mánadagur 10. desember 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
– Fleiri línuskip koma inn
at landa hesa vikuna, og tað
verður serliga siðst í vikuni,
at skipini koma inn.
Á Fiskamarknaði Føroya
rokna tey við tveimum línu
skipum í dag, serliga við
toski, hýsu og longu.
– Seinni í vikuni kemur
so restin av línuflotanum.
Skipini hava eina blanding
av brosmu, longu, toski og
hýsu.
Sambært metingum hjá
Fiskamarknaði Føroya fara
línuskipini ikki útaftur í ár.
Roknað verður ikki við
tí nógva útróðrinum hesa
vikuna, tí streymurin verður
harður. Hinvegin sær veðrið
út til at gerast hampiligt.
– Vit vóna, at nakað verð
ur av útróðri, og talan verð
ur serliga um tosk og hýsu.
Seks djúpvatnstrolarar
eru til vanligan fiskiskap.
Flestu fiska upsa, men fiski
skapurin er vánaligur. Skip
ini koma helst inn at landa
síðst í hesi vikuni.
Fýra aðrir trolarar eru
úti, men teir frysta veiðina
umborð.
Eins og hjá djúpvatns
trolarunum, er upsaveiðan
hjá partrolarunum eisini
smálig. Skipini koma út,
sum vikan gongur.
Ein trolbátur kemur inn
at landa í dag, og aðrir koma
seinni í vikuni.
Vilmund Jacobsen
Seinni alibáturin, sum Awi
Boats Service í Runavík
bygdi og læt alifelagnum
Marine Harvest tíðliga í
summar, er seinasti báturin
hjá hesum felag. Hetta var
ein sonevndur service-bátur,
sum alifelagið brúkar til
eftirlit við aliringum, lættari
uppgávur og viðlíkahald.
Univice keypt
Maskinverkstaðurin Univice
í Runavík hevur nú keypt
báðar bygningarnar og alt
konseptið hjá Awi Boats.
Í eini tvey ár hevur
maskinverkstaðurin,
sum
serliga veitir tænastur til
virkir og skip, leigað niðara
bygningin, sum Awi Boats
átti í Runavík.
Hesin bygningur er umleið
500 fermetrar stórur og ovari
bygningurin, sum er íbygdur,
og har bátavirksemi hjá Awi
Boats hevur verið, er 800
fermetrar stórur. Samlaða
fermetratalið liggur tí um
1300 fermetrar.
Í fyrsta lagi fer keypið
at geva Unicive nógv betri
umstøður, umframt at felagið,
um tað vísir seg at loysa seg,
kann halda fram við einum
ávísum bátavirksemi.
Kappingarførir bátar
Tíðliga í summar, tá Awi
Boats Service læt Marine
Harvest seinna alibátin, segði
Aðalstein Anthoniussen, at
alibátarnir væl og virðiliga
eru kappingarførir í prísi við
aðrar bátar av somu stødd.
– Jú, vit hava merkt ein
ávísan áhuga fyri hesum
bátum millum onnur ali
feløg eisini, og vit vóna,
at bygging av alibátum til
tænastuvirksemi hjá alife
løgunum kann gerast ein
marknaður hjá okkum.
Hann vísti á, at soleiðis,
sum gongdin hevur verið hjá
føroysku
útróðrarvinnuni
seinnu árini, er ikki líkt til,
at eftirspurningurin eftir
nýggjum útróðrarbátum fer
at veksa nakað serligt aftur
í bræði.
– Vit hava bygt ein hóp av
útróðrarbátum - í nógvum
ymiskum støddum – gjøg
num árini, men í løtuni er
líkt til, at stígur er í eftir
spurninginum, segði Aðal
stein Anthoniussen.
Bátar til Grønlands
Men AWI Boats hevur ikki
bara bygt útróðrarbátar til
føroyskar
útróðrarmenn.
Longu í sjeytiárunum bygdi
bátavirkið fleiri 23 fót stórar
útróðrarbátar til Grønlands,
og síðan í endanum av
áttatiárunum hevur virkið
bygt einar 40 útróðrarbátar
til Grønlands.
Línuskipini gevast nú til jólar
Streymurin er harður og tey línuskip, sum koma inn at landa í hesi vikuni,
fara væntandi ikki út aftur fyri jóla-og nýggjárshøgtíðina
Univice hevur keypt
Awi Boats í Runavík
Maskinverkstaðurin Univice í Runavík hevur keypt báðar bygningarnar og alt konseptið hjá
Awi Boats í Runavík, sum gjøgnum árini hevur bygt fleiri enn 300 glastrevjabátar
Fleiri línuskip landa hesa vikuna, og línuskipini fara neyvan
út aftur tað, ið eftir er av hesum árinum
Hetta er seinasti nýbygningur, sum Awi Boats Service
læt úr hondum. Tað var alifelagið Marine Harvest, sum
læt bátin byggja til tænastuvirksemi í alibrúkunum
Mynd: Torleif Johannesen
Í fyrsta lagi fer
keypið av Awi Boats at
geva Unicive nógv betri
umstøður, umframt at
felagið, um tað vísir seg
at loysa seg, kann halda
fram við einum ávísum
bátavirksemi