Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Planet awards Tónleikurin skal heiðrast og feirast Tónleikur Aftur í ár hava føroysku tónlistafólkini borðreitt við eini fantastiskari matarskrá, og hetta verður hátíðarhildið á Planet Awards 28. desember Rólant Waag Dam Á ársins seinasta fríggja­ kvøldið í 2012 verður før­ oyski tónleikurin fagn­aður, tá Miðlahúsið enn eina­ferð skipar fyri Planet Awards. Hetta er kvøldið, tá tón­leik­ arar og tónleika­áhugað savn­ ast til eina rimm­ar veitslu. Planet Awards er til­takið, ið savnar fakfólk og fjepp­ arar, sum í felag kjósa ársins tónleikarar innanfyri ymsar bólkar. Hvørjum bólkum kapp­ast verður í, sæst aðra­ staðni á hesum síðum. Føroyskur og útlendskur tónleikur Planet Awards er ein veitsla, og tá eru bæði virðis­løna­ hand­anir og live-tónleikur ein sjálvsagdur partur av skránni hetta kvøldið. – Skráin er ikki endaliga liðug enn, men vit kunnu av­dúka, at framførslur vera frá Eivør, Signar í Homrum og Evi, greiðir Barbara Holm, fyri­skipari, frá. Hon kann eisini upplýsa, at tað ikki ein­ans vera føroyskir tónar at hoyra hetta kvøldið. – Vit hava fingið ein út­ lendskan tónleikara til til­tak­ ið, sum í hesum døgum hittar við fleiri løgum í Danmark. Talan er um Shaka Loveless. Umframt hetta fer Johan í Kollafirði at undirhalda, sigur hon. Tað er REX, ið hevur syrgt fyri, at Shaka Loveless kemur at spæla á Planet Awards. Og Planet Awards 2012 verður eis­ini hildið í REX. – Vit hava onkuntíð havt til­takið hjá okkum á Hotel Før­oyum, men seinastu ár­ini hevur tiltakið hildið til í býar­ lívinum í Havn. Eftir mínum tykki riggar tað væl bæði støð­ini, men vit hava valt at leggja tiltakið í Rex í ár, tí vit meta at tiltakið onkursvegna blívur meira fólksligt, tá tað er mitt í býnum, greiðir Barbara Holm frá. Vit hava fingið ein útlendskan tónleikara til tiltakið, sum í hesum døgum hittar við fleiri løgum í Danmark Barbara Holm, fyriskipari Skráin er ikki enda­ liga liðug enn, men vit kunnu avdúka, at fram­ førslur vera frá Eivør, Signar í Homrum og Evi Barbara Holm, fyriskipari