Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 10. desember 2012 · Nr. 144 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Planet awards Hava uppiborið herðaklapp Planet Awards er einasta til­ takið, sum fagnar føroyskum tónleikarum og tónleiki. Tí hevur Planet Awards stóran týdning, heldur Barbara Holm. – Fyri okkum í Miðla­hús­ inum hevur Planet Awards stóran týdning. Hvørt ár vera vit ríkað við einari ørgrynnu av føroyskum løgum, sum vit og onnur í samfelagnum njóta gott av. Og tí halda vit, at tað er uppá sítt pláss at seta ein dag av til tónleikin, og geva nøkur herðaklapp til tey, sum hava klárað seg serliga væl. Vit síggja eis­ ini, at áhugin fyri Planet Awards veksur á hvørjum ári, tí seinastu mongu árini hevur verið útselt til til­tak­ ið, umframt at ein rúgva av sms-atkvøðum eru komn­ar inn í samband við tilnevn­ ing­ar­nar. Átta virðislønir Sjey Planet Awards virðislønir skulu latast. Hesar verða latnar til ársins bólk, ársins ein­stakling, ársins nýggja bólk/einstakling, ársins song­kvinnu, ársins sangara, árs­ins útgáva og ársins sang. Har­aftrat verður eisini ársins herðaklapp latið til onkran, ið Miðlahúsið heldur hevur uppiborið hetta. Eins og í fjør verður Planet Awards hildið 28. desember, í ár verður tað tó í REX. Og eins og í fjør eru tilnevningarnar kunngjørdar 10. desember – so frá í dag at rokna kanst at­kvøða umvegis sms. Meiri um hetta aðrastaðni á hesum síðum. rolant@sosialurin.fo Rólant Waag Dam Eins og undanfarin ár slepp­ur vanligi føroy­ing­ urin upp í part, tá avgerð skal takast um, hvør skal heiðrast við eini Planet Awards-virðisløn. SMS-skipanin er opkin frá í dag at rokna, og tað verður hon fram til 28. desember á miðdegi. Við at greiða atkvøðu ert tú við at gera av, hvør tón­ leik­ari ella bólkur vinnur hvørja virðisløn. Hetta gert tú við at senda eini sms-boð til 1940. Hvat tú skalt skriva, er upplýst á lýsingini fyri tiltakið aðra­ staðni í blaðnum. Men fyri at umganga, at tað ikki eru tey penga­ sterkastu, ið kunnu av­ gera, hvør vinnur Planet Awards hava fyri­skip­ar­ arnir borið so í bandi, at hvørt fartelefonnummar bert kann atkvøða eina­ ferð í hvørjum av teimum sjey bólkunum, kappast verður í. Fólksligt og fakligt Tað er tó ikki einans van­ liga fólkið, ið ger av, hvør vinnur Planet Awards. Ein dómarabólkur er eisini settur, og hesin bólkurin hevur longu avrátt, hvørji fimm nøvn í hvørjum bólki skulu tilnevnast. Har­aftrat hevur hesin dóm­ara­bólkurin eisini ein fingur við í spælinum, tá av­gerð­in um, hvør skal vinna Planet Awards 2012. Avgerðin hjá dómara­ bólkin vigar helvtina, með­ an sms-atkvøðurnar telja hina helvtina. Hetta er fyri at tryggja, at fólksligi part­urin og fakligheit ganga hond í hond, tá før­ oysk tónlistafólk skulu heiðr­ast. Dulnevndur bólkur Tey, ið manna dómara­ bólk­in, eru dulnevnd. Hetta er av teirri einføldu orsøk, at hesi fólk so ella so hava ein virknan leiklut í før­oyskum tónleikalívi og harvið eisini eitt tætt til­knýti til føroyskar tón­ leik­arar. So fyri at tryggja dómsnevndini best møgu­ ligar arbeiðs­um­støður, og fyri at tryggja, at tey kunnu siga sína erligu mein­ing – uttan at skula hugsa um áhugamál, onn­ur hava í teimum – er av­rátt, at hesi eru dul­ nevnd. Upplýsast kann tó, at dómsnevndin telur bæði kyn, fólk í ymsum aldri og við ymsum tilgongdum til tónleikin, umframt at dóms­nevndin spennir víða landafrøðiliga, soleiðis at umboð eru úr ymsum tón­leikaumhvørvum í land­inum. Rólant Waag Dam sam­ skipar aftur í ár dóms­ nevndina. Tú kanst avgera Planet Awards Tónleikur Tað eru sms- atkvøður og dómaraatkvøður, sum avgera hvør vinnur Planet Awards Eydna Skaale hevur verið vertur á Planet Awards seinastu árini Savnsmyndir: Álvur Haraldsen Ársins bólkur Hamferð, Frodi & The Pink Slips, 200, Týr og Divaz Ársins einstaklingur Stanley Samuelsen, Hanus G. Johansen, Høgni Lisberg, Eivør og Teitur Ársins nýggi bólkur/einstaklingur Sakaris, Urbanus, Sveinur Gaard Olsen, Hans Andrias og Kristel Lisberg Ársins sangari Teitur, Finnur Koba, Marius Ziska, Høgni Lisberg og Fróði Hansen Ársins songkvinna Eivør, Greta Svabo Bech, Lív Næs, Evi og Kristina Bærendsen Ársins útgáva Høgni Lisberg - Con Man, Eivør - Room, MC Restorff - Sanganna Veingir, Frodi & The Pink Slips - The Mouse og 200 - Vendetta Ársins sangur All In - Vanja, Signar í Homrum - Mín skattur, Eivør - Rain, Dynamitt - Hví gongur Tom altíð skid og 200 - Við love skulu vit land byggja Hesi eru tilnevnd: