mánadagur 10. desember 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Seinastu árini hevur føroysk
myndlist av álvara fingið
vind í seglini. Áhugin fyri
at framleiða stuttfilmar er
alsamt vaksandi, hóast um
støðurnar at gera filmarnir
eru alt annað enn nøktandi.
Fleiri av teimum føroysku
filmunum hava víst, at til
ber at gera góðar filmar í Før
oyum, og at fleiri teirra ikki
standa aftanfyri teir stutt
filmarnar, ið verða framleid
dir í londunum rundan um
okkum og smærri oyggja
samfeløgum.
- Tey, sum gera film í
Føroyum, hava uppiborið at
verða heiðrað, og tørvur er á
at varpa meira ljós á føroyska
filmslist, sigur Birgir Kruse.
Tí verður skipað fyri tí fyrs
tu virðislønarhandanini fyri
stuttfilmar týskvøldið. Norð
urlandahúsið verður karmur
um tiltakið, har besti føroys
ki stuttfilmurin skal kjósast.
Gevur góðar
møguleikar
Til at finna tann besta før
oyska stuttfilmin er ein
nevnd sett at meta um
teir innkomnu filmarnar. Í
nevndini sita Birgir Kruse,
Ingun í Skrivarastovu, Jan B.
Jørgensen og Urd Johanne
sen. Harafturat er Linde
Frölich eisini við í dóms
nevndini. Hon hevur drúgvar
royndir innan filmslist og
stendur fyri stóra filmsfesti
valinum Nordische Film
tage, sum hvørt ár í novem
ber mánaði verður hildin í
Lübeck. At føroyska dóms
nevndin hevur Linde Frö
lich afturat sær, kann hava
stóran týdning fyri øll tey, ið
hava latið film inn til kapp
ingina.
- Hon fyrireikar stóra
filmsfestivalin í Lübeck, og
sær hon nakað áhugavert,
sum hon eisini metir at vera
áhugavert hjá útlendingum
at síggja, fer hon møguliga at
seta teir filmarnar á skránna
á filmsfestivalinum. Og tað
kann veruliga lata dyrnar
upp til útheimin fyri føroysk
filmsfólk,
greiðir
Birgir
Kruse frá.
Hann vísir á, hvussu týdn
ingarmikið tað er við eini før
oyskari filmsvirðisløn.
- Við at hava eitt slíkt til
tak vísa vit, hvat gongur fyri
seg innan føroyska films
heimin. Harafturat kunnu
okkara filmsfólk á henda
hátt vísa útheiminum, hvat
føroysk filmslist er, sigur
Birgir Kruse, sum heldur, at
støðið á teimum filmunum,
ið verður framleiddir í Før
oyum, er høgt.
- Sum heild eru filmarnir
góðir og onkrir teirra standa
als ikki aftanfyri tað, sum vit
síggja úr øðrum londum.
Geytin - Ein føroyskur
Oscar
Tá fyrsta føroyska films
virðislønin verður latin týs
kvøldið, eru tað 15 filmar,
ið hava møguleika at vinna
Geytan og 25.000 krónur.
Sjálv virðislønin minnir um
ta vælkendu Oscar-virðis
lønina.
- Geytin er ein føroyskur
Oscar,
kann
mann
siga.
Virðislønin
er
gjørd
av
tveimum fólkum, ið eru í
familju við Geytan, nevnliga
David Geyti, ið er abbasonur
Geytan, og mamma hansara
Astrid Andreasen, listarkvin
na og verdóttir Geytan, sigur
Birgir Kruse.
Orsøkin til at virðislønin
hevur fingið heitið Geytin er
als ikki tilvildarlig.
- Geytin var maðurin, sum
í gamlari tíð plagdi at ferðast
út á bygdirnar í Føroyum at
vísa film, og tað eru fleiri
fólk, sum minnast henda
mannin og hansara áhuga
fyri filmi. Tí hildu vit tað ikki
vera annað enn natúrligt, at
fyrsta føroyska filmsvirðis
lønin skuldi eita Geytin.
Áskoðaravirðisløn
verður latin
Umframt Geytan og tær
25.000
krónurnar
verður
eisini ein onnur virðisløn
latin týskvøldið. Ein sokallað
Áskoðaravirðisløn skal eisini
latast, sum er áljóðandi
15.000 krónur.
-
Dómsnevndin
velur
vinnaran
av
Geytanum,
men áskoðararnir fáa eisi
ni møguleika at velja tann
filmin, sum teir halda er tann
besti týskvøldið. Hetta gera
teir týskvøldið, meðan teir
eru staddir í Norðurlanda-
húsinum,
fortelur
Birgir
Kruse.
Áskoðararnir velja tann
besta filmin út frá nøkrum
útvaldum filmum, sum teir
eisini síggja týskvøldið.
Tiltakið er alment og byrj-
ar í annaðkvøld klokkan
19.30.
Geytin verður latin einum
føroyskum stuttfilmi, sum
antin er spælifilmur
ella heimildarfilmur og ikki
longri enn 50 minuttir. Ein
nevnd er sett at
meta um innkomnar filmar
og í nevndini sita Birgir
Kruse, form., Ingun í
Skrivarastovu, Jan B.
Jørgensen, Urd Johannesen
og Linde Frölich frá
Nordische Filmtage í
Lübeck.
Umframt Geytan verður ein
Áskoðaravirðisløn á 15.000
krónur latin.
Áskoðararnir fáa sostatt
høvi at kjósa teirra
yndisfilm sama kvøld í
desember, sum Geytin
verður latin.
Geytin skal hjálpa
føroyskum filmum
Týskvøldið verður fyrsta føroyska filmsvirðislønin, Geytin, latin. - Virðislønin kann veruliga lata
dyrnar upp fyri føroyska filmslist í útheimi, sigur Birgir Kruse, formaður í dómsnevndini
Geytin er heitið á nýggjari
virðislønin á 25.000
krónur, sum verður latin í
desember á hvørjum ári.