga onkrir sak­førarar. Teir halda, at, at slík fram­ ferð setir trúvirðið hjá sak­ førara­stættini vanda. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Djóna Thomas­sen. Sakførararnir fingu 5,8 milliónir í løn SKORA KASSAN Sakførararnir vóru teir stóru vinnararnir, tá ið Vinnan í Gøtu stevndi TAKS, eftir at tey vórðu kravd at gjalda skatt, sum tey ikki áttu at rinda Tíbetur er tað soleiðis, at føroyskir advokatar sleppa undan at viðgera kærur um hvønn annan